Nógvur kavi og góðar kavamyndir

Tað er nógvur kavi komin niður í gjárkvøldið og í nátt, og tað hevur skapt trupulleikar. Men vit hava fingið nógvar góðar kavamyndir

Í morgun heittu vit á lesarar um at senda okkum kavamyndir ymsa staðni frá, og vit hava fingið fleiri.

 

Tað er framvegis hált um alt landið, siga tey hjá Landsverki klokkan 14:15 í dag.

 

Tað er ikki koyrandi á Saksunarvegnum, Funningsfjarðarvegnum, Elduvíkarvegnum og millum Hvannasund og Viðareiði. Tað eru vánalig koyrilíkindir á Oyndarfjarðarvegnum.

 

Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og til Norðadal. Tað er ikki koyrandi til Skæling. Tað er ikki koyrandi til Gásadal.

 

Á Sandoynni er bara koyrandi millum Skopun og Sand. Tað er komið rættuliga nógvur kavi niður seinastu nátt og tað eru ring koyrilíkindir til nógvar bygdir, maskinurnar hava ógvuliga torført við at koma fram.

 

##med3##

 

##med2##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

Á hesi leinkju síggjast eisini fleiri kavamyndir - 

 

https://www.in.fo/news-detail/vaelkomin-at-senda-okkum-kavamyndir