- Ja, eg havi fløguna hjá Brian “Head” Welch við mær í dag. Hana fari eg at lurta eftir, meðan eg fyrireiki mítt arbeiði til festivalin, sigur ljósmaðurin í Kelduni.
Tað verður ein serstøk uppliving hjá honum fríggjakvøldið kl. 23:00, tá eingin minni enn henda heimsstjørnan fer á innipallin í Kelduni.
Poul Martin hevur fylgt eitt sindur við lívinum hjá Brian “Head” Welch. Frá tíðini í kenda bólkinum Ko?n, har hann varð mettur millum heimsins bestu guitaristar, til hann í 2005 fullkomuliga broytti lívsleið.
Hetta árið skakaði hann av sonnum tónleikaheimin, tá hann almannakunngjørdi at hann gavst í Ko?n. Hann tók seg úr villa Ko?n-lívinum, gav sítt lív til Kristus, við tí fyri eyga at nema við lívið hjá menniskjum, og at geva til tey, sum høvdu tørv á hjálp.
- Eg havi sæð fleiri intervju við hann, og eg má bara siga, at mær dámar sera væl persónligheitina hjá honum. Hann er so deiliga “down-to-earth”.
- Nú gleði eg meg bara til at møta honum og sleppa at seta ljós til hansara framførslu, sigur Poul Martin við einum brosi.
Poul Martin hevur fingið mong rósandi orð við sær á leiðini sum ljósmaður. Og stuttligt hevði verið, um hann og makkari hansara við ljósborðið, Pól Høj eisini fingu somu heilsan frá sjálvum Brian “Head” Welch.
Ljós og roykur
Dagurin hjá einum ljósmanni byrjar nógvar tímar áðrenn, hann veruliga skal í eldin við eitt ljósborð.
Hetta arbeiðið krevur eisini sína fyrireiking. Tí tá tiltakið byrjar, skulu øll ljósini tendra tá tey skulu, og teir ymisku litirnir koma fram, eftir teirri ætlan sum ljósmaðurin frammanundan hevur lagt.
Er talan um eitt vanligt møti ella líknandi tiltak, er arbeiðið teirra eitt sindur lættari. Men er talan um eina konsert, skal meiri gerast burtur úr og størri fyrireiking leggjast í. Ikki minst, tá ein fær vitjan av einum heimsnavni í tónleikahøpi.
Eitt er at vita, hvørjar knøttar ið trýstast skulu á og hvørji hjól ið snarast skulu á mixpultinum. Men ljósmaðurin má haraftrat kenna til tónleikin, rútmu og innihaldið í tí einstaka sanginum, fyri at laga sítt arbeiði eftir hesum.
Fyri Poul Martin verður tað tí ein serstøk kensla, og ikki minst ein serstøk uppliving at skula seta ljós til eina konsert hjá einum av favorittum sínum innan andaligan tónleik - Brian “Head” Welch.
- Og ja, hann er nokkso villur. So vit mugu finna út av, hvussu vit skulu arbeiða við øllum ljósunum og robottunum undir loftinum. Og sjálvandi eisini, hvussu vit fáa roykin inn, greiðir hann íðin frá.
Saman við makkara sínum, Pól Høj fer hann at standa fyri hesum týdningarmikla arbeiðinum teir næstu dagarnar.
- Best hevði verið, um vit vóru fleiri. Tað fer nokk at ganga, hóast eg vænti at tað verður ein strævin vika, staðfestir Poul Martin. Hann hevur frí í nakrar dagar frá lesnaði sínum sum flogskipari.
Glaðir litir
Tað eru kanska ikki øll sum gáa um arbeiðið hjá einum ljósmanni. Men eingin ivi er um, at var einki ljós og eingin roykur á eini konsert, hevði tað verið ein heldur tom uppliving.
Teir eru noyddir at leggja sær í geyma, hvat tema’ið er í sanginum: Er talan um ein syrgiligan sang, verða litirnir í myrkara og kaldari lagi. Og er talan hinvegin um ein glaðan sang, verða litirnir meiri sterkir og skifta oftari.
- Ja, tað hevur stóran týdning at kenna innihaldið í sangunum. Annars er tað nærum ógjørligt at seta ljós og royk til, slær ungi ljósmaðurin fast.
Hetta við ljósinum hava tey í samkomuni Kelduni lagt stóran dent á frá fyrsta degi av. Og tá Poul Martin gekk í samkomuni, hevði áhuga fyri pultum og ljósviðurskiftunum, og tey haraftrat stóðu og manglaðu ein slíkan, so var leiðin løgd til hetta ítriv hansara.
- Eg havi bara lært meg hetta sjálvur. Eg veit, at eg havi nógv eftir at læra innan ljósarbeiðið, men tað gongur ann, haldi eg í øllum førum.
fyri seg
Reytt er rætt
Ein avgerandi fortreyt fyri at kunna vera ljósmaður er, at man elskar tónleik. Tað ger Poul Martin í øllum førum.
Honum dámar væl at hyggja og lurta eftir bólkum sum spæla, - fyrst og fremst eftir tónleikinum, men eisini eftir hvussu aðrir ljósmenn arbeiða.
Sum komandi flogskipari veit hann alt um, hvussu týdningarmikið tað er, at tann reyða ávaringarlampan í stýrihúsinum ikki fer at lýsa.
Men sum ljósmaður kann ein júst við litunum - eisini tí sterka reyða - vera við til at byggja upp undir tekst og lag hjá tí sum framførir.
- Summir ljósmenn programmera alt frammanundan, og seta bara ein diskil í fløguna, og so koyrir tað bara.
- Mær dámar nógv betur, at vera til staðar og heldur arbeiðir beinleiðis á staðnum og í “free-style”. Tað gevur mær í øllum førum meiri, sigur Poul Martin avgjørdur.
Tónleikur er tónleikur
Poul Martini dámar ymiskan tónleik, men fyri hann er eingin munur:
- Nei, fyri meg er tónleikur tónleikur. Men tað kann sjálvandi vera munur á innihaldinum í tekstunum.
Júst hetta er tað sum ger arbeiðið sum ljósmaður so spennandi: At ein sleppur at seta sín egna dám á framførsluna hjá einum tónleikara.
Og hjá einum ljósmanni er tí líkamikið, hvat slag av tónleiki ið talan er um.
- Eg hugsi bara sum so, at um tónleikurin er øgiliga góður og villur, so skal ljósið eisini fylgja við tí.
- Hetta er okkara avbjóðing, sigur Poul Martin Joensen.










