neyðugt, so spardi hann sær ikki at siga tað. Tá ið alt var við at enda fíggjarliga galið í 1993, tá lat hann eitt orð falla um, at hann væl kundi fara niður í tíð, so at stovnurin spardi eitt sindur á tann [...] soleiðis, sum eg seinni lærdi hann at kenna: stillur og friðarligur, gekk um køksgólvið, klappaði og kíndi hundinum, og fekk sær eitt ball aftrat. Tað, sum eg serliga minnist frá hesari løtuni er, hvussu hugtikin [...] í Deu og síðst men ikki minst í Suna. Gentan helt hundin vera heilt ótrúligan, tí hon elskaði at sleppa at spæla við hundar, og tað slapp hon inni hjá Deu og Suna. Frá 1. mai 1972 til 1. mai 2000 var Sune
bók Jógvan Sundstein leggur áherðslu á, at hann hevur roynt at siga sína søgu so erliga, sum til ber. Tí hugsaði hann heldur ongantíð um at fáa onkran annan at skriva sína ævisøgu, sum annars er rættiliga [...] vónar Zakaris Wang, at bókin hjá Jógvani Sundstein fer at geva øðrum føroyskum politikarum íblástur til eisini at skriva sínar endurminningar. Um ikki fyri sína egnu skyld, so fyri at framtíðar søgufólk [...] havi eg roynt at reflektera eitt sindur aftaná um tað, sum fór fram. Í báðum førum er hetta fyrst og fremst mín útgáva av tí, sum fór fram, sigur Jógvan Sundstein, og leggur afturat, at uttan iva er onkur
løgið at Atli ikki longur er okkara millum. Hann fór so óvæntað, meðan hann enn var virkin í arbeiðslívinum. Eg haldi at deyðsboð fara verri við mær í dag enn tey gjørdu fyrr, skilt á tann hátt, at nú er [...] eg hann at kenna. Áðrenn visti eg ber hvør hann var. Atli tordi at ganga nýggjar leiðir og í 1974 var stóra samgongan skipað millum fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og javnaðarflokkin og hendan sat til 1980 [...] sum legði hornið á í íbúð síni á Slotsvolden 5 í Holbæk, mánakvøldið, eftir at systir hansara hevði ringt og greitt honum frá at Atli Dam var sløknaður. Seinastu 30 árini runnu fram fyri Jógvan, meðan hann
hevur tí fest hendingarnar á blað, soleiðis sum hann minnist tær. Kona hansara plagdi tó at klippa greinar og tekningar úr bløðunum, sum hava hjálpt væl at seta ferð á tankarnar hjá Jógvani Sundstein, meðan [...] Hinvegin er hann sannførdur um, at tað var rætt at bjarga Norrønu í 1983, hóast tey vóru mong, ið tá hildu tað vera ómannaverk. Kritiskar lýsingar Jógvan Sundstein hevur fyrr nevnt, at hansara endurminningar fyrst [...] meg vera ein stóran skurk. Men tað vóru jú eisini mong, ið hildu, at eg ikki var so galin allíkavæl. Orðini hjá Jógvani Sundstein siga ikki so lítið um hansara grundleggjandi lívssýn, soleiðis sum tað
umráðandi, at vit nú halda fram við hesum arbeiðnum og fáa 2. og 3. byggistig í verk skjótast gjørligt. Tí ræður tað um at velja tey valevnini, sum í verki hava víst, at tey eru før at fáa tingini at henda [...] Ziskatrøð fara í gongd. Hetta var tíðin, tá ið Fólkaflokkurin hevði borgarstjóran, men har hendi satt at siga einki. Nógv varð tosað, men einki var klárt, og sama gjørdi, hvussu ofta vit í skúlastýrinum gjørdu [...] Herfyri las eg valskránna hjá Fólkaflokkinum, har tey bæði siga seg hava lagt lunnar undir nýggju skúlabyggingina og vilja seta meira ferð á hana, men mínar royndir sum skúlastýrislimur seinastu 8 árini
