við Immanuel, og tann sonurin sum livdi eftir, Hans Marius misti 29 ára gomlu konuna frá fimm børnum, og oman á hetta misti dóttirin Hansina mannin, Sámal Erik Djurhuus, og hon sat eftir við 12 børnum [...] Søldarfjarðar eftir Lenu. Nei, segði mamman, bíða eitt sindur, kanska fara teir at koma. Men tað var skjótt eftir hetta, at tað gjørdist greitt, at her var eingin vón, og tá fór pápin eftir Lenu, og hon kom [...] yvir á Gjaranes og hin út á Lambareiði. Millum øll hesi næstrafólk vuksu vit upp. Gingu inn og út sum vit vildu og kendu okkum heima so nógva staðni. Tá var ikki nógv tosað um ungdómshús og slíkt. Vit vóru
aftur av skipi og doyði stutt eftir. Eftir sat mamman bert 32 ára gomul við fimm ókonfirmerað børnum, og tað sætta barnið var ikki føtt. Tað gjørdist ein genta, sum varð kallað Andrea eftir pápanum, so [...] við Andreas í Velinum. Hann førdi skip í fleiri ár og fortjenti væl, og tey livdu 10 góð og hugnalig ár saman. Men skjótt kann lívslagnan verða broytt, og soleiðis var eisini hjá henni, tá ið maðurin [...] úr lagdi og ger uppá synir og ommubørn. Tað eru óivað mong bygdafólk her, sum við mær takka tygum hjartaliga fyri manga hjálpandi hondina, serliga tá ið sjúka og deyði hava gripið inn. Tey ið – líka sum
leiðslu, og høvdu fleiri málmøguleikar at økja um leiðsluna, og so knappliga standa vit við einum javnleiki, tá fáir minuttir vóru eftir, so tað var av sonnum ein rutsjibani. Vit løgdu annars hart út, og vit [...] staðið seg væl ímóti oddaliðnum. - Vit megna at venda 0-2 til 2-2, og so skora teir sigursmálið, tá nakrir fáir minuttir eru eftir, og tað kennist ógvuliga tungt hjá okkum. Símun Rógvi viðgongur, at B71 [...] á Borg og Lukasz Cieslewicz(Mahmud Suleiman, 71) Á bonkinum: Magnus Emil Poulsen og Heini í Skorini B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam – Gudmund
hongur á krossinum og rópar eftir faðiri sínum, er jú tann ultimativa identifikatiónin við tað einsamalla og niðurundirkomna menniskja. Og tað er hesin boðskapurin um næstrakærleika og identifikatión við [...] hennara starv. Deyði, sorg, vónloysi og meiningsloysi eru nakrar av gerandisavbjóðingum hennara. Og henni dámar væl, hóast tað mangan er tungt. Og hóast hon av og á kennir seg hjálparleysa. - Hvussu [...] sítt frælsi. Tey tora ikki at taka ábyrgd og fáa tamarhald á egnari lagnu. Og so fer tað óttafulla menniskja at flýggja. Frá frælsinum. Ábyrgdini. Og sær sjálvum. Og avleiðingarnar av einum slíkum eksistensformi
saltað omaná tað fyrsta, og kanna var væl eftir, at hvør súla lá væl og virðiliga í salti, sum hon átti. Hæddin á stakkinum vaks í hvørjum og skránaði inneftir so hvørt sum hægri varð og endaði í einum árundaðum [...] bíða eftir fiskifarinum, sum skuldi koma eftir monnum, útgerð og veiði. Enn var kortini nóg mikið at gera við at pakka saman útgerðina og bera hana ávegis oman í gjónna. Tá so skipið var komið og alt annað [...] sum enn brúka tíð og kreftir at veiða fugla á slíkum støðum sum Súluskeri og Mykineshólmi, og sum dáma væl tann treysta, sterka og við hvørt eisini eitt sindur snikkenda smakkin av súlu og øðrum sjófugli
