1. desembur verður vaktarskifti á kriminalforsorgini. Eftir samfull 36 ár á brúnni takkar Karin Kjølbro fyri seg sum leiðari fyri kriminalforsorgina, har Elkin Klettheyggj nú fer at loysa hana av. 39 ára gamla Elkin Klettheyggj er upprunaliga úr Sandvík, men hevur síðani 1996 verið partur av kriminalforsorgini í Danmark, har hon er útbúgvin sosialráðgevi, kriminolog og hevur tikið leiðsluútbúgvingina hjá kriminalforsorgini har.
Hon hevur roynt eitt sindur av hvørjum hesi árini, hon hevur starvast í Danmark. Hon hevur starvast í fongslum, har rokkarar og bandar hava sitið, og sum eftir donskum mátistokki eru sokallað hørð fongsul.
Hon hevur eisini roynt seg við egnari verkætlan, sum hjálpti hópin av brotsmonnum aftur í ein vanligan gerandisdag við familju og arbeiði. Nú er hon til reiðar at veita heimlandinum Føroyum eina hjálpandi hond við sínum íkasti til hvussu ein góð kriminalforsorg skal virka.
Altíð verið áhugað
Elkin Klettheyggj er kend innan yrkið. Líka síðani hon las til sosialráðgeva, hevur hon havt ein serligan áhuga fyri kriminalforsorgini. Her hevur hon eisini arbeitt síðani 1996.
- Áhugin fyri kriminalforsorgini kom meðan eg las til sosialráðgeva, og serliga í sambandi við mítt “speciale”, har eg skrivaði um fongsulsrevsing og hvørji árin tað hevur á fólk. Har møtti eg fangum og fekk innlit í fongsulsverðina, sum eg helt vera sera áhugaverda, sigur Elkin, sum skjótt fekk sín dreym uppfyltan.
- Eg fekk mítt fyrsta starv í Kif (tí fríu forsorgini, red.), har vit arbeiddu við at hjálpa heimleysum fólkum við at finna bústað og at fáa fólkini undir útbúgving og í arbeiði. Tað var sera gevandi. Eg føldi, at arbeiðið var týdningarmikið, og at eg gjørdi mun hjá hesum fólkunum, sigur Elkin.
Tað er ikki einans kriminalforsorgin, sum hevur áhuga hjá henni, men eisini politiska økið sum heild.
- Eg havi altíð verið áhugað í samfelagsviðurskiftum og politikki. Eg eri uppvaksin í einum heimi við einum pápa, sum altíð var upptikin av tí, so tað var heilt náttúrligt, at eg fekk áhuga fyri hesum, heldur hon.
Drúgvar royndir
Føroyska kriminalforsorgin ger persónkanningar og hevur eftirlit við treytaðum dømdum og royndarleyslatnum. Harafturat arbeiðir kriminalforsorgin tætt saman við løgregluni og arresthúsinum í Tórshavn og hava hesi regluliga fund saman, eins og samarbeiði er við donsku fongslini, har føroyingar sita. Elkin hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan hetta økið í Danmark, og metir hon, at hetta kann koma henni til góðar.
- Nú eru nógv viðurskifti í kriminalforsorgini í Danmark ørðvísi enn í Føroyum, men eg hugsi, at mínar royndir við at samskipa tiltøk millum fleiri stovnar kunna koma mær til góðar. Eisini havi eg arbeitt nógv við at menna tiltøk bæði innan arbeiði, útbúgving og viðgerð, sum væntandi eisini kann brúkast her heima. Eg havi arbeitt á og saman við nógvum ymiskum stovnum innan kriminalforsorgina, og kenni tí økið sera væl. Tað kann vónandi koma teimum føroyingum tilgóðar, sum skulu víðari í kriminalforsorgini. So havi eg eisini tikið útbúgving innan kriminologi, sum er vísindi um kriminalitet, og hvussu hesin útviklast og kann fyribyrgjast. Serliga innan fyribyrginarøkið vóni eg, at eg kunna brúka nakað av tí, sum eg havi lært, sigur Elkin.
Elkin tekur við sum leiðari á kriminalforsorgini eftir Karina Kjølbro, sum hevur havt hetta starvið í samfull 36 ár. Kennir Elken tað sum ein heiður, at hon nú er útnevnd sum avloysari hjá einari slíkari legendu innan økið?
