Ein spyr seg sjálvan: Hvussu ofta fái eg hendan møguleikan? Eg og Húngerð eru enn ung, og børnini eru í passaligum aldri, so vit tóku av møguleikanum at sleppa til fjareystur í trý ár. Vónandi fær familjan [...] fyrstu vikurnar, so bleiv ein rættiliga troyttur av tí. Her í London ganga vit nógv í biograf í mun til í Føroyum, tí her eru so ræðuliga nógvir filmar, sum ganga í biografunum. Summar vikur eri eg í [...] til Indonesia: - Eg eri rættiliga spent uppá at royna nakað nýtt aftur. Vit fara at ganga á einum altjóða skúla, og so fara vit at hava okkara egna bilførara, greiðir Sára spent frá. Systrarnar fnisa,
sáttmálarnar, sum hann heldur skulu dagførast. Men Jan hevur eisini tosað fyri, at fiskimenn eru heima um jólini. Vit spurdu hann tí, um hann væntar, at flestu fiskimenn verða heima á jólum longu í ár. - Ja [...] jólini, men tað eru nøkur skip, serliga ísfiskatrolarar, sum loysa beint eftir jól. - Tað, sum eg kundi hugsað mær, er, at flotin liggur um jólini og millum jóla og nýggjárs. Hetta er nakað, vit í leiðsluni [...] ynskja. - Vit hoyra ofta um góðar sølur hjá teimum bátum, sum landa beint eftir nýggjár, og er tað so, at manningar virkuliga vilja sleppa út millum jóla og nýggjárs, er neyvan hugsandi, at vit fara at sýta
Lamhauge. Fleiri av kømurunum eru fyrr brúkt til ferðavinnuna, tá Gistingarhúsið Skansin átti bláu húsini. - Tey eru stór 20m2 kømur, sum hava gott útsýni og eru mitt í Havnini. Tey eru ordiliga góð kømur, sigur [...] kømur, kanska helvtin, eru heilt góð. So eru hini, sum eru "ok" sum arbeiðsbústaður. Har mangla ikki nakrir fasilitetir. Tú kanst siga, at talan er um ein eldri standard, tí húsini eru frá 70'unum ella har [...] flestu av teimum eru resursusterk fólk. Tey eru vælfungerandi og eru ikki so goymd burtur. Sigur Heðin Lamhauge. - Eg helt hasa syndarliggeringina vera eitt sindur niðurgerandi. Teir eru væl fyri, teir fylgja
eisini skulu veljast í nevndir og ráð, hoyrdu vit javnan, at tað eru ongar kvinnur, sum vilja. Nú eru vit komin eitt stig longri, har vit siga, at tað eru kvinnur, sum vilja. Tað ræður bara um at peika [...] Tá ið talan er um starvið, sum eg nú havi, er stór kapping um leiðarastørvini. Hóast vit eru tríggjar kvinnur, sum eru stjórar undir aðalstjóranum í Almanna- og heilsustýrinum, er økið annars ikki kvinnuráðandi [...] áðrenn eg havi søkt eitt nýtt starv hava vit tosað saman heima um, hvussu vit skulu skipa okkum. Fyri samvitskuna hjá einum sjálvum er tað lættari, nú børnini eru vaksin. Tá ið tey vóru smá merkti eg á teimum
kann vera, at vit tá hava vunnið eina sak í Haag og harvið hava eitt nógv betri útgangsstøði. Men møguleikin er eisini fyri tí øvugta. Vit kunnu so eisini velja at bjóða út øki, sum ikki eru umstrídd. Tað [...] fólkarættinum at bjóða út øki, sum vissa er um eru umstrídd! Endamálið við eini útbjóðing er at fáa eina leiting í gongd, og vísir tað seg, at økini, sum boðin eru út, eru umstrídd, so fara oljufeløgini neyvan [...] varð gjørd. Tað hálva árið gekk út hálvan januar - og eingi tekin eru til, at bretar fara at koma við nøkrum. Fegnir um orð Nyrups Vit hava biðið ein av oddamonnunum í bretsku samráðingarnevndini, Anthony
