Áheitan á allar hósvíksingar

   

Nú tosað verður um at leggja kommunurnar saman, vil eg inniliga heita á alt bygdafólkið um at siga nei til samanlegging, tá atkvøðast skal 6. Mai.
Vit, sum eldri eru, minnast søguna. Vit minnast, tá ið vit vóru í somu kommunu sum Hvalvík og Streymnes. Vit minnast, hvussu teir bygdu skúla og annað, meðan einki hendi her í bygdini. Vit fingu ikki eitt oyra úr kommunukassanum. Vit minnast stríðið og illstøðurnar ímillum bygdirnar, tá Hósvík bleiv sjálvstøðug kommuna. Men vit mugu viðurkenna, at tað var tað besta fyri bygdina. Síðani tá hevur tað verið framgongd her í bygdini, og samstarvið við Hvalvík og Streymnes hevur verið gott.
Hendir tað, at kommunurnar verða lagdar saman, verður tað verri enn nakrantíð, tí tær stóru koma at slúka teimum smáu, so tá kemur øll framgongd her í bygdini at steðga.
Vónandi standa vit øll saman og seta eitt stórt nei á seðilin 6. Mei.