Nú tað eru fimm ár síðani Brá kom út verður innihaldsyvirlit fyri øll 20 bløðini givið út.
Innihaldsyvirlitið er í tveimum. Í fyrra parti er tilfari skipað eftir høvundunum at greinunum, ummældu bókunum og listafólkunum. Seinni partur av innihaldsyvirlitinum skipar greinirnar eftir heiti á greinum og verkum. Yvirlitið er gjørt fyri at lætta um teimum mongu, sum brúka tilfarið í tíðarritinum Brá í undirvísing, gransking og midling annars. Rógvi Thomsen hevur lagt innihaldsyvirlitið til rættis og Astri Luihn hevur gjørt myndirnar á permunum. Hestprent hevur staðið fyri prentingini.
Samstundis verður sagt frá, at blaðstjórnin í Brá hevur lagt frá sær, partafelagið, sum gav tað út, er strikað og tíðarritið kemur ikki út aftur.
Brá var eitt mentanartíðarrit, sum kom út í ellivu ár frá 1982.
Hesi árini mundi Brá vera tað blað, hagar bókmentaáhugað leitaðu sær fyri at finna ummæli og bókmentagreinir, nýskrivaðan skaldskap og umsetingar. Umframt at leggja dent á at fáa umæli til vega royndi blaðstjórnin alla tíðina at fáa samfelagsligt tilfar í blaðið.
Eitt annað hjartamál vóru myndirnar. Brá skuldi hava gott og upprunaligt myndatilfar. Myndirnar skuldu ikki bert illustrera tað skrivaða, ætlanin var at tað skuldi tala fyri seg ? tí vóru stundum myndasíður burturav og nógv var alla tíðina gjørt burtur úr permumyndunum.
Mong, bæði høvundar og myndlistafólk, eru fyrstu ferð komin á prent í Brá ? og Brá legði seg eisini eftir at skapa kynjajavnvág.
Brá varð stovnað við stuðuli úr Norðurlendska Mentanargrunninum, og einaferð hevur tað søkt og fingið stuðul úr Mentanargrunni Løgtingsins. Annars hvíldi útgávan í sær sjálvari. Tey fyrstu árini varð Brá prentað í Danmark, á eini sera hugnaligari og beinasamari prentsmiðju í Ringe á Fyn. Fyrst í 90?árunum gjørdust umstøðurnar at fáa tað prentað heima lagaligari, og blaðstjórnin hjá Brá hevur arbeitt saman við Inga Joensen. E.O-prent og Hestprent. Teimum takkar Brá fyri sera gott samstarv.
Brá hevði ein sera stóran haldaraskara. Eina tíð taldi hann næstan 700 haldarar og nú vit senda innihaldsyvirlitið út eru teir 550.
Við hesum endabresti fer blaðstjórnin hjartaliga at takka teimum mongu trúgvu haldarunum. Eina serliga tøkk hava teir mongu ídnu og beinasomu høvundarnar og myndlistafólkini uppiborið ? tey fingu ongantíð annað afturfyri enn fríeintak av tíðarritinum. Brá hevði sína tíð, hon endaði, men vónandi finna onnur sína og taka við har Brá slepti.








