llini á Nabb, á Hotel Føroyum og eisini úti um landi, eitt nú í Klaksvík, og tær vóru akkurát líka so primitivar, sum tær vóru forkunnugar og fólk streymaðu til, sigur Hanna, sum eisini vísir á, at við [...] smølu og síðu kjólarnir frá Holleufer, sum vóru prýddir við pailettum og vóru niðurringaðir á bakinum, líka niður á lendarnar, sigur Hanna og greiðir frá, um stemningin í handlinum, tá heilir bólkar av vinkonum [...] veitslum har, sigur Hanna. - So tað gekk ikki long tíð, áðrenn fólk fóru at skipa fyri tiltøkum, har til bar at vísa seg í alskyns kjólum, sum vóru ikki sørt frekir og øsandi á at líta, sigur Hanna, og hon flennir
váraði á prædikustólinum í Christiankirkjuni og aðrastaðir við í Norðoyggjum. Og Henning blásti nýtt lív í Jesus úr Nazareth, ið eg sambært mínum barnalærdómi, kendi meg samsekan í, at hava neglt á eitt [...] útvarpinum á sinni. Henning er ein góður vinur og hann er eitt heilt menniskja, og tað merkir at pláss er eisini fyri lýtum. Tað er fjálgt at vita sær, at hann nú býr í Søldarfirði. Eg støkki inn á gólvið [...] vóru at hoyra av prædikustólinum, heilt aðrir tónar enn teir eg var vanur við, har prestur vanliga gekk frá Kefasi til Pilatus og villtist í torskildum skriftstøðum frá Paulusi. Tað varð snakkað um hann
einum heimsnavni í tónleikahøpi. Eitt er at vita, hvørjar knøttar ið trýstast skulu á og hvørji hjól ið snarast skulu á mixpultinum. Men ljósmaðurin má haraftrat kenna til tónleikin, rútmu og innihaldið [...] ljósmaðurin fast. Hetta við ljósinum hava tey í samkomuni Kelduni lagt stóran dent á frá fyrsta degi av. Og tá Poul Martin gekk í samkomuni, hevði áhuga fyri pultum og ljósviðurskiftunum, og tey haraftrat stóðu [...] tónleikur. Men tað kann sjálvandi vera munur á innihaldinum í tekstunum. Júst hetta er tað sum ger arbeiðið sum ljósmaður so spennandi: At ein sleppur at seta sín egna dám á framførsluna hjá einum tónleikara. Og
Johannessen flutti eftir fólkaskúlan til Havnar, har hann fór á Fólkaháskúla, og fór aftaná tað í tekniska skúla í hálvt ár. Hetta gav honum álitið á skúlan aftur, tí har møtti hann ongari happing. Men so væl [...] haldi at lærararnir áttu at verði á skúlunum, eisini tá teir ikki hava tíma, soleiðs at tú kundi farið inn og tosað við teir um trupulleikarnar, vísir Jóan Edvard Johannessen á. Hann heldur eisini at tá fo [...] er hon fyrst byrjað, fær tú ikki steðga henni, men bara lagt ein dempara á, sigur Jóan Edvard Johannessen. Hann fýlist eisini á, at har tað veruliga er vilji at gera nakað við trupulleikan, er tað ofta
skuldi verðið á tí. Men ikki gekk, soleiðis sum nevndin í felagnum ætlaði: Allir myndugleikar góðkendu ikki ætlaða økið. Avgerð varð ístaðin tikin um at vísa felagnum á eitt annað øki, á vegnum niðan ímóti [...] enn er ikki komið á mál. Eftir at spakin varð settur í fyri nýggja bygdarhúsinum, vónaðu øll at nú fór dreymurin at gerast veruleiki. Men hvat?: Myndugleikarnir ynsktu bygdarhúsið flutt á annað stað í Árnafirði [...] fyri nýggja bygdarhúsinum. Á samkomu henda dagin varð boðað frá, at maskinurnar eftir ætlan skuldu byrja arbeiðið tveir mánaðir seinni, soleiðis at ferð av álvara kundi koma á byggingina. Tað ljóðaði enntá