Lincoln, Florence Nightingale og onnur kend kristin menniskju upplýst og partur av upplýsingartíðini. Teoretiskt ganga upplýsing og kristin sannføring væl hond í hond og gjørdu tað mangan eisini í praksis [...] grundleggingina. Verðsligar ideologiir og hópdráp Firouz spyr, hvussu nógvar milliónir fólk eru ikki fallin í religiøsum atsóknum og kríggjum seinastu 2000 árini, og hvussu nógv diktatur hava ikki brúkt [...] sokallaðir inklusjónistar – t.e. teir, ið góðtaka átrúnaðarlig argument í politikki – meðan hin vongurin eru sokallaðu eksklusionistarnir, ið ikki gera tað. Firouz og donsku og føroysku humanistarnir tykjast
truplar fortreytir, so hevur veteranurin og liðformaðurin mangan havt truplari dystir enn hesaferð. Uppgávurnar vóru ofta avmarkaðar til langskot og innlegg, og ta einu ferðina kom hann heilt skeivt út [...] eina dystin. 3. Johan Troest Davidsen, NSÍ Eftir at hava verið miðverji og høgri bakkur seinastu dystirnar, varð Johan hesa ferð fluttur yvir á vinstra bakk, og hann prógvaði enn einaferð sítt fjølbroytni [...] keðiligu hendingini. Og undirstrikaði hetta við tvær ferðir at beina vandamikil innlegg burtur inni í sjálvum málteiginum. Breyt ein heilan hóp av mótstøðuálopum við fótum og høvdi, og hevði eisini yvriskot
Sortudíki, áðrenn vit fóru úr bilinum, signaði tú okkum og spurdi: “Og hvør er hjá tykkum?”, og vit svaraðu: “Jesuspápi”, og síðan spurdi tú: “Og hvør er allar best við tykkum?”, hareftir vit svaraðu: “abbi [...] dróg teg – væl skiljandi, tí tú elskaði náttúruna og hennara mongu vakurleikar. Tú stóð ofta og hugdi út yvir fjørðin, tí skapanarverkið hevur altíð hugtikið teg. Havið lá stilt í bræddum gulli, og fjøllini [...] títt og fitta glimptið í eygum tínum. Hóast tú vart útlúgvaður og avmaktaður, vart tú sterkur, og altíð uggaði tú tey rundan um teg. Ikki eina ferð gramdi tú teg. Eisini vitnaði tú fyri einum og hvørjum
journalistin og myndamannin. Vit eru heima hjá Lindu Christophersen og Eyðuni Hansen í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna. Uttan fyri er alt túnið grivið upp, og arbeiðsmenn eru í holt við at stoypa og fylla upp í [...] Eg fekk ikki flutt armarnar, sigur Eyðun og lyftir báðar armarnar uppfrá fyri at undirstrika munin á tá og nú. Eftir smáar tvær vikur í Hornbæk møta Linda og Eyðun av tilvild eini eldri kvinnu, ið vísir [...] at vera ættað úr Føroyum. Hon eitur Kristina Grumstrup, fyrr Dam, og er búsitandi í Hornbæk. – Vit fara at práta um familju og ætt, og áðrenn eg veit av, sigur hon at vit skulu búgva hjá henni, so leingi
Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Tað merkisverda var, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, sum á pappírinum vóru diametralt mótsettir, kundu leita saman. Tað átti at verið sum eldur og vatn, tí ósemja [...] ósemja var bæði í sjálvstýrismálum og í búskapar- og sosialmálum. Á pappírinum í øllum førum. Síðani hevur alt borið til, ja sjálvt Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin hava kunna mynda landsstýri saman [...] til at verja ríkisfelagsskapin tykist ikki at viga eins tungt og tá. Tvørgangandi samgongan – ella trunkaspæl á miðjuni Veljararnir eru eftir hesum at døma ikki longur so upptiknir av teimum klassisku s