Stutt eftir at Henning Bøgesvang var komin til Føroya at virka sum prestur, kom hann fram við Posthúsinum í Klaksvík. Hetta var ein dagin fyri Norðoyastevnu í tíðini, tá ið brennivín varð loyst út á Posthúsinum. Ein bilur við fýra ungum monnum í stóð uttan fyri Posthúsið, lagið var gott, og teir høvdu hug at arga prest.
- Bøgesvang, hevur tú hoyrt? Illimaður er deyður!
Bøgesvang tók fýra 1-krónur burtur úr lummanum og gav monnunum hvør sína krónu.
- Jamen, so eru tit faðirleysir.
Menninir høvdu ikki roknað við slíkum aftursvari, men fyrikomandi presturin dugdi eisini at skemta, og tað dámdi monnunum.
Hetta er bert ein av mongum søgum um prestin Henning Bøgesvang, sum stóran part av lívinum hevur búð og virkað í Føroyum. Presturin við tí glaða boðskapinum og stuttligu søgunum kom til Klaksvíkar at starvast í 1976, og hann æltaði at steðga í tvey ella trý ár. Men hann og restin av familjuni vórðu verðandi í Klaksvík í 21 ár, áðrenn hann fór til Svøríkis at starvast sum sjómansprestur í 10 ár. Fyri fýra árum síðani kom hann aftur til Føroya, og nú búgva hann og konan Solveig í húsunum, tey hava bygt í Søldarfirði.
Bøgesvang hevur hesi árini røkt ymisk avloysarastørv í fólkakirkjuni, og týsdagin kann hann halda sín 70 ára føðingardag.
Í vikuni stukku vit inn á gólvið hjá Bøgesvang og fingu eitt prát við hann um at eldast, um at liva lívið og um kristna boðskapin. Sum vanligt tosaði hann við einum blíðum tóna, smíltist og dugdi at svara fyri seg.
Hvussu kennist tað at blíva 70 ára gamal?
- Nú havi eg ikki roynt tað áður at blíva 70, og hóast eg havi havt nógv ár at fyrireika meg til tað, so er tað alíkavæl eitt sindur yvirraskandi. Tað verður sagt, at 70 er ellisár, og tá mann sær talið 70, so virkar tað eitt sindur ógvusligt, men eg haldi meg ikki verða blivnan gamlan. Nógv gevast at arbeiða, tá ið tey verða 70, men eg havi framvegis orku til at vera virkin og vóni at kunna taka onkur avloysarastørv afturat á meg.
Hvussu kennist tað at eldast?
- Mátin, sum eg havi upplivað at eldast, er serliga ígjøgnum børnini og abbabørnini, sum blíva størri. Sjálvur havi eg ikki kent tað á mær, og eg havi framvegis nógva orku, men tað kann verða, at tey rundan um meg hugsa sítt – “nú er hann við at blíva gamal”. Tú vilt helst halda, at tú verður klókari við árunum, og onkuntíð kann eg hugsa mítt um tað, sum tey ungu gera, og hugsa “tá eg var ungur...” Eg havi eisini upplivað, at tað er ymiskt, hvussu fólk eldast, og summi kenna seg gomul, longu tá tey verða 50. Men eg vil heldur hugsa, at eg kann tað sama nú, sum tá eg var 25 ár, men tað tekur bara tvífalt so langa tíð.
Men hevur tú roynt at mótvirka kensluni av at eldast við at arbeiða, lesa, ferðast og annars verða virkin?
- Ja, eg havi í øllum førum verið tilvitaður um, at eg skal ikki bara seta meg hendur í favn. Eg royni at lesa hvønn dag, ganga, vitja fólk, práta við fólk, og so havi eg eisini verið so heppin, at hóast eg varð pensjóneraður, tá eg kom heim fyri fýra árum síðani, so havi eg røkt vikarstørv í fólkakirkjuni hesa tíðina síðani. Tað hevur eisini hjálpt mær at halda høvdið í sving og forða mær í at steðga upp. Tað er upp til onnur í fólkakirkjuni at gera av, hvussu leingi eg kann verða avloysari, men vónandi kann tað halda fram í eina tíð afturat. Men eg vil helst sjálvur finna hurðina.
Tá ið tú lítur afturá og hugsar um, at tú bleivst prestur og hevur brúkt stóran part av tínum lívi uppá tað, hvat hugsar tú so?
- Eg eri uppvaksin úti á landinum í suðurjutlandi í Danmark. Pápi mín hevði lastbil, og tað var mítt og okkara lív. Eg eri ikki føddur í einum lastbili, men mamma segði við meg, at tað kundi eg saktans havt verið. Eg koyrdi lastbil, frá tí eg var barn, og tað var tað, eg ætlaði mær – eg skuldi hava mín egna lastbil. Men tað bleiv ikki til tað. Seinni hugsaði eg um at blíva pilotur, men tað kundi eg ikki, tí eg eri litblindur. So hugsaði eg um at blíva djóralækni, men tí tankanum slepti eg eisini og bleiv prestur. Mær dámar betur tað praktiska enn tað teoretiska, men eg fann út av, at eg saktans kundi verða prestur og hava nógv við fólk í gerandisdegnum at gera. Og tað var eisini natúrligt, at eg bleiv sjómansprestur, tí tað er ein kombinatión av at verða vanligur prestur og at røkja praktiskar uppgávur.
