Lat okkum sláa tað fast beinanvegin, at sjálvandi eiga samkynd síni rættindi at liva saman sum hjún, ynskja tey tað. Tað er ikki eitt mál, sum samfelagið skal blanda seg í. Um tey skulu vígast í kirkju ella ikki, tað er eitt mál fyri kirkjuna.
Viðvíkjandi fosturtøku, so er tað ikki eitt mál, um vit eru fyri fosturtøku ella ikki. Men spurningurin er, um vit skulu loyva fríari fosturtøku. Tað merkir, at vit lata tað upp til ta einstøku kvinnuna at gera av, um hon skal taka fosturtøku ella ikki – sjálvandi eftir teimum treytum, sum eru í galdandi lógum og læknavísindi – og ikki minst ráðgeving.
Tað óhuganliga er, um politikarar og fjølmiðlar lata seg tøla av hesum meiningsleysa kjaki, sum er við at taka seg upp nú. Sjálvandi er tað sera hóskandi hjá Miðflokkinum, at hesi etisku virði verða tikin upp til kjaks – og ongantíð betur fyri teir, at samgongan hevur gjørt av, at í hesum máli ræður Miðflokkurin eina.
Vandin er, at kjakið um vælferðarsamfelagið fer í skuggan. Sera stórar sparingar standa fyri framman. Annika Olsen stendur við størstu avbjóðingini, nú hon skal spara 53 milliónir krónur á almannaøkinum longu í komandi fíggjarlóg. Ætlanin hjá samgonguni – í øllum førum hjá Fólkaflokkinum – var, at størsti parturin av hesi sparing skuldi fremjast við at hækka pensjónsaldurin. Tað hevði jú verið so lætt. Hækka pensjónsaldurin eitt ár longu komandi ár, og so kanska eitt ár afturat ella bæði tvey.
Tann ætlanin varð punkterað í vár. Men sparingarætlanin stendur við. Og hon kann bara fremjast við sera stórum inntrivum í vælferðarsamfelagið. Samgongan skal gera av, hvørjar vælferðartænastur skulu takast av og hvørjar skulu skerjast munandi.
Tí má tað ikki eydnast at køva kjakið um veruligan politikk við kegli um samkynd og fosturtøku – ella um fullveldisætlanina hjá løgmanni. Tað eru grundleggjandi virði í okkara vælferðarsamfelag, sum standa upp á spæl. Øll vita, at skerjingar skulu til. Tí mugu allar kreftir nýtast til at viðgera, hvussu vit best varðveita vælferðarsamfelagið, og hvussu vit best býta virðini í samfelagnum, so tað kemur øllum til góðar – og ikki bara teimum fáu, so sum sterkar kreftir í samfelagnum vilja.