Sundstein kløkkur av deyðsboðunum

Jústinus Leivsson Eidesgaard
??????
'Tað var ein skelkaður Jógvan Sundstein, sum legði hornið á í íbúð síni á Slotsvolden 5 í Holbæk, mánakvøldið, eftir at systir hansara hevði ringt og greitt honum frá at Atli Dam var sløknaður.
Seinastu 30 árini runnu fram fyri Jógvan, meðan hann gekk runt í nýggja heimi sínum, sum hann flutti í í fjør, fyri at vera nærri sínum børnum og barnabørnum. Deyðsboð kunnu ongantíð kallast aftur og slóðað altíð fyri djúphugsan og tankarnir leitaðu beinanvegin aftur til á heysti 1970, tá ið Atli og hann stillaðu upp til løg-tingsval á fyrsta sinni og báðir blivu valdir.
? Vit hava havt so ótrúliga nógv saman bæði í samgongu og í andstøðu og tað er løgið at Atli ikki longur er okkara millum. Hann fór so óvæntað, meðan hann enn var virkin í arbeiðslívinum. Eg haldi at deyðsboð fara verri við mær í dag enn tey gjørdu fyrr, skilt á tann hátt, at nú er tað so ofta javnaldrar hjá mær, sum fara. Eg var nakrar mánaðar yngri Atli Dam, sigur Jógvan Sundstein.
Álítandi maður
? Atli gjørdist løgmaður og eg endaði í andstøðu í 1970. Tá fyrstani lærdi eg hann at kenna. Áðrenn visti eg ber hvør hann var. Atli tordi at ganga nýggjar leiðir og í 1974 var stóra samgongan skipað millum fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og javnaðarflokkin og hendan sat til 1980. Í hesum drúgva skeiði lærdi eg Atla at kenna sum ein serdeilis álítandi politikkara. Gjørdi tú eina avtalu við Atla Dam, so helt hann hana, sigur Jógvan Sundstein.
? Atli hevði ótrúligt tol í samráðingum og hann vildi finna loysnir, hann hevði eini ótrúlig evni til at tosa tingini til rættis. Avtalan við donsku stjórnina um undirgrundina er eitt gott dømi um hetta. Eg minnist Atla fyri tað góða, sjálvsagt hevði hann fíggindar í politikki, men eg taldist ikki millum teirra, sigur Jógvan Sundstein.