Happing er ein trupulleiki í skúlunum, og flest øll kennast við tað, hvørt tey eru offur ella happari. Men happing er eitt, ið fólk treyðugt vilja tosa um, og sum alt ov lítið verður gjørt við í skúlunum, hvørt tað er av manglandi vilja ella fíggjarligari orku.
- Happingin byrjaði tá eg flutti oman í Ósáskúlan at ganga í fjóðra flokki. Í byrjanini østi eg meg upp, og tað gjørdi tað bara verri. So royndi eg at bara lata sum luft, og tað hjálpti eitt lítið sindur. Nøkur góvust at happa, men tá hon fyrst er byrjað, steðgar hon ikki aftur, sigur Jóan Edvard Johannessen, ið gjøgnum fólkaskúlaárini varð happaður sálarliga og kroppsliga av bæði næmingum og lærara.
- Sum regul varð eg kallaður ymiskt, so sum »Stinky«, tí at eg aftaná skúla fór norður á Kósina til pápa mín, sum arbeiddi har teir virkaðu slógv, og har tað ikki luktaði for væl. Og sjálvt um eg í skúlanum royndi at bara seta meg í ein krók fyri at fáa frið, nyttaði tað einki. Teir komu yvir til mín alíkavæl, sigur Jóan Edvard Johannessen.
Bukaður og sparkaður í høvdið
Tað tóktist einki mark vera fyri, hvat happararnir kundu finna uppá at gera við Jóan Edvard Johannessen, meðan hann gekk í skúla har.
- Ta einu ferðina, stutt eftir at vit vóru byrjaði í framhaldsdeildini, hildu tveir dreingir mær, meðan ein triðji sló og sparkaði meg í síðuna. Ta ferðina breyt eg tvey riv. Tað einasta lærararnir gjørdu var at steðga tí, og revsa teir við at seta teir eftir í ein tíma, meðan eg skuldi verða í skúlanum sum um einki var hent. Ikki so mikið sum varð eg koyrdur á skaðastovuna til kanningar. Stutt eftir ta hendingina, okkurt um tveir mánaðir ella so, varð eg sparkaður í høvdið, við tí úrsliti, at eg í dag eri hálvdeyvur í øðrum oyranum, greiðir Jóan Edvard Johannessen frá.
Revsingin, ið happararnir fingu, var at sita eftir í ein tíma, og so var tað úti av verðini.
Happingin gjørdi tað, at Jóan Edvard hvørki tímdi ella orkaði at gera skúlating, tí at hann ikki fekk hugsað um annað enn at hann aftur í morgin skuldi gjøgnum alt tað sama ummaftur.
Endaði í rúsevnismisnýtslu
Happingin helt fram gjøgnum øll fólkaskúlaárini, og hetta kroysti tann nú 25 ára gamla klaksvíkingin út í álvarsliga rúsevnismisnýtslu. Tað byrjaði seinasta árið í fólkaskúlanum við at hann av og á roykti hassj og drakk. Men eftir hetta vant tað bara meira uppá seg.
- Eg brúkti tað fyri at drukna tankarnar um happingina, men hetta fekk júst tann øvuta virkningin. Tá eg roykti og drakk fekk eg ikki hugsað um nakað annað enn happingina og sovorið skítibýtt, og tað gjørdist bara verri. At enda var eg komin heilt langt út, men tíbetur sá eg tað sjálvur. Eg læsti meg inni í kamarinum í 14 dagar, har eg lá og ristist og skalv, og eg kom tíbetur burturúr tí, greiðir Jóan Edvard Johannessen frá.
Happing er lívshættislig
Jóan Edvard Johannessen flutti eftir fólkaskúlan til Havnar, har hann fór á Fólkaháskúla, og fór aftaná tað í tekniska skúla í hálvt ár. Hetta gav honum álitið á skúlan aftur, tí har møtti hann ongari happing. Men so væl gongur tað ikki øllum. Hann kennir eitt dømi um tveir tvillingar í Danmark, ið vóru útsettir fyri álvarsligari happing, og har teir við bert einum mánað millumbili tóku lívið av sær.
- Tað er lívsfarligt at verða happaður. Tú verður kroystur út á eina egg, har tú hevur hug at taka lívið av tær, og kanska ger tað, greiðir Jóan Edvard Johannessen frá.
Er enn ein trupulleiki
Jóan Edvard er í løtuni arbeiðsleysur og býr í Klaksvík. Hann hevur tískil tíð at ganga úti um dagin, og tá hann gongur framvið skúlunum sær hann, at happing enn er ein trupulleiki.
- Lærararnir hava ofta inni ánilsi av, hvussu næmingarnir hava tað. Eg royndi sjálvur at goyma tað fyri foreldrunum, at eg varð happaður. Men eg føldi tað sum at eg hevði lættari at tosa við lærararnar um trupulleikan, men tá teir ikki høvdu tíma, fóru teir beint til hús. Eg haldi at lærararnir áttu at verði á skúlunum, eisini tá teir ikki hava tíma, soleiðs at tú kundi farið inn og tosað við teir um trupulleikarnar, vísir Jóan Edvard Johannessen á.
Hann heldur eisini at tá foreldrafundir eru, eiga næmingarnir at vera við, tí lærararnir síggja ofta ikki trupulleikan, og kunnu tí ikki greiða foreldrunum frá, hvat tað er, ið veruliga fer fram.
- Eitt, ið tey eisini brúka í Danmark, er næmingafundir, har lærarar og næmingar seta seg niður at tosa um trupulleikarnar og fáa reinsað luftina, soleiðs at børnini kunnu fara út úr klassaverilsinum sum kammeratar, heldur enn fíggindar. Eisini átti at verið byrjað nógv fyrr, tí her verður einki gjørt móti happing fyrr enn í framhaldsdeildini ella í sjeynda flokki. Man átti kanska at byrja heilt niðri í fyrsta flokki at upplýsa og fyribyrgja happing, tí er hon fyrst byrjað, fær tú ikki steðga henni, men bara lagt ein dempara á, sigur Jóan Edvard Johannessen.
Hann fýlist eisini á, at har tað veruliga er vilji at gera nakað við trupulleikan, er tað ofta fíggjarligi parturin, ið er forðingin fyri at vit kunnu fáa steðga happingini í skúlunum og teimum nógvu vanlagnunum, ið standast av henni.