og so settu vit á, har vit sleptu. Tá dansurin var liðugur, hugsaði eg við mær sjálvum, at tað var gott, at vit hildu á og kvøddu vísina um Ormin Langa lidna, sigur Petur Olivar í Hoyvík. Vit kunnu leggja [...] ólavsøku er ein hurlivasi, skilt á tann hátt, at har eru útlendingar uppi í dansinum og føroyingar, sum ikki duga stev. Øll eiga dansin á ólavsøku og eru hjartaliga vælkomin, men tað er umráðandi, at onkur [...] á Vaglið, at tað brátt rann fram fyri hann, hvat tað var, hann hevði játtað seg til. - Tá eg var komin oman til Ebenezer, var vorðið so trongligt, at eg gjørdist heitur um skallan og ivaðist, um eg fór
í eftirmælinum hjá honum. Vit sum kendu Hans, komu at halda sera nógv av hesum skilamanni, hvørs arbeiði og úrslit í dag eru dýrgripir hjá felagnum. Tí nú Hans fór um sýn, eru røddirnar hjá øllum 20 að [...] stóð á, sást hetta ikki á honum. Tvørturímóti! Her upplivdu vit mangan stríðsmannin Hans Joensen. Tað var í teimum truplastu støðunum, at vit sóðu hansara veruliga siðalag og dygdir. Í so máta komu árini [...] breddanum, og skuldi Hans frá byrjan av, blíva hart royndur sum formaður! Hans var ikki meir enn komin til sessin, tá samráðingarnar í 2003 fóru í gongd. Her kravdu Hans og hini feløgini eina stóra lø
mínum hugaheimi eru Karin og kriminalforsorgin her heima eitt og tað sama. Fyri henni hevur hetta ikki bara verið eitt arbeiði, men ein liviháttur og hjartablóð. Allastaðni eg eri komin í kriminalforsorgini [...] til. - Vit sendu fólk umborð á minni farmaskip, har teir kundu sigla millum eitt hálvt og eitt heilt ár. Eg hevði eftirlit við teimum og vitjaði teir í havnum runt um í Evropa. Har arbeiddu vit við at [...] øðrum stovnum skal arbeiða við at fyribyrgja meira kriminaliteti og helst minka um hann. Vit kunna fegnast um, at vit liggja lágt í hagtølum í kriminaliteti samanborið við okkara grannalond, men tað skal
boðskapin í teimum er hon ikki eina løtu í iva um: - Vit kunnu altíð líta á, at hann tekur sær av okkum óansæð hvørji vit eru og í hvørjari støðu, vit eru í. Tað hevur sjálvur sagt, og tí er tað soleiðis, [...] Havn saman við manni og trimum døtrum. Prædikaði fyri dukkunum Nú Ann verður prestvígd sunnudagin, eru gudstænastan, kirkjan og andaliga lívið als ikki ókent fyri tann 31 ára gamla prestin. - Eg havi faktiskt [...] kortini takast fyrr ella seinni. - Tað hevur sín stóra týdning, at hava álit á Guds orði, soleiðis at vit kunnu liva eitt lív í signing og í yvirflóð. Ger ein ikki tað, so rekur ein bara við streyminum!,
samráðast um, men tey eru so fá. Um danir leggja seg tvørar viðvíkjandi teim málum, sum ikki skilliga standa á A listanum, so ber til at bíða, tí tey í kostnaðarsamanhangi ikki eru so ógvuslig. Eitt gott [...] statsrættarliga samband, vit hava við Danmark. Men aftaná ta viðferð, sum Nyrup Rasmussen og danska politiska skipanin hevur sýnt Føroyum undir sjálvstýrissamráðingunum, haldi eg nú, at tá vit um nøkur ár koma [...] koma so langt, at vit taka sjálvstýri, tá gera vit tað fult út, eisini við egnum forseta. Soleiðis sum politiska veðurlagið er i Føroyum kann uppskotið um Sjálvstýri Føroya Fólks bert avgreiðast við atkvøðum
