Nú haldi eg, at tað er alt ov galið. Fyrst gjalda vit uml. 50% í skatti. Har er jú íroknað pentiónsupphæddin, ið vit fáa útgoldna, tá vit eru 67 ára gomul.
Hettar sær bara út til at vera ein umbering fyri at kunna leggja meira skatt uppá borgaran. 50% er jú heilt fitt av peningi, og eg haldi tað vera ov galið, at landið ikki klárar seg við tí. Kanska royna tingmenn v. m. at skaffa pening til vega at loysa frá Danmark gjøgnum hesar bakdyr???
Ein annar trupulleiki er, at Jørn Astrup Hansen ikki nevndi í Degi og Viku, hvat ið kann henda, um nú peningastovnurin, eins og í 60?unum og 90?unum, eina ferð enn fer av knóranum.
Halda tit, at føroyingurin er so lítið umhugsin, at vit hoppa uppá sovorðið nakað....???
Eg verði skjótt 30 ára gamal, og um peningastovnarnir halda somu kós nú, eins og teir hava gjørt tey seinastu árini, missi eg allan mín uppsparda pening, tá eg verið 60. Bert 7 ár áðrenn eg verið pensjóneraður. Er hettar rætt? Nei.
Elvi Joensen Runavík