í dag, so liggur tað fjart í huganum. Serliga hendan dagin, tá Sosialurin er á vitjan er hon væl fyri. Tað sást næstan ikki á henni, at tað feilar nakað. Men hon sigur, at dagarnir eru ójavnir. Onkrir verri [...] arbeiðir dagliga í varda verkstaðnum á Brekku. Hon er brúkari, og har fæst hon fyri tað mesta við at seyma. ? Eg havi onga útbúgving, og eg tími ikki í skúla. Mær dámar væl á verkstaðnum. Har er gott samanhald [...] hon eins og ein drukkin persónur ger, tá hann roynir at ganga. Men Petrina drekkur ikki, og munurin á henni og einum ávirkaðum persóni er, at hon kann ikki sova tað av sær aftur. Petrina hevur sklerosu
nú net-dating gongur sum oftast fyri seg á enskum, og tað hevði jú verið rættiliga kunstigt, um eitt tjatt millum Samfred og eina filipinska dámu gekk fyri seg á føroyskum, sigur Ólavur. Hvørt Samfred og [...] ella net-fríggjaríi, sum tað kanska eitur á føroyskum. Væl vitandi, at tað finnast nógvir fordómar móti hesum nýggja fyribrigdi, roynir høvundurin at fáa tað niður á jørðina, og geva eitt so sakligt innlit [...] ein ungan svenskara, sum á síni sjálvuppgávu hevði upplýst, at hann vann sær 23 milliónir svenskar krónur árið fyri umvegis sína heimasíðu. At talan var um ein nýggjan vinnuveg á alnetinum, hevði skattavaldið
Fólkaflokkinum. Tjóðveldisflokkurin hevur aftur og aftur víst á, hvat gekk fyri seg í hesum málinum, og staðiliga mælt til at koma aftur á beint. Eg kann til upplýsingar endurgeva ta almennu áheitan, sum [...] føroyskar viðmerkingar til eina danska lóg skulu sendast ST. Tað er í fyrsta lagi eitt dygt misálit á løgmann, sum á nýggjárinum traðkaði fram fyri Føroya fólk og kunngjørdi, at nú var okkurt fantastiskt hent [...] longur á sambandsleið, enn sjálvt teir eldru sambandsmenninir í føroyskum politikki nakrantíð hava góðtikið. Tí vil eg staðiliga ávara ímóti einum slíkum afturstigi. Og eg vil inniliga heita á løgmann
okkara. Tá vit fóru í 1. flokk í 1956 tá vóru flestu bøkurnar á donskum og nakrar fáar á føroyskum. Í dag er tað nærum øvugt, sigur hon. Munur á umstøðum Henda fyrrapartin í nýggja skúlabygninginum høvdu [...] ynskir fegin at vísa ein mynd, ið varð tikin av hennara flokki í 1958. Og hon sæst eisini her á síðuni. Munur á bókum Fyrrapartin henda dagin skipaði nevniliga Tilhaldið fyri eini vitjan í tí nýggja skúl [...] runt í skúlastovurnar at hyggja, og her gekk sjón fyri søgn: Børnini í dag hava meiri pláss fyri neyðini nú, enn fyrr í tíðini. - Tað er ein øgiliga stórur munur á hesum umstøðunum, og teimum sum vóru fyrr
í katólsku dómkirkjuni í Keypmannahavn henda junidagin í 1989. Pávin var á vitjan í Norðurlondum og skuldi nú hava gudstænastu á hesum staði. Kirkjan var stúgvandi full av fólki, bæði tíðindafólkum og fólki [...] fyriskrivaða, og fer beinleiðis fram á altarið at halda bøn. Fólk gerast nervøs og ein ávísur spenningur tekur seg upp millum tíðindafólkini, tí hetta kom púra óvart á tey øll. - Men soleiðis var hann bara [...] skuldi vera, bæði praktiskt og við tíðini. Men hetta, hann nú gjørdi kom púra óvart á øll: At hann skuldi falla á knæ frammanfyri altarið var fullkomuliga uttanfyri ta løgdu skránna! -Men soleiðis var