Greiðið nú sjálvstýrismálið úr hondum

Tá ið núverandi landsstýrissamgonga varð skipað, vóru vit nógv sum frøddust um sjálvstýrisætlanirnar.

 

Tá ið núverandi landsstýrissamgonga varð skipað, vóru vit nógv sum frøddust um sjálvstýrisætlanirnar. Tann íslendska skipanin, sum sett varð í samgonguskjalið, var ein skilagóð loysn á sjálvstýrisstrembanini. Hendan hevði havt við sær endaligt frælsi, púra óheft av dønum.

Forsætisráðharrin gjørdi alt fyri at spenna bein fyri loysnini og harvið fyri eini framhaldandi sunnari menning av føroyska samfelagnum. Tíverri gekk nógv tíð, áðrenn endaliga varð staðfest, at hendan leiðin ikki førdi fram.

Hin 1. februar 2001 gav landsstýrið boð um nýggja leið at ganga. Hendan leiðin var avgjørt gongd. Tó var eitt mistak við hesari loysnini, og tað var, at ein (ella báðar tvær) fólkaatkvøða var við í uppskotinum. Í politiska systeminum skal ein vera sera varin við at nýta fólkaatkvøðu sum amboð. Slík eigur bert at vera brúkt, tá ein endalig góðkenning av eini týdningarmiklari skipan skal fremjast. Um fólkaatkvøða verður brúkt í tíð og ótíð verður virði av slíkari sum frá líður devaluerað. Serliga er skipanin við leiðbeinandi fólkaatkvøðum vandamikil í politisku skipanini. Alt eftir hvat málið snýr seg um, geva slíkar atkvøður pláss fyri øllum møguligum demagogiskum kreftum at sleppa framat at tala til og øsa kenslurnar hjá fólki. Tað vísir seg eisini mangan, tá fólkaatkvøður verða hildnar, at hetta verður gjørt fyri at politikarar royna at sleppa sær undan ábyrgd at taka avgerðir, og halda seg vera so ógvuliga demokratiskar við at leggja málið ?fyri fólkið til avgerðar?.

Í 1946 trýstu danir eina fólkaatkvøðu ígjøgnum í Føroyum. Kostirnar vóru tvinnir: Stjórnaruppskotið ella Loysing. Tað var heilt upplagt frá danskari síðu - og frá føroysku sambandsflokkanna síðu - at fólk skuldu ræðast til atkvøða fyri stjórnaruppskotinum. Men til alla lukku fyri Føroya land miseydnaðist hendan ráðagerðin. Aftaná vísti tað seg, at danir ikki vildu lýða úrslitið av atkvøðuni.

Nú vóru tí onnur ráðini at taka. Eitt nýtt stjórnaruppskot varð riggað til og sett í gildi sum ein heimastýrislóg. Nú tordu danir ikki at taka eina nýggja fólkaatkvøðu, og tí var hendan skipanin sett í gildi sum ein donsk lóg samtykt av danska ríkisdegnum og síðani samtykt av nývalda Løgtinginum.

Danir vildu ikki av við Føroyar, og tað vilja teir framvegis ikki. Men í 1946-48 vistu teir væl, at Føroyar heilt upp til seinra heimsbardaga vóru eitt fátækt land. Danskar peningaveitingar til Føroya vóru sera smáar, og vinnulívið var eintáttað. Táið Danmark í 1946 hevði tapt fólkaatkvøðuna, noyddust teir at finna eina skipan, sum líktiskt nakað av sjálvstýri, men samstundis kundi geva dønum møguleika fyri at veita stóran peningastuðul til Føroya, beinleiðis við tí endamáli at binda Føroyar fastari at Danmørkini. Filosofiurin aftanfyri var, at vóru Føroyar fyrst heftar búskaparliga at Danmark, gjørdist tað seinur dagur, áðrenn tær fóru at krevja veruligt sjálvstýri.

Taktikkurin eydnaðist sera væl. Av teim yvirtøkum, sum framdar vórðu í 1948, var tað bara infrastruktururin, sum hevði stóran kostnað við sær. Onnur stór útreiðsluøki vórðu kostnaðarliga bert partvíst yvirtikin. Við allari teirri búskaparligari framgongd í Europa og heiminum sum heild í seinru helvt av 20. øld fingu Føroyar sjálvandi eisini sín part. Men tað hevði samstundis við sær størri danskar veitingar. Úrslitið gjørdist, at so gott sum ongar veruligar yvirtøkur eftir heimastýrislógini vórðu framdar alt tíðarskeiðið frá 1948 til dato. Ræðslan fyri minking av danska stuðlinum gjørdist ein partur av føroyska gerandispolitikkinum.

Ikki fyrrenn nú við seinasta uppskotinum hjá landsstýrinum um eina yvirtøkuætlan og niðurskipan av ríkisveitingunum sæst ein veruligur og veruleikakendur sjálvstýrispolitikkur. Um hendan ætlanin verður gjøgnumførd verður ríkisstuðulin so gott sum burtur um eini 4 -5 ár, og við búskaparútlitinum fyri komandi árini, er tann ætlaði búskapargrunnurin tá komin uppá eini 5 mia. kr.

