Kamari er trongligt og lítil møguleiki er at gera tað heimligt. Og tað er tað so lítil meining í, tí hann sleppur bara at vera her til 27. apríl. Tá skal hann aftur flyta úr kamarinum. Tí er tað einasta [...] flyta aftur til Føroya. ? Hetta er mítt heim - her trívist eg best, sigur Elias. Men tað vísti seg eitt sindur truplari enn hann hevði roknað við. Fekk fatur á eini íbúð Elias er ikki múgvandi maður og hevði [...] Almannastovan roynir hvat tey kunnu, men úrslitið er tað sama. Íbúðarmarknaðurin er sperdur - ov fáar íbúðir til ov nógv fólk, og tí er leigan høg. Men tað er Elias, sum merkir trupulleikan á egnum skinni
seismikkanningum er størstur, eru økini smærri, meðan alt norðhavið er eitt økið. Hvussu skipanin fer at roynast er sjálvandi ilt at siga, men Djóni Weihe væntar, at hetta fer at roynast betur enn tann gamla [...] skipanina og hann er nøgdur. ? Jú hatta er væl betri enn tað var frammanundan, sigur hann og leggur afturat: ? Nú verður tað til veðurtænastuna og til »seismiktænastuna« vit skulu ringja, men tað er í fínasta [...] burtur við hesum, og tað eru vit fegnir um. Útvega hagtøl Men tað hjálpir tó ikki uppá, at fiskurin er burtur fleiri dagar aftaná, at skipini hava verið í økinum. Hetta er ein annar trupulleiki sum fiskimenninir
eri eg áhugaður. Hetta er tað, tú hevur droymt um, síðani tú var lítil, sigur 20 ára gamli Heðin á Lakjuni. ? Men eg havi ikki skrivað undir upp á nakað enn, og tað verður so ikki fyrr enn í summarsteðginum [...] Kendasti spælari, Watford hevur í dag, er ísraelski landsliðsspælarin Ronnie Rosenthal, sum eins og Barnes er meira kendur sum Liverpool-spælari. Og manager er eingin annar enn Graham Taylor, sum fyri nøkrum árum [...] og sølu av spælarum ? og hon er farin. Við øðrum orðum verður tað ikki loyvt hjá Watford og øðrum enskum feløgum at hava nýggjar spælarar á liðnum fyrr enn kappingin endar um góðar tríggjar vikur. Heðin
føroyska avrikið í kappingini. ? Hetta var aðru ferð, vit luttóku í hesari kappingini, og vit vistu, at hetta er ein hørð kapping, so vit kundu ikki gera okkum vónir um at gera okkum galdandi. Men tað gjørdi [...] Jan Petersen úr Klaksvíkar Judofelag, sum luttóku í Limfjords Cup 98. Hetta er ein stór altjóða judokapping, har 260 luttakarar úr Danmark, Noreg, Svøríki, Finlandi, Íslandi, Føroyum, Hollandi og Týsklandi [...] dystaðist um bronsumerkið, men tapti dystin. Hans Jákup vann tveir teir fyrstu dystirnar og kom sostatt at dystast í at náa finaluna. Men tann dystin tapti hann, so hann fekk møguleikan at dystast um bronsumerkið
at tað er lagaligari at leggja kappingina til rættis av nýggjum, enn tað hevði verið, um bara eitt lið úr Suðuroy var í hvørjum bólkinum: ? Tað er altíð keðiligt, tá lið hava ferðast, og tað so er neyðugt [...] fyri at hava heildarmyndina fyri eyga, so er ikki møguleiki at koma til loysnir, sum tað er fullgóð nytta í, og tí avgjørdu vit leygardagin, at bæði kappingin um løgmanssteypið og steypakappingin hjá kvinnum [...] Tí eru vit ikki harrar yvir, og um tað framvegis verður vindur og kavarok, so verður trupulleikin sjálvandi nógv størri, enn tann, sum vit nú halda okkum hava loyst. Men um tað ikki fer at kava stórvegis
Tá ið landsliðið um mánaðarskiftið februar/mars kom aftur av venjingarlegu í Spania, segði Allan Simonsen, landsliðsvenjari, at spælararnir vóru betri fyri, enn teir høvdu verið undanfarin ár. Men síðani [...] átta dagar. Tað er strevið, men tað hevði verið gagnligt. Petur Simonsen heldur, at í landskappingini hevði tað ikki borið til at spælt fýra dystir í átta dagar, men hann heldur, at hetta bæði hevði borið [...] at hava við sær, at venjingin úti í feløgunum ikki verður tann, sum hon hevði verið, um eingir dystir vóru. Men hetta eru korini, sum føroyingar og føroyskur fótbóltur liva undir.
