hart rakt av rótasoppi í ár. Royndarstøðin mælir til at beisa seteplini fyri at sleppa undan rótasoppi ella minka um hann. Um til ber, eiga seteplini at verða keypt beisað. Tað stendur á ES-plantipassinm [...] væl egnað sum bakiepli. Peder T. Haarh minnir á, at sett eigur at verða niður í flagveltu flaggdagin ella í seinasta lagi 1. Mai. Tað ræður um ikki at taða ov nógv, umleið 45-55 gramm av eplatøðum millum [...] ikki so langa tíð at fáast í handlunum sum set. Næstbest vóru gomlu kendu sløgini Folva og Maris Piper. Tey góvu 15 fold. Aftaná komu tvey nýggj sløg, sum royndust væl, men tey verða ikki at fáa sum set enn
inn á bankalán. Tey eru ikki mítt øki. Hinvegin vil eg loyva mær at gera nakrar fáar viðmerkingar til oljuprísin. Tað er eitt faktum, at oljan til húsarhald, gassoljan, er bíligari í Føroyum enn t.d. í [...] aráðharrin á tingsins røðarapalli eftirlýsti at fáa eins bílig realkreditt lán í Føroyum sum í Danmark, er tað eitt mál, sum einki hevur við oljuprísir at gera. Tí gassoljan til føroyska húsarhaldið er [...] fyri føroysku húsarhaldini og Føroyar sum heild, at gassoljan verður seld fyri ein sámiligan prís. Vónandi kunnu fíggjarmálaráðharrin og eg semjast um, at ein prísur, sum liggur undir tí danska prísinum
ikki í, at leiðslan hjá P/F Atlantsflog, tá hesi hugsa seg um eina løtu, skilur, at tað er neyðugt hjá P/F Vága Floghavn, at dagføra gjøldini, ið ikki eru dagførd síðandi 2001. Viðmerkjast kann, at heldur [...] hevur síðani staðfest, at felagið árini síðani 1995 hevur havt eitt árligt hall áljóðandi 15,2 mió kr í miðal – 11 mió kr í 2008. Ein orsøk til hallið er, at nýtslugjøldini fyri at brúka floghavnina eru [...] ðurin í ferðavinnumálum stóran áhuga í, at hava ein so lágan ferðakostnað sum gjørligt. P/F Vága Floghavn má tó eisini, sum ábyrgdarfult partafelag, tryggja, at P/F Vága Floghavn ikki hevur varandi hall
an hesum – í november í fjør – valdi Bendtner at spæla í ljósareyðum gaggum. Hetta var av mongum mett at vera rættiliga óseriøst, og tað fekk Bendtner at hoyra fyri. Millum annað The Guardian gjørdi eina [...] seg rættiliga ópopuleran við at klandrast við stóru stjørnuna hjá Arsenal, Adebayor, mitt undir dystinum í Liga Cup í móti Tottenham í januar í 2008. So galið varð tað, at Adebayor stútaði eftir Bendtner [...] Bendtner. Hesar gølur hava allar havt við sær, at Bendtner næstan er vorðin eitt offur í ensku fjølmiðlunum. Ein maður, ið øll elska at hata. Hevur evnir Bendtner hevur tíbetur eisini gjørt vart við seg upp
tú skuldi uppliva hetta, megnar tú at síggja tað góða og virðir sum lívið hóast alt hevur at bjóða tær, nú sum einsamalla. Tí tað vita vit øll, sum standa tykkum nær, at tín gerandisdagur nú verður rættiliga [...] børnunum, sum vóru 10 í tali, doyðu í bestu árum, soleiðis at tað nú bara eru fýra eftir á lívi. Gunnar varð ítróttarmaður á ungum árum, hann varð við at vinna fyrsta føroyameistarheitið í kappróðri við sumbinginum [...] øllum sínum. Honum dámdi væl at fyriskipa. Vit vóru øll familjan niðri í Danmark í summarhúsi, ein ógloymandi túrur og ongin so spentur sum Gunnar og hansara partur lá ikki eftir at “orna og manerera” so alt
