Kommunuskuldin

Miðvágs kommuna bíligari rakstur enn Sjóvar Kommuna

Eg var ikki sørt skakkur, tá eg las grein í bløðunum um kommunuskuldina, har bygdaráðsformaðurin í Sjóvar Sókn nýtir heilt skeiv tøl fyri Miðvágs kommunu og kemur til ta niðurstøðu, at: »Tey á Skála duga nógv betur at umsita pengar, enn tey gera í Miðvági«. Tað gera tey kanska, eg veit ikki um tey tølini, har eru nýtt eru røtt heldur enn okkara.

Nettoskuldin hjá Miðvágs kommunu í dag er kr. 38.000.000 íroknað kreppulánsgrunnin og ikki kr. 45.000.000 sum Eivind Jacobsen skrivar. Miðvágs kommuna rindar í ár uml. kr. 3.0 mill. í rentum og uml. kr. 3,3 mill. í avdráttum ikki tils. 4,2 mill. sum Eivind skrivar og til seinast nýtir Miðvágs kommuna ikki kr. 10,5 mill. til rakstu rog íløgur, men kr. 7,5 bæði í 1996 og í 1997, ella eina mill. minni enn Sjóvar kommuna.

Sum hesi tølini vísa, so ger Miðvágs kommuna í hvussu er sítt besta fyri at minka um skuldina. Bert harmuligt at borgarar okkara, sum eru so hart fyrispentir av skatti, skulu lesa í bløðunum, at peningur teirra verður illa umsitin.

Annars eri eg púra samdur við Eivind Jacobsen í, at allar kommunur, og serliga tær, sum skylda mest, eiga at gera sítt besta fyri at gjalda skuldina niður.

Eivind Jacobsen er altíð vælkomin at nýta tøl úr Miðvágs kommunu, bert hann nýtir tey røttu.


Johannes Klein,

bygdaráðsformaður

í Miðvágs kommunu