FSF hevur góðkent sáttmála millum GÍ og Henning

Fótbóltur: Onkrir aðrir sáttmálar eru sendir inn til góðkenningar, men nógv feløg hava ikki latið við seg koma

Henning Jarnskor í GÍ er eitt kent navn í føroyskum fótbólti, og nú hevur hann á ein serligan hátt skrivað sítt navn í føroysku fótbóltssøguna. Hann hevur skrivað undir sáttmála við felagið hjá sær. Tað hava so nógvir gjørt áður, men sáttmálin millum Henning og Gí er serligur á tann hátt, at talan er um fyrsta sáttmálan sambært teimum reglum, sum vóru samtyktir á aðalfundinum hjá FSF fyrr í ár. Á fundi fyri góðum tveimum vikum síðani góðkendi sáttmálanevndin hjá FSF sáttmálan, sum GÍ hevði sent til góðkenningar.

Vit hava ikki frætt nakað ítøkiligt um, hvat Henning Jarnskor fær í løn fyri at spæla fótbólt við GÍ, men talan er langt í frá um eina upphædd, sum ger gøtumannin til fulltíðar fótbóltsspælara.

Sáttmálin er galdandi fyri eitt ár, og vit hava skilt, at samlaða upphæddin er eina staðni millum hálvt hundrað og hundrað túsund krónur. Hetta hava vit kortini ikki fingið váttað.


Fleiri eru á veg

Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, er eisini formaður í sáttmálanevndini. Har hevur hann Jógvan Ámondson, ríkisgóðkendan grannskoðara, og Christian Andreasen, løgfrøðing, afturat sær. Torleif sigur, at tað eru eini trý ella fýra feløg, sum hava sent sáttmálar inn til góðkenningar:

? Vit hava viðgjørt onkrar sáttmálar, og tá onkrir upplýsingar, sum vit hava biðið um, eru komnir, fara vit at góðkenna onkran sáttmála afturat, umframt tann millum Henning Jarnskor og GÍ, men í fleiri førum fara vit at biðja um nógv fleiri upplýsingar, áðrenn vit kunnu góðtaka sáttmálan.

Hvat er tað, sum tit serliga leggja dent á, tá tit skulu góðkenna ein sáttmála?

? Vit leggja alstóran dent á, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi, soleiðis at trygd er fyri, at felagið er ført fyri at gjalda spælaranum ta upphæddina, sum er ásett í sáttmálanum. Vit taka okkum góða tíð at viðgera og avgreiða tey sáttmálauppskotini, sum koma til okkara. Tað eigur at vera áhugin hjá øllum pørtum ? feløgunum, spælarunum og Fótbóltssambandinum ? at tað ikki verður farið út í nakað, sum vit ikki grynna í, sigur formaðurin í FSF, sum leggur afturat, at Fótbóltssambandið fer fyrsta dagin at senda feløgunum eina útgreining av tí, sum varð samtykt á aðalfundinum hjá FSF fyrr í ár.


Alt skal góðkennast

Torleif Sigurðsson sigur, at teir eru av tí sjónarmiði, at allir sáttmálar, sum hava við fótbóltin at gera, eiga at verða sendir sáttmálanevndini til góðkenningar:

? Skal ein sáttmáli brúkast, t.d. um onkur ósemja stingur seg upp ella um ein spælari skal seljast til eitt felag í útlandinum, so má hann vera góðkendur, og sáttmálanevndin hjá FSF er staðið, har sáttmálar skulu góðkennast, og tað skulu teir uttan mun til, um talan er um føroyskar ella útlendskar spælarar ella føroyskar ella útlendskar venjarar.

Á aðalfundinum hjá FSF boðaði formaðurin frá, at teir høvdu heitt á eitt grannskoðararfelag at koma við einum uppskoti, sum FSF kundi senda feløgunum fyri at hjálpa teimum at halda skil á fíggjarligu viðurskiftunum á ein hátt, sum tað er trygd fyri, at myndugleikarnir góðkenna. Nú sigur formaðurin í FSF, at hetta arbeiðið er ikki heilt liðugt enn:

? Vit leypa ikki fram av á nøkrum øki, sum hevur við pengar og fótbólt at gera, men vit royna at skunda okkum tað, sum vit kunnu, sigur formaðurin í FSF.