Gjøgnumbrotið er heilt nær

Nicklas Bendtner skoraði seinasta málið í stórsigrinum hjá Arsenal sunnudagin. Stóra gjøgnumbrotið er heilt nær, sigur Arsene Wenger, venjari, um unga mannin, sum enskir fjølmiðlar elska at hata

PREMIER LEAGUE

Sunnudagin fekk hann eitt korter á vøllinum. Tað var nóg mikið hjá honum til at staðfesta stórsigurin hjá Arsenal, tí í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini høgdi Bendtner kúluna í kassan.
Hetta var fyrsta málið hjá Bendtner í ár, men neyvan tað síðsta, sambært Arsene Wenger, venjara hjá Arsenal og Nicklas Bendtner.
– Stóra gjøgnumbrotið er heilt nær og Bendtner verður betri fyri hvørt ár, segði Arsene Wenger millum annað um vikuskiftið. Tveir ítøkiligir førleikar mugu tó bøtast – tekniski parturin av spælinum hjá Bendtner og hansara flytingar og rørslur á vøllinum, staðfesti Arsene Wenger fyri ensku fjølmiðlunum, sum heldur vildu hoyra um avrikini hjá Bendtner uttanfyri vøllin.

Gølurnar
21 ára gamli danin var í farnu viku nevniliga ógvuliga heppin við at sleppa snikkaleysur frá einum ógvusligum ferðsluóhappi. Við 160 km/t fór hann sendandi av vegnum í sínum dýra Aston Martin, sum fór í knús. Bilurin hevði ikki færri enn 510 hestakreftir, men eisini trygdarútgerð, sum vildi nakað, og tað bjargaði Bendtner, staðfesti ein danskur motorserfrøðingur eftir óhappi.
Í maimánaði prýddi Bendtner eisini forsíðurnar. Hesaferð hevði hann verið ein túr í býnum, har nakað nógv var komið niður um, og á veg út frá diskotekinum var Bendtner so óheppin at missa buksurnar. Dýrandi fullur, við buksunum niðri um reyvina og í berum boxershorts – hetta var guff hjá fotografunum.
Nakrar mánaðir frammanundan hesum – í november í fjør – valdi Bendtner at spæla í ljósareyðum gaggum. Hetta var av mongum mett at vera rættiliga óseriøst, og tað fekk Bendtner at hoyra fyri. Millum annað The Guardian gjørdi eina myndarøð av Bendtner, sum rann runt á fótbóltsvøllinum í høghælaðum og ljósareyðum skóm.
Harumframt gjørdi Bendtner seg rættiliga ópopuleran við at klandrast við stóru stjørnuna hjá Arsenal, Adebayor, mitt undir dystinum í Liga Cup í móti Tottenham í januar í 2008. So galið varð tað, at Adebayor stútaði eftir Bendtner.
Hesar gølur hava allar havt við sær, at Bendtner næstan er vorðin eitt offur í ensku fjølmiðlunum. Ein maður, ið øll elska at hata.

Hevur evnir
Bendtner hevur tíbetur eisini gjørt vart við seg upp á ein positivan hátt. Tað var eisini tí, at Arsenal á sumri 2004 valdi at gera sáttmála við Bendtner, sum enn ongan dyst hevur spælt í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Tvey ár seinni – í august 2006 – spældi Bendtner sín fyrsta landsdyst, har hann eisini skoraði, og Bendtner er yngsti danski landsliðsleikarin, sum hevur spælt 25 landsdystir. Hetta met setti hann í apríl í ár, tá hann 21 ár og 75 dagar gamal tók metið hjá Michael Laudrup.
Kappingarárið 2006-2007 var eisini árið, Bendtner varð útleigaður til Birmingham. Her var hann við at tryggja liðnum uppflyting í Premier League, áðrenn leiðin gekk aftur til Arsenal, har Bendtner nú hevur spælt fleiri enn 100 dystir – sum 21 ára gamal.

Álitið á landsliðnum
Tað er eisini sum 21 ára gamal, at Bendtner er vorðin álitið í framrættaða spælinum á danska landsliðnum. Hann skal syrgja fyri málunum og harvið tryggja, at Danmark kemur við til HM-endaspælið í 2010.
Í Arsenal hevur tað bara gingið væl higartil í ár. Eitt mál í Champions League og fyrsta málið í Premier League kom sunnudagin. Sambært Arsene Wenger eru fleiri á veg.