Áheitan á Fólkaflokksveljaran:

Fólkaflokkurin gongur ídag á odda fyri at skerja okkara vælferðarsamfelag

 

Mangur Fólkafloksveljari eins og Sambandsveljari, ið vil ríkisrættarligar broytingar, men sum samstundis vil tryggja vælferð føroyinga á borgarligum støði, eru samdir og misnøgdir við tað kaos, ið valdar í landi okkara ídag.

Komandi ár verður ein millión blaka fyri borð um dagin - ella 400 milliónir um árið - eftir umbøn frá løgmanni. Koma teir at ráða fyri borgum eftir komandi val, so veksur talið til 4 milliónir um dagin. Samstundis, sum mong økir her á landi enn liggja í órøkt, vegna tørvandi játtan á fíggjarlógini.

Føroyingar missa svøvnin av ræðslu:

Ongin munur er á Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum í ríkisrættarliga spurninginum. Ein atkvøða fyri Fólkaflokkinum/Sjálvstýrisflokkinum er ein atkvøða fyri Tjóðveldisflokkinum. Tað kann sláast fast við 7 tumma seymi. Teir hava m.a. longu boða frá, at samgonga verður skipað millum somu flokkar eftir komandi val. Hesin ræðsluboðskapur fær mangan føroying at missa svøvnin. Tí kemur henda samgonga til aftur, er stórur vandi fyri, at Føroyar aftur verða rendar á húsagang, so at tvingsilssølur, arbeiðsloysi og massafólkafráflyting verður tungi og dagligi dagur føroyinga. Tað er neyðugt at steðga hesi gongd - ið loysingarrúsurin/vitloysi er við at fremja. Vit velja føroyingar framum loysing. Tað ger Fólkaflokkurin/Tjóðveldi ikki.

Áheitan á Fólkafloksveljaran:

? Til komandi val hava sera mongu misnøgdu Fólkafloksveljarnir/Tjóðveldisveljarnir ein møguleika at vísa sína misnøgd. Við at velja tjóðskaparhugaða, frílynta, borgarliga og sociala Sambandsflokkin.

Hugsa teg um:

? Hvat varð av skattalættanum, teir hava tosa um í 20 ár?

Svar: Vit fingu eina hækking

? Hvat varð av ríkisrættarligum broytingum?

Svar: Kaos

? Hvat varð av breiðu semjuni?

Svar: Onki

? Hvat varð av fólkaatkvøðuni?

Svar: Teir tordu ikki at spyrja føroyingar

? Hvat var av pensiónshækkingunum?

Svar: etin upp av skatti og avgjøldum

? Er flogvøllurin útbygdur? Svar: Samgongan roynir at senda føroyingum 400 mill kr í eykaskatti afturat.

? Er vælferð føroyinga nú í vanda?

Svar: ja


Sambandsflokkurin ætlar at fremja ríkisrættarligar broytingar, ið ikki seta vælferð føroyinga í vanda.

Fólkafloksveljarar, ið ynskja tryggar broytingar í Ríkisfelagsskapinum verða tí bidnir um at seta X fyri Sambandsflokkin.

Vit gambla ikki við tygara vælferð - sum Fólkaflokkurin ger ídag.

Ynskja tygum at sova trygt um náttina ?

Ynska tygum einar tryggar Føroyar?

Okkara rødd á Fólkatingi vil arbeiða positivt fyri Føroyum

Ikki destruktivt, sum Tjóðveldisflokkurin/Fólkaflokkurin gera ídag

Bjarga føðilandi okkara Føroyum.

X fyri Sambandsflokkin - lista B