gjalda skatt, men hvat fáa VIT og OKKARA BØRN fyri hann? Til tykkum politikkarar: Gevið teim veiku næmingunum bæði fiskastuðulin, rentustuðulin (tí til hús nr 2., 3., 4. osfr. skal verða tikin burtur og givin [...] afturat fyri Føroya land), men dýrt fyri foreldrini, tí at arbeiðstíð má broytast ella gerast til deiltíð, men óivað til gagns fyri okkara elskaðu børn. 4. Krevja menningarætlan minst 1 ferð árliga, helst 2 ferðir [...] ráð til brekað og børn við serligum tørvi. Ja, Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi lærari, tú segði, at tú skilti meg, og at tú visti bæði, at tey veiku og tey sterku børnini í skúlunum als ikki fingu ta
sum ein rein kollvelting líka úr Sandvík til Sumbiar ? og úr Sumba til Gásadals! Tí tá er tað bara eitt hanagleiv á meginlandið ? og ein spurningur um tíð, til áfast er. Jú sanniliga, stórar avbjóðingar [...] Suðuroy. Ein góður og sakligur Breddi, sum gav borgarstjórunum í oynni og einum borgara úr Sandvík høvi til at siga sína hugsan um eitt mál, sum er áhugavert hjá okkum øllum her suðuri - og sjálvandi eitt [...] verður flutt til Suðuroyar, ongantíð ov skjótt. Fyri Havnina hevur hetta ongan týdning ? fyri Suðuroynna hevur hetta alstóran týdning, tí oyggin skríggjar eftir almennum arbeiðsplássum til útbúgvin fólk
fyrimunin fingu fólk, ið ferðast dagliga langa leið millum bústað og arbeiðspláss, sum hvønn einasta dag, í øllum veðri, koyra allan vegin til Tórshavn til arbeiðis. Øll hesi fólkini spardu nú 1 til 1,5 tíma [...] var hetta møguliga størsta framstig nakrantíð. Hetta kom at geva okkum óendaligar møguleikar bæði til vinnulig áhugamál og hjá einstaklingum. Óendaligar møguleikar Vinnulívið kundi stytta munandi um f [...] tíma hvønn dag í koyring. Hendan tíðin kom nú allari familjuni til góðar. Verður ikki brúkt fult út Hetta ljóðar sum ein sólskinssøga, ella ævintýr. Men tíverri so verður hendan framúrskarandi, og størsta
Svøriki og Finlandi skulu gjaldast út. Nú øll Norðurlond møtast í Stockholm til árliga Norðurlanaráðsfundin er tað eitt gott høvi hjá føroysku limunum í Norðurlandaráðnum og løgmanni at gera vart við teir [...] Síðani hevur íslenska stjórnin togast við IMF lánistovnin um eitt lán, so til ber at koma burtur úr teimun ringasta trupulleikunum, men higartil er bert ein lítil partur av tí játtaða láninum útgoldið
tosað verður um at leggja kommunurnar saman, vil eg inniliga heita á alt bygdafólkið um at siga nei til samanlegging, tá atkvøðast skal 6. Mai. Vit, sum eldri eru, minnast søguna. Vit minnast, tá ið vit [...] og Streymnes. Vit minnast, hvussu teir bygdu skúla og annað, meðan einki hendi her í bygdini. Vit fingu ikki eitt oyra úr kommunukassanum. Vit minnast stríðið og illstøðurnar ímillum bygdirnar, tá Hósvík
russiskum ella sponskum sum valfaki. Tá fingu bert fá ung fólk útbúgving fram til student. Í dag strembar allur skúlapolitikkur eftir at fáa so stórt tal av ungum føroyingum til so høga útbúgving sum gjørligt. [...] Alheimsgerðin krevur eisini, at so nógv fólk í einum landi sum til ber eru við til at fremja landsins áhugamál í tøttum sam- og viðskiftum við grannalond og onnur. Óneyðugt at siga eru málfakini mest [...] Hetta bræv er ein áheitan á og ein ávaring til landsins skúlamynduleikar um ta neiligu gongd, sum undirvísingin í týskum (o.ø. evropeiskum málum) hevur verið offur fyri í tí førda skúlapolitikkinum í Føroyum
Vági. Tað var veruliga so, at ávísar dagar varð byrjað á Tvøroyri, har vit fingu undirvísing t.d. í fýra tímar, síðan koyrdu vit til Vágs við bygdaleiðum ella við onkrum lærara, har vit vórðu undirvíst víðari [...] Tað, at teir alment siga og meina, at nakað verður tikið frá Vágs kommunu, um tað verður flutt til Hovs, til dømis, er eit vónbrot at hoyra og tað er ófatiligt at hugsa sær, at royndir politikkarir halda [...] Bygdaleiðum, tá ið skúladagurin var á enda komin, umleið kl. 17, ja, so koyrdi ein taxabilur meg aftur til Hvalbiar. Soleiðis gingu tvey ár, og áðrenn mína tíð, høvdu tríggjar av mínum systrum havt somu skúlagongd
árið - eftir umbøn frá løgmanni. Koma teir at ráða fyri borgum eftir komandi val, so veksur talið til 4 milliónir um dagin. Samstundis, sum mong økir her á landi enn liggja í órøkt, vegna tørvandi játtan [...] eftir komandi val. Hesin ræðsluboðskapur fær mangan føroying at missa svøvnin. Tí kemur henda samgonga til aftur, er stórur vandi fyri, at Føroyar aftur verða rendar á húsagang, so at tvingsilssølur, arbeiðsloysi [...] føroyingar framum loysing. Tað ger Fólkaflokkurin/Tjóðveldi ikki. Áheitan á Fólkafloksveljaran: ? Til komandi val hava sera mongu misnøgdu Fólkafloksveljarnir/Tjóðveldisveljarnir ein møguleika at vísa
okkum beinleiðis til einstøku løgtingslimirnar í eini roynd at steðga vegagerðini niðri í bygdini, sum er ein forðing fyri útbyggingum og framburði í Leirvík. Í roynd og veru ber til at siga, at málið [...] hesum skrivi á tygum um at virða meirilutan í Leirvíkar Bygdarráð, sum ynskir at leggja vegaføringina til Norðoyatunnilin uppi á Brekkum oman fyri bygdina heldur enn niðri í bygdini. Bygdarráðið boðaði í mars [...] eina nýggja býarskipan beinanvegin, tí verandi býarskipan gekk út í 2006. Í býarskipanararbeiðinum fingu vit skjótt at vita frá okkara ráðgevarum, at ein vegur niðri í bygdini verður ein forðing fyri komandi
eina áheitan, til býráðið og umsitingina tann 14.08.2022, um at bera so í bandi, at allar hesar broytingar fáa somu hoyringsfreist sum nr. 2 bleiv broytt til, sum er 25.09.2022. Grundin til hetta er, at [...] senda eina umsókn um hetta inn til kommununa, og so skuldi borgarstjórin og umsitingin nokk taka sær av hesum. Í løtuni er hesar broytingar av byggisamtyktunum í Miðbýnum, til hoyringar: Broyting í ásetingunum [...] umsókn til býráðið og umsitingina um at broyta hoyringsfreistina fyri nr. 1 og 2 á omanfyri standandi lista. Um býráðið ella umsitingin hevur viðgjørt hesa umsókn vita vit ikki enn, tí vit fingu einki svar