-Tað er púra víst, at hennara skógvar verða stórir at fylla og eg kenni tað avgjørt sum ein stóran heiður og avbjóðing. Í mínum hugaheimi eru Karin og kriminalforsorgin her heima eitt og tað sama. Fyri henni hevur hetta ikki bara verið eitt arbeiði, men ein liviháttur og hjartablóð. Allastaðni eg eri komin í kriminalforsorgini í Danmark, hava fólk vitað um og kent til Karina. Hon hevur gjørt vart við seg, har hon hevur ferðast. Eg ivist ikki í, at Karin - eisini framyvir - fer at gera seg galdandi á økinum og eg vóni, at eg kann fáa okkurt gott ráð fra henni av og á, detta rósandi orðini frá Elkin um undangongukvinnuna Karina Kjølbro.
Stóð fyri verkætlan
Tá ið Elkin starvaðist í Danmark, var hon við til at taka stig til eina verkætlan, ið kallaðist Kompasset. Henda verkætlan hevði fyri eyga at hjálpa misnýtarum, sum ikki vóru batnaðir eftir fleiri royndir til avvenjingar, at sleppa út aftur í veruliga lívið. Á henda hátt royndi Elkin við verkætlanini at leiða teir út í eitt vanligt arbeiðslív og útvega teimum arbeiði umborð á skipum. Við góðum stuðli frá reiðarínum Rübert Shipping á Fjóni bar henda verkætlanin til.
- Vit sendu fólk umborð á minni farmaskip, har teir kundu sigla millum eitt hálvt og eitt heilt ár. Eg hevði eftirlit við teimum og vitjaði teir í havnum runt um í Evropa. Har arbeiddu vit við at finna røttu leiðina víðari á arbeiðsmarknaðin og tað eydnaðist fleiri ferðir. Eg hoyri enn frá fyrrverandi kundum, sum glaðir greiða frá um eitt heilt annað lív við familju og arbeiði, sigur Elkin um verkætlanina, sum kundi verið nýtt í Føroyum eisini – ella er hon ikki upprunaliga føroysk?
- Hugtskotið er føroyskt! Tað eru dømi um ungar føroyskar dreingir, sum kanska ikki skikkaðu sær pent og fóru til skips, har teir búnaðust og komu aftur sum onnur fólk. Tað hevur verið familjan, sum hevur syrgt fyri hesum, jú, tað hevði væl borið til at skapt eina líknandi verkætlan her heima, heldur Elkin.
Lítið, men umráðandi
Kriminalforsorgin í Føroyum hevur eina deild í Tórshavn, har tveir sosialráðgevar starvast. Hetta er lítið í mun til onnur lond, men tað merkir ikki, at hon er minni týdningarmikil.
- Kriminalforsorgin í Føroyum er ein minni deild, men sera týdningarmikil, tí hon saman við øðrum stovnum skal arbeiða við at fyribyrgja meira kriminaliteti og helst minka um hann. Vit kunna fegnast um, at vit liggja lágt í hagtølum í kriminaliteti samanborið við okkara grannalond, men tað skal eisini halda áfram og vónandi blíva enn minni. Av tí at samfelagið er so lítið, fyllir tað sum hendur á økinum nógv hjá mongum og viðkemur fleiri fólkum. Eg havi lagt til merikis, at tað eisini fyllir nógv í fjølmiðlum, eins og tað ger aðrastaðni, sigur Elkin.
1. desembur fer hon til verka, og hon er til reiðar við sínum egna íkasti.
- Í fyrstu syftu skal eg seta meg inn í økið og tey serligu viðurskifti, sum eru galdandi fyri kriminalforsorgina her heima. Sum nevnt, so er hetta nakað heilt annað enn fongsulsverðin í Keypmannahan. Fyri meg er tað avgerandi at menna fólk, soleiðis at ein vitjan hjá kriminalforsorgini kann gerast eitt snúningspunkt og ein møguleiki at framyvir liva á røttu síðuni av lógini, sigur Elkin.
Uttanlands er samfelagstænasta ein vanlig revsing, men enn er hetta ikki ein partur av lógini í Føroyum. Tað kann tó broytast, nú Elkin setur seg við róðrið í kriminalforsorgini.
- Samfelagstænastan er ein sera gagnligur møguleiki ella ískoyti til aðra revsing. Tøl vísa, at afturstigið er minni fyri fólk, sum verða revsað við samfelagstænastu, samanborið við tey, sum verða revsað við fongsulsrevsing. Harafturat er tað ein væl bíligari loysn enn at búra fólk inni, somuleiðis sum hetta kann leiða tey aftur á arbeiðsmarknaðin, sigur Elkin Klettheyggj at enda.