bæði stórir og smáir, og allir eru í rammu. Motivini eru av Strondum. Ketty dámar væl at mála fjøruna, neystini, hamrarnar og fjøllini, sum stinga seg upp. Henni dámar væl at spæla við litir, og tí eru eisini [...] liggja millum 1.200 og 2.500 krónur. Ketty er kreativ Hetta er fyrstu ferð, at Ketty er einsamøll á eini framsýning við sínum málningum. Hon var við á framsýning á ólavsøku í fjør, og síðan hevur hon verið [...] málningarnar, hon hevði við sær og longu mánadagin, tá ið framsýningin læt upp á Strondum, seldi hon eisini nakrar málningar. Ketty hevur altíð dámað væl kreativt arbeiði og tískil hevur eisini dámt henni
fleiri feløg, bæði ítróttarfeløg, ungmannafelag, og har eru eisini skótar, umframt bókasavnsnevnd og kirkjuráð. Bæði børn og vaksin eru limir í hesum feløgum, og nógv eru sjálvsagt limir í meira enn tí eina [...] umboði úr hvørjum av hesum feløgum, nevndum og ráðum, og Sunda kommuna fekk tvey umboð í nevndina. Umboðini hjá kommununi eru tvær kvinnur, Thordis Dahl Hansen og Hansina Johannesen. Endamálið hjá nevndini [...] fyrilestur um streym og sjóvarfall, og aftur í februar greiddi Freydis Poulsen frá brotum úr Svínáar søgu. Skipað hevur eisini verið fyri bingo, barnadansi, dansi, føroyskum dansi og føstulávintstiltaki
varð alt virkið endavent og umbygt til at arbeiða flak og frysta vøru. - Ein orsøkin til, at vit løgdu um frá saltfiski til flak, var, at toskurin gjørdist so dýrur at keypa og tí, at saltfiskaframleiðslan [...] tók seg uppaftur, og í Norðoyggjum eru nógvir útróðrarbátar, sum veiða hýsu við línu. - Tí valdu vit at leggja okkum eftir at virka hýsu, fyrst og fremst til amerikanska marknaðin, og tað hava vit gjørt [...] kilo, men longu árið eftir og fram til ársskiftið, var miðalprísurin 13 kr. fyri kilo. - Bankin vildi fíggja umleggingina, og tí løgdu vit á annan bógv, sigur hann. Feskt ? og fryst Norðfra keypir í fyrsta
ið kl. 21 Bønar- og lovsangsløta fyri ung úr 8. flokki og uppeftir. Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti. Ímeðan er barnaansing. Kl. 11.30 Samvera við drekkamunni. Kl. 12 Sunnudagsskúli og møti. Jan Zachariassen [...] venda sær til felagið. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. LISA Frá 24. februar er skrivstovan [...] luttekur. Tí eru sunnudagsskúli og sunnukvøldsmøti avlýst. Páskastevnan 2003 í ítróttarhøllini á Skála Høvuðstalarar á stevnuni verða Hilda og Erik J. Bedsvaag trúboðarar í Kenja og Envald Flåten, Noreg. Lívsins
hurlað runt og runt. Hvussu hart er tað at vera ung? Kapping og bólkatrýst eru lykilsorð her, bæði hjá gentum og dreingjum. Hvussu ónd eru tey ungu við hvørt annað? Happing, útspilling og baktalan. Og hví eru [...] illbønum og enskum orðum, t.d. "anoreksiungi" og "tosa bullshit". Í onkrum føri er svenskt varðveitt og gevur lítla meining, t.d. "í køliskápinum er Lætt og lagom", lagom merkir passaligt og hetta er ivaleyst [...] kenna mun á einum heilum breyði og eini breyðflís ella einum breyðstykki, sum er vanligari. Sum lærari í føroyskum situr tú hvørja viku og rættar stílar og aðrar uppgávur, og tú roynir at læra næmingarnar