Føroyum og Noregi, hvørki sum fuglur, ei heldur sum mannaføði. Leita vit stívliga 170 ár aftur í tíðina, var eingin náti her á landi. Fara vit longur suður, eitt nú til oynna, St. Kilda vestan fyri Írland, so [...] heldur til. Eru umstøðurnar góðar, kann hann verpa eitt sindur fyrr. - Náti livir, til hann er umleið 50-60 ára gamal, og fuglurin kann fáa avkom øll árini frá tí, hann hevur vorpið fyrstu ferð. Vit vita um [...] Myrkari norðanfyri Tað, sum vit vanliga kenna til, er náti ljósur á liti, men longur norður, tú kemur, t.d. norður í Barentshavið ella vestur á Flemmish Kap, tess myrkari eru fjaðrarnar, serliga rundan
rækjuflotan er tað altavgerandi, at vit ikki enda í somu støðu, sum við svartkjaftabýtinum, har tað brádliga komu fleiri ára gomul loyvi til sjóndar, sum ongin visti um, og sum eru endað við at blíva ein handilsvøra [...] "South Island", "Margrethu", "Atlantic", "Hviltenni" og "Palli hjá Mariannu", við størri skip sum eru komin ella fara at koma í flotan í næstum. Hvat tað so er sum ger, at fiskimálaráðharrin metir, at tað [...] at siga ongan prioritet hjá politiska myndugleikanum í dag, tí ongi stig eru tikin til at fáa eina loysn á málinum. Samstundis eru ábendigar um, at Noreg arbeiðir miðvíst við at seta í verk eina kvotuskipan
sum er í Føroyum, kemur øllum borgarum í landinum til góða. Her eru nógv mál, sum eg ivist í at øll loysingarhuga eru samd um. Og taka vit so við, at tað eftir øllum at døma einans er 1/4 av fólkinum, sum [...] eftir øllum at døma er langt eftir áðrenn føroyingar eru politiskt búnir til eitt sjálvsstýrið, sum kann metast við tey rundan um okkum. Men um vit halda, at eitt albanskt ella eitt russiskt demokrati [...] sskapurin var í vanda. Hetta varð tó avsannað í tíðindunum hjá TV2 eftir at Nyrup var niðuraftur komin: Ein Gallup kanning hevði víst, at 75% av føroyska fólkinum er fyri at varðveita ríkisfelagsskapin
síggi verður brúkt. Hetta síggja vit í miðbýnum í høvuðsstaðnum har vit báðir ganga. Eisini sær hann fleiri møguleikar í træi, tá ið ein byggir størri hús. Somuleiðis eru fleiri møguleikar við betongi, sum [...] hópin av megnar tiltøkum Norðurlandahúsið er uttan iva hin mest eyðkendi bygningurin í Føroyum. Nú eru ætlanir frammi um, at húsið byggjast út karmarnir útvíðkast til meiri virksemi. Ætlanin er, at húsið [...] útbyggingini, teir skal tú seta leiðsluni í Norðurlandahúsinum. Eg hitti mannin uttanfyri Hotel Hafnia. Vit ganga okkum ein lítlan túr í góðveðrinum í miðbýnum, hósdagin. Hóast hann ikki hevði møguleika at tosa
vísir sum sálarfrøðingur á, at tølini hjá Miðflokkinum, sum vísa, hvussu nógv eru samkynd í londunum rundan um okkum, eru alt ov lág. - Tað er rættiliga trupult at máta slíkt, tí fólk tora so illa at viðganga [...] kanning er gjørd í 40´unum. Í einari tíð, har fá mannfólk í mun til í dag vóru komin úr skápinum, umframt at ongar kvinnur eru við í kanningini. Við hesum í geyma ber til at ímynda sær, at um líknandi kanning [...] an, heldur Eyðun Joensen. Hann vísir á, at fyri 50 árum síðan sendu vit enn tey evnaveiku av landinum. Fyri 40 árum síðani sendu vit enn tey sálarsjúku av landinum. Nú er so tíbetur pláss fyri teimum aftur