hevði gjørt av, at vit hoyra honum til. Við hvørt kunnu vit halda, at vit hava ikki nóg stóra trúgv, men Gud hevur bestemmað, at vit hoyra honum til og eru knýtt at himmalinum. Tí kunnu vit liva á jørð saman [...] saman við okkara medmenniskjum uttan at skula hugsa um, at vit skulu gera nakað fyri at hava uppiborið himmalin. Ofta gera vit ting, tí vit vænta at fáa nakað afturfyri ella burturúr, men tað er ikki neyðugt [...] sum heldur eygað við tær og hjálpir tær”. Vit fáa øll eina tíð til at gráta, men tað er eisini ein tíð at dansa og vera glaður, og ta tíðina skulu vit brúka. Vit skulu royna at finna tað góða og positiva
øðrvísi enn í gerandisdegnum, har vit mangan liva lívið meira og minni parallelt og hvør í síni egnu verð. Jú, skulu vit hava betri og fjølbroyttari samskifti, skulu vit finna nakað og helst fleiri áhugadeplar [...] frøir tað meg eisini, at tað ikki longur bara eru serskøltar sum eg sjálvur, sum hava bát og flota, men heil húski og familjur, kvinnur, menn og børn, sum eru saman um og ofta saman á báti, har eisini trygdin [...] ov seint. Ítrotturin hevur langt síðani fingið sítt og fær framvegis, eins og ungdómurin fær. Men vit eru kortini mong, sum í áravís hava sóknast eftir, nær skattafíggjaði komunali dugnin eisini røkkur okkum
tíverri árið eftir. Ja, hann var ein ríkur maður andaliga, vit høvdu tað hugnaligt samam og serliga andaliga. Tú skal eiga hesar skitsur, um tú vit hava tær. Ingálvur var ein vinsælur maður og hvussu vinskapurin [...] Slíkir dagar, tá ið eg smílið til umheimin, eru munandi ríkari, enn tá eg gangi og boli niður í vegin, og slett ikki síggi míni medmenniskju, sum øll eisini eru skapt í Guðs bílæti. Gott vinsemi gongur í [...] heima hjá okkum hanga tvær blýantstekningar og tær hava fylgt mær seinastu 25 árini. Tekningarnar eru tvey portrettir av abba mínum Jústinus Ejdesgaard í Oyndarfirði og blýantsstrikurnar eigur Ingálvur
Tlf. 448690 Vit halda til í niðaru hædd á Vesturskin. Teldupost: tilhaldnes@post.fo Opið er týsdag, mikudag og hósdag. Frá kl. 15.00 – 18.00 Vit hava hvønn dag ein góðan drekkamunn, eins og vit hava nógv [...] Fríggjadagur 11. mai. Boccia. Vit minna á, at leygardagin 19. mai er Eldradagurin 2007 í Ungmannafelagshúsinum Samljóð í Skopun. Allir pensionistar eru vælkomnir. Kostnaður. Vit ætla okkum at fara. Hevur tú [...] bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eldrafelagið Nón Í vetur koma vit saman til
við drekka aftaná. Øll eru hjartaliga væl komin. Sjómanskvinnuringurin í Runavík Vit møtast í Kvinnufelagshúsinum mánakvøldið 21.4. kl. 19.30 og fara á Café. Allar kvinnur eru vælkomnar. Kambsdalur, [...] Eisini vegleiðir Hanna í andlitsfimleiki. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið týsdag og hósdag millum kl. 15 og 18, vit eru byrjaði aftur. Tilhaldið á Toftum, tlf 448690 [...] Sunnudagsskúlin og møti sunnudagin eru avlýst vegna komfirmatión, bíbiltími verður týskvøldið kl. 20 og bønarløta hóskvøldið kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eydnan á Oyrarbakka Leygarkvøldið