síðan 1978 og skúlastjóri síðan 1994. Petur er føddur í Funningi 3. juli 1937. Hann tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í 1967 og var lærari á Egelundskolen í Albertlund frá 1967-69 og á N. Zahles [...] 1. til 7. flokki, varð bygdur í 1977. Tá gingu 77 næmingar í skúlanum. Síðan er fólkatalið í Hoyvík vaksið nógv og næmingatalið somuleiðis. Skúlin er bygdur út tvær ferðir, fyrstu ferð í 1991 og seinnu [...] seinnu ferð í 2002. Nú eru 17 skúlastovur umframt aðrar serstovur, bókasavn og fimleikarhøll. Fyri stuttum kom so eisini Hoyvíkshøllin. Núverandi næmingatalið er 440 í 19 flokkum.
annar trupulleiki er, at Jørn Astrup Hansen ikki nevndi í Degi og Viku, hvat ið kann henda, um nú peningastovnurin, eins og í 60?unum og 90?unum, eina ferð enn fer av knóranum. Halda tit, at føroyingurin [...] verði skjótt 30 ára gamal, og um peningastovnarnir halda somu kós nú, eins og teir hava gjørt tey seinastu árini, missi eg allan mín uppsparda pening, tá eg verið 60. Bert 7 ár áðrenn eg verið pensjóneraður [...] vera ein umbering fyri at kunna leggja meira skatt uppá borgaran. 50% er jú heilt fitt av peningi, og eg haldi tað vera ov galið, at landið ikki klárar seg við tí. Kanska royna tingmenn v. m. at skaffa
frá, og vit hava fingið fleiri. Tað er framvegis hált um alt landið, siga tey hjá Landsverki klokkan 14:15 í dag. Tað er ikki koyrandi á Saksunarvegnum, Funningsfjarðarvegnum, Elduvíkarvegnum og millum [...] millum Hvannasund og Viðareiði. Tað eru vánalig koyrilíkindir á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og til Norðadal. Tað er ikki koyrandi til Skæling. Tað er ikki koyrandi til Gásadal [...] Gásadal. Á Sandoynni er bara koyrandi millum Skopun og Sand. Tað er komið rættuliga nógvur kavi niður seinastu nátt og tað eru ring koyrilíkindir til nógvar bygdir, maskinurnar hava ógvuliga torført við at koma
Tað var hin 7. oktober, at Hamas leyp á Ísrael við óteljandi rakettum. Hamas-fólk bardu seg eisini inn um ísraelska markið, har tey gjørdu feigdina um seg, drupu frá hond og tóku fleiri enn 200 gíslar [...] eirindaleysa Hamas-álopinum, og hetta vóru fólk úr fleiri ymiskum londum. Flestu teirra, sum vórðu dripin í álopinum, vóru sivilfólk, men eisini nøkur hundað ísraelsk herfólk og løgreglufólk lógu eftirá. [...] Í dag hevur ísraelska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni AFP dagført talið av deyðum úr 1400 og niður í 1200. - Hetta er tað dagførda talið, sigur talsfólk fyri ísraelska uttanríkisráðið. Sagt verður
i. Danmark legði hart út og var á odda 10-3. Men Brasil stríddi seg innaftur í dystin, og í steðginum var Danmark bert á odda 15-12. Í seinna hálvleiki var tó klassamunur, og ikki minst ein stórspælandi [...] Nielsen í málinum gjørdi stóran mun. Mathias Gidsel, Rasmus Lauge og Simon Pytlick fingu eisini veruliga gongd á við málskjótingini, og so var einki at gera hjá Brasil, ið annars hevur havt eitt minniligt [...] lítla løtu í fyrra hálvleiki. Danmark møtir í HM-hálvfinaluni vinnaranum av dystinum millum Portugal og Týskland. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30. Danmark-Brasil 33-21 (15-12) Toppskjúttar Danmark: Emil
Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli 31-26 á Norddjurs. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 16-13. Pauli var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum við fimm málum, og Pætur [...] Pætur skoraði tvey mál. Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn vunnu á útivølli 35-32 á Midtjyllandi. Í steðginum vóru Kjartan og liðfelagarnir á odda 17-15. Kjartan skoraði tvey mál. Í morgin [...] morgin klokkan 15 verður føroyingauppgerð. Tá taka Pauli Jacobsen og liðfelagarnir móti FIF, ið hevur Leiv Mortensen, Boga Hansen, Janus og Jónas Djurhuus á liðnum. Støðan: Nr. Lið Dystir Stig 1 HØJ 3 6 2 Skive
við undirhaldi, mati og leskandi, og seinni í kvøld verður dansur í Virkinum. Tá bilarnir vóru flestir um Sandarfløtt í dag, rakk røðin av parkeraðum bilin mest sum um allan fløttin og væl yvir móti Sand [...] allar besta í dag - kanska eitt lítið sindur kalt, men turt, og í løtum hevur sólin sæð. Tiltøkini byrjaðu stundisliga klokkan 10 í Trøðum og her varð hildið fram til umleið klokkan 16 seinnapartin. Síðan [...] . Her eru nakrar myndir frá degnum - fyrst úr Trøðum og síðan nakrar myndir úr bygdini á Sandi. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## ##med9## ##med10## ##med11## ##med12## ##med13##
Kringvarpinum í 2025 vaksa við sáttmálabundnum lønarhækkingum og príshækkingum annars, og fyri at hava javnvág millum inntøkur og útreiðslur er javnt og samt neyðugt at tillaga raksturin, stendur í fíggjarló [...] Kringvarpinum framroknaðar at vaksa við 7,8 mió. kr. í 2025. Tað kemst serliga av, at persónar gjalda 20 kr. meira um mánaðin í kringvarpsgjaldi frá 1. juni 2024, og at gjaldið verður prístalsjavnað árliga [...] hjá Kringvarpinum verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðarinntøkum, inntøkugevandi eydnuspølum og stuðli sambært nærri ásettum treytum. Frá 1. januar 2016 varð farið frá at krevja kringvarpsgjald frá
kóp, hval og tú kanst eisini síggja onkra hvítabjørn, um tú ert heppin á ferðini. Veiða er ein partur av gerandislívinum á Upernavík-leiðini, og her er útróður eftir eitt nú toski, svartkalva og kongafiski [...] Í Upernavik búgva stívliga túsund fólk, og í nærmastu grannabygdunum búgva nøkur hundrað fólk. In.fo hevur um dagarnar fingið myndir sendandi úr Grønlandi, og myndirnar hesaferð vísa Upernavík - sæð við [...] Upernavík liggur í útnyrðingspartinum av Grønlandi, og bygdin liggur á einari av fleiri oyggjum í økinum. Í Upernavíkfjørðinum er eitt ótal av oyggjum, ið røkka so langt, sum eygað sær. Økið er eitt paradís
Norðingur og Klaksvíkingar, sum kappaðust um sigurin. Norðingur vann tvær tær síðstu kappingarnar, men tað var Klaksvíkingur, sum vann FM. Í dag bjóðaðu havnarmenn seg fram í spildurnýggjum Havnarbáti, og tað [...] plássið var millum Klaksvíking og Havnarbátin. Klaksvíkingur hevði leingi stavnin undan, men í síðstu tøkunum vóru tað teir umborð á Havnarbátinum, sum vóru teir drúgvaru og høvdu drekastevnið undan Klaksvíkingi [...] at tað í summar verður meiri kapping um fremsta plássið og FM heitið, enn tað hevur verið í fleiri ár. 1 Havnarbáturin (HR) 04:45.40 +00.00 7 2 Klaksvíkingur (KRF) 04:45.47 +00.07 6 3 Norðingur (NHR)