20. mars høvdu Kathrina og Kaj Rørvig í Hvidovre verið gift í 65 ár. Kathrina, f. Strøm, er ættað av Tvøroyri. Hon flutti sum ung til Danmarkar, har hon sum 21. ára gomul giftist við Kaj Rørvig. Kathrina hevur lært at seyma, og tað hevur hon gjørt í mong ár. Umframt at seyma hevur hon eisini arbeitt á Cafeteria og gjørt mat. Kaj hevur fyri tað mesta koyrt hýruvogn í Keypmannahavn. Tey eru limir í føroyingafelagnum í Hvidovre, og nógvir av okkara landsmonnum hava sitið væl inni hjá teimum. Myndin er tikin á eini dansiferð hjá føroyingafelagnum í Týsklandi. Í dag er Kathrina 85 ár og Kaj er 86. Tey eiga trý børn, synirnir Johan og Johnny sum búgva í Danmark og dóttrina Birgit, sum býr á Tvøroyri.
Tíðindi