nakað ítøkiligt um, hvat Henning Jarnskor fær í løn fyri at spæla fótbólt við GÍ, men talan er langt í frá um eina upphædd, sum ger gøtumannin til fulltíðar fótbóltsspælara. Sáttmálin er galdandi fyri eitt [...] fíggjarligu viðurskiftunum á ein hátt, sum tað er trygd fyri, at myndugleikarnir góðkenna. Nú sigur formaðurin í FSF, at hetta arbeiðið er ikki heilt liðugt enn: ? Vit leypa ikki fram av á nøkrum øki, sum [...] Tað hava so nógvir gjørt áður, men sáttmálin millum Henning og Gí er serligur á tann hátt, at talan er um fyrsta sáttmálan sambært teimum reglum, sum vóru samtyktir á aðalfundinum hjá FSF fyrr í ár. Á fundi
ferð eydnaðist tað Toda Jónsson at fáa eitt mál í donsku superliguni. Tað var í Parkini í Keypmannahavn, har Vejle vitjaði. ? Vit vunnu 4-1, og vit vóru hepnir. Eg haldi, at teir spældu betri enn vit rættiliga [...] 2. páskadag. Silkeborg, sum kappast við FCK um plássið undir Brøndby, sum hesa ferð vann 2-0 í Lyngby, var á vitjan í Herfølge, og teir vunnu ikki minni enn 4-0. Jákup Mikkelsen hevði ikki teir stóru [...] ikki lýstur frammanundan. Úrslitini í superliguni um vikuskiftið broyttu einki í toppinum, har Brøndby hevur beina kós móti DM, og Silkeborg og FCK kappast um næstfremsta plássið. Í botninum tóku bæði Ikast
mótspælarar rundan um beinanvegin, og ferðin er nógv hægri. Kongsvinger spælir 4-5-1, og tað er ein spælistílur, sum krevur nógv av miðjuni. Endamálið hjá Kongsvinger við hesum spælistílinum er at geva móts [...] Thoresen, er venjari hjá Lillestrøm, segði: ? Vit vóru bara ikki betri í dag. Soleiðis er lívsins harði veruleiki. Disciplineraður fótbóltur Julian Johnsson hevur nú verið í Kongsvinger í meir enn tríggjar [...] mánadagin. Á útivølli móti Lillestrøm eydnaðist tað framman fyri norska landsliðsvenjaranum Egil »Drillo« Olsen og 5.999 øðrum áskoðarum Kongsvinger at vinna 3-0, og liðið er nú á odda í bestu norsku deildini
áhuga. At upphæddin so er minni enn vit høvdu stílað ímóti, mugu vit so liva við í fyrstu atløgu. Sjálvur haldi eg løgtingsvalið hevur havt ikki ongan týdning fyri áhugan og so er hetta eisini fyrstu ferð [...] nógvar pengar í eitt so nýtt tiltak sum eitt oljufelag er kanska heldur ikki so løgið, tí enn veit eingin, hvussu framtíðin fer at síggja út, og um tað í heila tikið finst nøkur olja. Men gongur ein eftir [...] Í dag er seinasti dagur at seta pengar í nýggja føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum - í hvussu er í hesi syftu. Ætlanin var at fáa einar 10 mill. kr. í partapeningi frá fólki kring alt Føroya land