- Tá eg kom til Føroya, hevði eg eisini mína praktisku bakgrund við mær, men hóast eg kanska var øðrvísi enn vanligir prestar, so tóku fólk væl ímóti mær. Eg slapp at taka lut í gerandisdegnum eisini og havi koyrt trailara í Klaksvík og skrúva uppá ein traktor í Mikladali.
- Tað hevur verið eitt gott lív at verið prestur og eg eri glaður fyri mítt val. Onkuntíð kundi eg ynskt mær, at eg hevði eitt praktiskt arbeiði, so eg sá, hvat eg hevði gjørt, tí sum prestur sært tú ikki, hvat er komið burturúr ella liggur eftir. Men tú upplivir nógv gleðiligt, og eg havi havt eitt fantastiska gott lív og arbeiði, og eg kundi ikki ynskt mær nakað annað. Eg havi eisini eina konu, sum hevur verið ein stórur og týðandi stuðul í mínum arbeiði.
Hvat vónar tú, at tú sum prestur hevur givið fólki sum prestur?
- Eg dugi illa at siga, hvat eg havi givið fólki. Eg havi upplivað meg eitt sindur sum eina mammu, sum hevur havt nógv børn. Hon ger mat til børnini hvønn dag – oftast er tað gerandismatur, men onkuntíð er tað ein festmáltíð. Hon sær kanska ikki, at tað hendir so nógv, tí hon sær børnini hvønn dag, men hon upplivir, at børnini eru á lívi og liva. Eg vóni, at eg við at fortelja fólki um Gud, og um at Jesus er millum okkum, havi givið fólki mót uppá at liva.
Hvat hevur tú sjálvur fingið burtur úr at vera prestur?
- Tað hevur verið eitt gott arbeiði. Eg havi verið væl móttikin allastaðni, fólk hava lurtað, og á tann hátt havi eg kent á mær, at tað, sum eg gjørdi, hevur havt virði. Tá ið tú fæst við kristindóm, so fært tú eisini nógvar spurningar inni í tær sjálvum. Við hvørt ert tú sterkur í trúnni, og ein annan dag kennir tú teg veikan. Men tað, sum eg altíð vendi aftur til, er, at Gud heldur fast. Um eg ivist ella kenni meg veikan, so heldur Hann fast.
Hvør er týdningarmesti boðskapurin hjá kristindóminum?
- Tá ið Jesus kom til jarðar, fortaldi hann okkum, at Gud hevði gjørt av, at vit hoyra honum til. Við hvørt kunnu vit halda, at vit hava ikki nóg stóra trúgv, men Gud hevur bestemmað, at vit hoyra honum til og eru knýtt at himmalinum. Tí kunnu vit liva á jørð saman við okkara medmenniskjum uttan at skula hugsa um, at vit skulu gera nakað fyri at hava uppiborið himmalin. Ofta gera vit ting, tí vit vænta at fáa nakað afturfyri ella burturúr, men tað er ikki neyðugt yvirfyri Gudi. Tað, sum er mest umráðandi at siga, og sum eg eri so glaður fyri at fortelja, at eg kunna blíva heilt ivrigur, er, at vit hoyra Gudi til. Himmiríkð hevur hann ornað fyri okkum.
Um tú nú kundi givið tær sjálvum eini góð ráð, tá ið tú vart ungur, hvat hevði tú so sagt við teg sjálvan?
- Eg havi trupult við at geva góð ráð, men skuldi eg, nú eg verði 70 ár, givið mær sjálvum eini góð ráð, tá eg var ungur, so var tað “Henning, liv! Liv! Ver glaður. Og dansa! Og tá ið tárini koma, so skalt tú vita, at tað er ein, sum heldur eygað við tær og hjálpir tær”. Vit fáa øll eina tíð til at gráta, men tað er eisini ein tíð at dansa og vera glaður, og ta tíðina skulu vit brúka. Vit skulu royna at finna tað góða og positiva við lívinum og fegnast um tað, og so skulu vit vita, at Gud stendur við okkara lið, tá ið tað verður tungt og sorgin kemur.
Um tú lítur frameftir,hvat sært tú so fyri framman í tínum lívi?
- Eg havi onkrar planir. Verða onkrar gudstænastur at halda av og á, so verði eg glaður fyri tað.
- Eg kundi eisini hugsað mær at kanna okkurt, sum hevur upptikið meg. Í Nazitýsklandi høvdu tey eitt propagandaministerium, sum manipuleraði við fólkinum, og eg kundi hugsað mær at funnið út av, hvat tað var tey gjørdu har, og hvørjar psykologiskar mekanismur tey brúktu fyri at forføra fólkið við boðskapinum hjá Hitler.
- Eldri sonurin hjá okkum býr í Noregi, og vit hava summarhús í Svøríki, so vit ætla okkum eisini at ferðast nógv.