fyri at yvirhála í Hovstunlinum. Klokkan 5.30 leygarmorgunin varð ein ung genta tikin í Klaksvík fyri at koyra við kenning, og klokkan 4 til 4.10 vórðu tveir bilførarar somuleiðis tiknir fyri at koyra [...] hevði hug at berjast, og tá løgreglan suldi handtaka mannin, skræddi hann seg leysan og rann burtur. Løgreglan fekk tó fatur á manninum, sum gjørdi so nógva mótstøðu, at løgreglan sá seg noydda at brúka [...] var um ein 16-ára gamlan drong, sum hótti yngri børn at sláa ein 15-ára gamlan, ella skuldi hann hølva viðkomandi av. Hetta fekk ein 13-ára gamlan at sláa tann 15-ára gamla, sum umframt sløg og spark fekk
kanska tykjast populistiskt at blíva við at vevja í hesum. Men vit hava valt at gera tað kortini, tí hetta sigur so nógv um trúvirði hjá hesum fólkum, sum vit hava valt at stýra okkara landi. Umberingarnar [...] politikarum at tosa uttanum. Vit kunnu siga tað enn einaferð, at vit unna politikarum góðar lønir. Hvussu góðar tær skulu vera er so ikki upp til okkum at gera av – men at tær eru í hægra [...] vanligi tænastumaðurin skal arbeiða í 37 ár fyri at fáa fulla pensjón, so nýtist ein landsstýrismaður bara at arbeiða í átta ár fyri at fáa fulla pensjón. Á seinasta løgtingsvali fóru tveir
gjørdi av, at frá tá av skuldi lívið bara ganga ein veg - uppeftir! Hann byrjaði at íðka ítrótt og at eta sunt og gevur konuni, Sólrún Ástu, og dóttrini, Sáru Björt, stóran part av æruni fyri at tað byrjaði [...] tunglyndi. Hann fekk heiluvág, men tað gekk striltið at finna tann rætta. Eftir tí triðju royndina at gera av við seg sjálvan í november 2010 og eftir at hava viðgingið tað fyri konu síni, sendi hon hann [...] ávirkaður av at fólk argaðu, happaðu og gjørdu gjøldur úr mær. Og hendan happingin setti síni spor. Í 2008 fór fyritøkan, har Rógvi hevði sítt lærupláss á heysin. Man kann gott siga, at eg fór á sama
dystarbyrjan, at føroyska liðið ikki var serliga væl samanspælt og skuldi finna seg sjálvt, men tá ið teknisku mistøkini vórðu sílað burtur, fóru Føroyar frá at hava verið aftanfyri 10-14 til at vinna fyrsta [...] setti var gongdin nakað tann sama, tó at Føroyar fóru frá írum fyrri í settinum og vunnu tað lutfalsliga trygt 25-20. Í triðja setti var gongdin jøvn og tað tók leingi at rista teir berjandu írarnar av sær [...] sannførandi tey bæði fyrstu settini, nevniliga 25-18 og 25-13. Norðurírar vóru um at lima seg inn aftur í dystin við at taka triðja sett, men Føroyar vardu fyri og vunnu ta tepurt 26-24 og harvið dystin
er við at taka seg upp nú. Sjálvandi er tað sera hóskandi hjá Miðflokkinum, at hesi etisku virði verða tikin upp til kjaks – og ongantíð betur fyri teir, at samgongan hevur gjørt av, at í hesum [...] Lat okkum sláa tað fast beinanvegin, at sjálvandi eiga samkynd síni rættindi at liva saman sum hjún, ynskja tey tað. Tað er ikki eitt mál, sum samfelagið skal blanda seg í. Um tey skulu vígast [...] Men spurningurin er, um vit skulu loyva fríari fosturtøku. Tað merkir, at vit lata tað upp til ta einstøku kvinnuna at gera av, um hon skal taka fosturtøku ella ikki – sjálvandi eftir teimum treytum