trupult, at sleppa uttanlands at framføra tílíkan nýskrivaðan føroyskan tónleik, sigur Kristian Blak. Hann vónar at hetta við at samstarva við feløg í útlandinum kann halda fram, og vísir á, at longu nú [...] verið á, júst hildnar á smáplássum. - Tað er spennandi at spæla onnur støð, enn tey, sum tú vanliga spælir. Umhvørvið hevur nógv at siga, og eg minnist tildømis øgiliga væl eina konsert í Hattarvík við Rasmus [...] tónleikarar haðani koma til Føroyar at spæla saman við føroyingum og at spæla føroysk verk. Hetta er eitt samstarv, sum eisini merkir, at Aldubáran í Heyst skal til Eysturríki at framføra føroysk verk. Tað er
beint framman fyri teimum uttan at hugsa, at tey taka útsýnið frá teimum í koyristólum. Tað hevur so nógv at siga fyri hesi fólk at sleppa við til tiltøk í staðin fyri bara at sita heima. Sama trupulleika [...] fara til tiltøk við børnum í stóli. Torført er at koma fram at við vogninum, og børnini síggja einki fyri fólki. - Tað ljóðar kanska sum smáttarí at nevna, at á festivalum og stevnum ofta ikki eru nøkur vesi [...] fjøld kemur saman. Stevnur, festivalar, konsertir og ikki at tala um ólavsøkuna. Tað sigst, at hesi tiltøk eru fyri øll, men tað er ikki heilt satt. Í fleiri førum er als ikki hugsað um tey rørslutarnaðu
sum fær meg til at standa tveir tímar ein sunnudag og hyggja at einum hálvvánaligum dysti. Tað er ikki lætt at finna svar, men eitt av tí, sum er júst við fótbólti, er, at so at siga øll kunnu spæla hetta [...] tíðini. Summir av teimum gomlu, sum eg minnist fra tí eg var smádrongur, søgdust at hava verið góðir spælarar. Sum 8-10 ára gamal hevði eg ilt við at ímynda mær, at summir av teimum gomlu í bygdini høvdu [...] tað hevur so við sær at hvør dagur nú verður tilrættalagdur efitr, nær dystirnir eru. Ofta havi eg við mær sjálvum roynt at útgreina, hvat tað er, sum ger at eg kenni meg so bundnan at hesum spæli. Hvat er
ókrukkuta yvir konsertinu, umframt at ein merkti, at hon ikki var bangin fyri at vísa hvør hon veruliga er og kann sum sangari. Gott at vera aftur. - Tað var deiligt at spæla aftur á Summarfestivalinum, [...] í nátt sum var orsøkin til at endabresturin á festivalinum var ein so stór succes. - Succein var fyrst og fremst tengd at, at tað var bólkurin Dynamitt, sum fekk æruna av at seta punktum fyri ein væleydnaðan [...] festivaldag fríggjakvøldið. Og tað gjørdu teir við manér. At urið vístið hálvgum trý, tá byrjað varð, hevði eftir øllum at døma púrt einki at siga. Hvørki fyri Páll Finnur Páll og enn minni fyri áhoyrarafjøldina
sigur enn 10-0). Hinvegin er einki at siga til, um sumbingar eru farnir at stúra eitt sindur. Teir hava spælt móti B71, B68 og ÍF ? liðini, teir fyrst og fremst roknaðu við at fáa stig ímóti ? og hava tapt [...] teir vóna, at hann verður klárur aftur. Spasojé Biberdzic sat í skammikrókinum móti HB eftir reyða kortið á Sandi, men er tøkur aftur. Sumbingar hava í ár litið á áleyparan Nebosja Veljkovic til at skjóta [...] heilt 100 prosent, tá GÍ skal til Havnar at spæla móti B36. Í Gøtu eru teir vælnøgdir við at hava fingið sjey stig burtur úr higartil, men teir halda ikki, at spælið hevur verið eins gott og úrslitini