Upernavík liggur í útnyrðingspartinum av Grønlandi, og bygdin liggur á einari av fleiri oyggjum í økinum.
Í Upernavíkfjørðinum er eitt ótal av oyggjum, ið røkka so langt, sum eygað sær.
Økið er eitt paradís hjá ævintýrarum, ið vilja uppliva Grønland, soleiðis sum inuittar gjørdu - við at rógva kajakk, ferðast í báti ella ferðast á hundasletu.
Sum ferðandi um hesar leiðir, sært tú sjófugl, kóp, hval og tú kanst eisini síggja onkra hvítabjørn, um tú ert heppin á ferðini.
Veiða er ein partur av gerandislívinum á Upernavík-leiðini, og her er útróður eftir eitt nú toski, svartkalva og kongafiski, tá fiskast kann fyri ísi.
Um veturin verður eisini fiskað niður gjøgnum hol úti á ísinum, sum ikki er ókendur veiðiháttur í Grønlandi, tá firðirnir liggja frystir.
Í Upernavik búgva stívliga túsund fólk, og í nærmastu grannabygdunum búgva nøkur hundrað fólk.
In.fo hevur um dagarnar fingið myndir sendandi úr Grønlandi, og myndirnar hesaferð vísa Upernavík - sæð við føroyskum eygum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##