Tað góða við hesi ætlanini er, at øll A-mál kunnu yvirtakast bert við eini føroyskari avgerð. Tað er ikki neyðugt við samráðingum um yvirtøkuna, sjálvt um tað sjálvandi kann vera praktiskt klókt. B?málini skal tað sjálvandi samráðast um, men tey eru so fá. Um danir leggja seg tvørar viðvíkjandi teim málum, sum ikki skilliga standa á A listanum, so ber til at bíða, tí tey í kostnaðarsamanhangi ikki eru so ógvuslig. Eitt gott dømi, um hvussuleiðis hetta kann gerast, er uppskotið hjá Vinnumálastýrinum um yvirtøkuætlan.

Sostatt er eingin orsøk til at bíða spentur eftir, hvat Nyrup sigur til nýggja uppskotið hjá landsstýrinum. Tað eru bert fjølmiðlafólk, sum halda tað vera áhugavert.

Tá ið yvirtøkuætlanin er framd, og ríkisveitingarnar minkaðar niður í lítið og einki, er heimastýrislógin tømd. Tá ber til at gera endaligu sjálvstýrisskipanina og Føroya vera ein suverenur statur. Tann nýggja føroyska grundlógin verður liðug longu í ár, so hon er klár til samstundis at setast í gildi. Hetta seinasta stigið á sjálvstýrisleiðini eigur tá at fara út til fólkaatkvøðu til endaliga góðkenning.

Lat meg leggja afturat, at eg havi altíð hildið, at Føroyar áttu, í øllum førum í langa tíð, at veri í kongsfelagsskapi við Danmark. Hetta tí eg haldi, at monarki er ein góð stýrisskipan, og danska kongshúsið, sum virkar væl, er einasta veruliga statsrættarliga samband, vit hava við Danmark. Men aftaná ta viðferð, sum Nyrup Rasmussen og danska politiska skipanin hevur sýnt Føroyum undir sjálvstýrissamráðingunum, haldi eg nú, at tá vit um nøkur ár koma so langt, at vit taka sjálvstýri, tá gera vit tað fult út, eisini við egnum forseta.

Soleiðis sum politiska veðurlagið er i Føroyum kann uppskotið um Sjálvstýri Føroya Fólks bert avgreiðast við atkvøðum frá Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum. Tað ræður tí um, at hesir flokkar avgreiða tað í Løgtinginum nú. Síðani er tað av størsta týdningi, at hesir flokkar fáa meiriluta aftur við næsta løgtingsval, og at hesin meiriluti skipar landsstýri eisini í næsta valskeiði. Hetta hevur einki við blokkpolitikk at gera, sum nøkur vilja gera tað til. Tað er bert ein ásannan av, at hetta - tað mest týdningarmikla mál fyri Føroya land - nú má avgreiðast. Aftaná tað kunnu vanligar politiskar hugsjónir aftur kappast í einum frælsum Føroyum.

Eftir nýggju stýrisskipanarlógini skal løgmaður heldur ikki veljast av nýggjum aftaná eitt val. Hann kann halda fram, um ikki meiriluti er ímóti honum. Fær núverandi samgonga meiriluta á komandi vali (møguliga saman við Miðflokkinum) kann løgmaður og landsstýrið uttan víðari halda fram.

Tí er tað eitt vónbrot, at landsstýrisflokkarnir nú eru farnir at skriva almenn brøv til hvønn annan við keðiligum politiskum skuldsetingum. Tjóðveldisflokkurin eigur at vita, at landsstýrismenn hava skyldu at arbeiða við teim málum og økjum teir umsita. Til dømis hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum skyldu til finna eina so góða loysn sum møguligt á jarðarlóggávuni. Til hetta setur hann eina nevnd, og tað er heilt natúrligt, at nevndararbeiðið hevur almennan áhuga, og at tað ávegis fær almenna viðgerð. Tað líkist heldur ongum, at skuldseta ein landsstýrismann fyri ?milliardanýtslu?, bert tí hann biður um at flyta 2-3 mió. kr. frá einum fíggjarárið til annað til seismiskur kanningar, fyri skjótari og bíligari at gera ein týdningarmiklan undirsjóvartunnil, sum allir partar annars eru samdir um, og sum er við í langtíðar íløguætlanini.

Nei góðastu menn, prátið um møguligar tvørleikar innanhýsis og latið annars sjálv málini koma til almennan kunnleika. Tað er gott at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismenn hava. Og minnist til, at sjálvt um núverandi landsstýri fyrst og fremst hevur sjálvstýri sum endamál, so hevur tað á flest øllum økjum gjørt eitt dygdarverk, betri enn flest onnur landsstýri, til frama fyri land og fólk. Alt hetta styrkir eisini grundarlagið undir einum sjálvstøðugum Føroyum.