Felagið fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svøríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Felagið Føroyar-Kuba Skrivstova og felagshøli felagsins [...] og ynskja øllum eini góð og hugnalig jól og eitt gott nýár. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Eldraárið í Føroyum Postboks [...] salinum aftaná. Beint aftaná gudstænastuna verður jólatræ fyri børnum í stóra salinum. Dansað verður um jólatræið og jólamaðurin kemur at vitja. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Ráðgevingin fyri føroyingar
Kyndilsleikararnir sera vónsviknir um, at teir ikki megnaðu at halda fast um tryggu leiðsluna, sm teir vunnu sær fyrstu løtuna. Í fleiri av dystum teirra hetta árið, hevur tað verið sera tætt, men teir [...] hondbóltsdystur endar við javnleiki boðar í sær sjálvum frá, at talan hevur verið um eina sera spennandi uppgerð, men um nakar var komin við tí pástandinum, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu nógv [...] Bjarni, sum gjørdi um seg, við tað at hann átti nærum helmingin av málunum, sum Kyndil fekk í dystinum. Hóast Bjarni sostatt var nógv besti málskjúttin, so var talan av sonnum um eitt gott liðavrik, har
Í 1988 var endiliga skjøtul settur á í Leynum av samgongu við javnaðarflokkinum á odda. Longu árið eftir varð arbeiðið steðgað av samgongu við fólkaflokkinum, tjðoðveldinum og teimum smáu. Hetta arbeiðið [...] letst at gráta rossatár. Við teimum verkætlanum tingmenn hava sett sær fyri við m.a. undirsjóartunli um Leirvíksfjørð, tunli úr Kambsdali út millum Fjarða og øðrum ætlanum í huga, var hetta prosjektið eitt [...] okkurin tíbetur forpurrað. Javnaðarflokkurin viðgongur, at hann hevur tapt fyrsta part av stríðnum um landsverkfrøðingin. Fólkaflokkurin og tjóðveldið vunnu. Men tað kemur ein dagur eftir henda. Viðvíkjandi
ritgerðina, men við tað at ein partur av øllum hesum snýr seg um harðskap millum ung, hava vit valt at taka hendan partin fram. Talan verður tó ikki um so greiðar niðurstøður, men hinvegin havi eg roynt at gjørt [...] hevur ofta verið vanligt at politiovastin í Føroyum ella onkur í líknandi embæti hevur úttalað seg um evnið. Trupulleikin hevur ivaleyst verið tann, at tað ongantíð hevur verið ført eitt samlað yvirlit [...] niðri í Danmark, har hon hevur lisið innan jura og kriminologi, hevur gjørt eina ritgerð, sum snýr seg um júst hetta evnið. Ritgerð hennara varð liðug á várið í ár, og tá hevði hon sjálvsagt nýtt eina øgilga
upphæddin er hin størsta í fleiri ár. Seinastu árini hevur úrtøkan ligið um góðar 90 tkr., og fyriskipararnir eru sjálvsagt sera fegin um góðu undirtøkuna. Onkur heppin skóti verður ivaleyst eisini sera fegin [...] Tá saman um kom megnaði skótahjálpin í ár at savna inn 106 tkr. teir dagarnar, sum tiltakið fór fram. Nakað av útreiðslum vóru sjálvandi, og eftir at hesar vórðu drignar frá, vóru 101 tkr. eftir í kassanum [...] skótahjálpini. Ferðslutrygd og vaskimaskinu Framman undan var gjørt av, at innsavnaði peningurin hetta árið skuldi býtast í tríggjar partar, eins og vanligt er. Skótahjálpin hevði valt at stuðla tveimum verkætlanum
verða umleið 200 jólagestir og 21 bilar við umborð. Hetta er annað árið á rað, at Norröna siglir við ferðafólki millum Danmark og Føoyar um jólini. Góð marknaðarføring ? Vit hava í ár gjørt nógv við at m [...] hjá Norrönu, og sæst hetta nú aftur í ferðafólkatalinum um jólini. Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line, er sannførdur um, at tað er miðvísa marknaðarføringin, ið er orsøkin til [...] uppdagað, hvussu nógv bíligari tað er at ferðast sjóvegis, tá talan er um familjur, og tí velja fleiri og fleiri at ferðast sjóvegis, eisini um veturin. Harafturat ber tað jú eisini til at hava bilin við, tá
men eg syngi gjarna kór, sigur Jørgin Dahl. Um tónleikin á nýggju fløguni sigur hann: - Tónleikurin er rættiliga ymiskur, men sum heild haldi eg, at talan er um víðariútvikling av tí, sum eg gjørdi í Føroyum [...] hoyrt til Jørgin Dahl tónleikaliga, síðani hann flutti til Danmarkar miðskeiðis í 80'unum, men seinast árið er hann komin eitt sindur afturíaftur, tí fleiri sangir hjá honum eru endurútgivnir á savnsfløgum [...] tónleik út í Føroyum, samstundis sum eg royndi at vinna meg fram í Danmark. - Eg havi ofta verið spurdur um, hví eg ikki havi givið okkurt út í Føroyum, og tað eru nógv fólk, sum hava mælt mær til tað, og nú
fremjast fyrr enn upprunaliga ætlað. Longu tíðliga í summar var útbyggingin, sum varð ætlað fyri alt árið 1999, liðug, og í vetur hava fleiri útbyggingar verið framdar, har tað hevur víst seg, at sambandið [...] GSM-skipanin byrjaði í oktober í fjør, var gjaldið fyri at ringja við eini GSM fartelefon 3,50 kr. um minuttin. Hetta gjaldið er síðani lækkað 2 ferðir, fyrstu ferð í sambandi við at uppringingargjøld
seinasti møguleiki verður um vikuskiftið. Sunnudagin 19. desember skipar felagið Roysnið fyri rennikapping í Runavík, og hendan rennikappingin er sum sagt tann seinasta, sum vit vita um í øllum førum. Teinurin [...] Nýggja árið nærkast og við tí nærkast eisini túsundára skiftið. Í tí sambandi eru nógv, sum fegin vilja hava avrikað eitt ella annað áðrenn vit fara inn í eitt nýtt túsundára skeið, og er tað at vera við
bókini. Har eru upplýsingar um lógir, sum hava við fiskiskap og veiðu yvirhøvur at gera og har eru hagtøl um kvotur og annað, sum er áhugaverdur lesnaður. Kortini er tað eingin ivi um, at besti eginleikin við [...] at nógvar av upplýsingunum í bókini eru av slíkum slag, at tær mugu dagførast eina ferð um árið. Fyri at lætta um hjá sær sjálvum, og ikki minst hjá teimum, sum skulu senda upplýsingarnar inn, so er eitt [...] at hugskotið um at gera ein myndprýddan skipalista hevur fleiri ár á baki, men ofta er langt millum hugskot og gerðir. ? Tað tekur tíð at fara undir slíkt tí tað er so ótrúliga nógv um at fara. Fyrst