ásannar tó, at í og við, at bygdin veksur, setur hetta stór krøv til kommununa. Bæði hvat barnagarði og skúla viðvíkur. Bygdin er annars vaksin nógv í seinastuni, og tað sæst jú aftur á skúla- og barnagarðs [...] við skúla og barnagarði í rættlag. Barnagarðurin er fullur, og pláss er ikki fyri nógvum afturat. Borgarstjórin sigur, at ein íløga verður heilt vist gjørd til ein barnagarð í næstu framtíð, og í útstykkingini [...] dagliga, og tað kann vera ógvuliga læruríkt í mun til nógva aðrastaðni, heldur Annfinn Brekkstein. ? Læruríkt í hesum døgum, har børn stórt sæð ikki kenna til nógv annað enn barnagarð og skúla. Børn og ung
Føroyum, og tí er tørvurin á fyribyrging og upplýsing størri enn nakrantíð. Seinastu seks árini hevur Lions í Føroyum skipað fyri skeiðum fyri fólkaskúlalærarar. Hetta í samstarvi við rúsdrekka- og narkotikaráðið [...] fyrstu vikuna í apríl. ? Tað, at berjast ímóti narkotika og tí, ið fylgir í kjalarvørrinum, tað verið seg harðskapur, kriminalitetur, óarbeiðsføri og sjúka, hevur framvegis stóran týdning, sigur Lions Club [...] narkotikaráðið. Endmálið er at geva næmingum lívsvirði og sjálvsálit, so teir millum annað duga at siga nei til rúsevni. Hetta arbeiðið krevur jú pening, og tí kunnu øll stuðla átakinum, sum verður kallað t
Varaløgmaður kærir í blaðgrein sína neyð um, hvussu Tjóðveldisflokkurin og onnur hava verið fyri einari ?hetz? frá fjølmiðlunum. Eins og tað er komið inflatión í orðini um at fara í arbeiðsklæðini, tykist [...] hava dittað sær at seta spurnartekin og krittiskar spurningar við tað, ið fyriferst handa leiktjøld serliga. Tá eitt landstýrisfólk loypir setanarpolitikkin um og disponerar politiskt í almennari starvssetan [...] ikki rætt fram í landsantikvarmálinum, tá um starvsfólkapolitikkin umræður, og er tað belastandi fyri trúvirðið hjá varaløgmanni og ikki at forgloyma løgmálaráðharra, at hann tvíheldur um hetta. Meira groft
Olsen og Sólvit Nolsøe. Vitan: Teir leggja tíðindi og kunning um tøkni út á heimasíðu. Virkiseigararnir eru: Ragnar Thomassen, Hanus Mikkelsen, Kristian Joensen og Ragnar Isaksen. LBH: Framleiður og selur [...] skúlabøkurnar og lesa uppá. Síðan Handilsskúlin fór undir lærugreinina eru íalt 20 virki stovnað, rikin og tikin av. Nevnast kann, at vinnarin í 1999, sum gjørdi fløgu við barnasøgum og ?sangum, gjørdist [...] Føroya Handilsskúla søluframsýning og kapping á Torgininum í SMS. Framsýningin er samstundis skipað sum ein próvtøka, har ungu virkini hava framløgu fyri almenninginum og dómarum. Besta virki sleppur víðari
20. mars høvdu Kathrina og Kaj Rørvig í Hvidovre verið gift í 65 ár. Kathrina, f. Strøm, er ættað av Tvøroyri. Hon flutti sum ung til Danmarkar, har hon sum 21. ára gomul giftist við Kaj Rørvig. Kathrina [...] Kathrina hevur lært at seyma, og tað hevur hon gjørt í mong ár. Umframt at seyma hevur hon eisini arbeitt á Cafeteria og gjørt mat. Kaj hevur fyri tað mesta koyrt hýruvogn í Keypmannahavn. Tey eru limir í [...] føroyingafelagnum í Hvidovre, og nógvir av okkara landsmonnum hava sitið væl inni hjá teimum. Myndin er tikin á eini dansiferð hjá føroyingafelagnum í Týsklandi. Í dag er Kathrina 85 ár og Kaj er 86. Tey eiga trý