varðveita teir smærru skúlarnar í kommununi. Fyri hana hevur tað sera stóran týdning at hava ein góðan skúla í bygdini – bæði fyri foreldur og næmingar. Fyri mong víkarfólk og tjørnuvíkingar er tað so, [...] tí. - At ein á henda hátt er við til at varðveita eina slíka góða og gamla skipan, er í fínasta lagi. Um tað er eitt sindur bygdasligt, - tað er bara eitt pluss í míni verð!, sigur Gurið. Best við felags [...] ein ávísa afturgongd, millum annað í fólkatali og í næmingum í lítla og hugnaliga bygdarskúlanum. Fyri trimum árum síðani vóru 25 næmingar í skúlanum. Í ár eru tey 19 og gongst sum mett, verða tey einans
tað sá út til, at fýra lið skuldu kappast um tey trý heiðursmerkjasløgini. Men í tíðini rundan um summarsteðgin kom stígur í hjá teimum gulu og svørtu, og NSÍ kom í veruleikanum ongantíð fyri seg aftur [...] Olsen tíggju minuttir fyri tíð fekk skorað til 3-1 við brotssparki. Klæmint fekk í tólvta tíma enn ein møguleika at bjóða av í toppskjúttakappingini, tá NSÍ fimm minuttir fyri tíð aftur fekk brotsspark [...] aftur. Byrjanin til truplu tíðina var dysturin við Løkin í Runavík leygardagin 26. juni, tá B71 var á vitjan. Bara sjey minuttir vóru eftir av dystinum, tá tað endiliga eydnaðist heimaliðnum at leggja seg
Hetta er eitt risafet ta røttu leiðina fyri føroyskari filmsvinnu og eitt týðandi stig fyri eitt nýtt vinnubein í Føroyum, og stórt rós til landsstýrismannin fyri at bera so í bandi, at hetta er blivið [...] fólk, ið vóru til sýningina av “Gunnar Havreka” blivu illa fyri og onkur svímaði, tá ið marmennilin kom úr havninum og tók í bátin við Gunnari og manning hansara. Eins og tað var skelkandi fyri áskoðarafjøldina [...] saman við ferðavinnuni kann gerast eitt rættiliga stórt íkast fyri føroyska búskapin er lítið at ivast í. Fólk tyskja í dag til Kallin fyri at síggja gravarsteinin hjá James Bond og nú hevur Peter Pan eisini
eisini fyri grannabýirnar. Vit búðu í skúlanum,sum hevði allar hentleikar. Haraftrat vóru vit bodnir heim til búgvið borð bæði privat og av feløgum í Neskaupstaðir. Við bussinum varð koyrt til tey mest [...] vakurt, meðan vit vóru har, heiður himin hvønn dag. Vit hava knýtt vina- og tónlistabond við grannar okkara vesturi í hav. Eitt samstarv er við at menna seg longu nú til gagn fyri báðar partar. Vert er at [...] Harmonikufelag Føroya var í juli 2005 boðið til Landsmót í Íslandi. Tað eru harmonikufeløg í Íslandi, sum fyrireika stevnu fyri hamonikutónleikarum úr Íslandi og øðrum londum í Europa. Stevnan er eitt
dag fleirfaldað í mun til fyri bert fáum árum síðani. Nøgdin av akførum økist á hvørjum ári, og hetta sæst sjálvandi aftur í tí dagligu ferðsluni kring landið. Akførini, ið koma til landið, hava væl av nýggjari [...] n, har sera nógv ferðsla er til dagligt. Er hetta nøktandi? Koyrifrálæran: Frálæran er stórtsæð tann sama sum fyri 25 árum síðani. Nakrar dagføringar ella tilpassingar til okkara viðurskifti eru at síggja [...] broytingum í ferðslulógini og betran av vegakervinum. Og til síðst, men tó ikki minst, so má í øllum førum ein hugburðsbroyting til hjá okkum, fyri at hetta skal vinna frama. Her eftirlýsi eg eini ferðslumentan
Nullhugsjónin er eitt heiðurligt mál hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og tann dag, hetta málið verður nátt, verða Føroyar eisini eitt lukkuligari stað at búgva. Men ilt er at verja seg, tá illa vil til. Tað boðar ein [...] umstøðunum gott. Verri stóð til hjá 19 ára gomlu gentuni. So illa, at lívið stóð ikki at bjarga, og klokkan 19.30 í gjárkvøldið tóku foreldrini saman við læknunum avgerð um, at sløkkja fyri respiratorinum. Harvið [...] sótu í bilbelti. Sløktu respiratorin Øll fýra fólkini vórðu við sjúkrabilum flutt á Landssjúkrahúsið til viðgerðar. Meðan drongurin og bilførarin í norðurgangandi bilinum og bilførarin í hinum bilinum rættiliga
á pall og úrslitið er, at vit manna kabarettina í ár, sigur Snæbjørn Hansen, sum setur met og er í fyri 12. ferð. Restin av manningini hevur eisini drúgvar royndir í kabaretthøpi. Aksel á Botni hevur verið [...] skemtiligan hátt. Men tað verður gjørt á ein so sømiligan hátt, at »offrini« nærmast síggja tað sum ein heiður at verða við í kabarettini, sigur Snæbjørn Hansen. Sum alt annað í samband við ovastevnuna hevur [...] ið hevur undirspælið. - Nú er tað soleiðis, at vit hava eina falleraða poppstjørnu her í Nólsoy, og fyri at fáa ferð aftur á kerrieruna, tosaði Kim Hansen við okkum um at sleppa at spæla afturvið kabarettini
at grindafilmurin, »The Islands and the Whales« er í uppskoti til at fáa eina Emmy virðisløn. Hann er í uppskoti til at fáa virðislønina fyri » OutstandingScienceandTechnologyDocumentary« Tað er skotski [...] Filmurin er vístur víða hvar úti í heimi og hevur eisini vunnið virðislønir, men nú er hann so í uppskoti til tignarligastu sjónvarpsvirðislønina av øllum. Virðislønin verður handað 1. oktober í New York.
Filmsfelag Norðurlandahúsins sýndi fyri fullum húsum hin 7. januar. Grimi álvarin aftan fyri henda skemtiliga filmin kom tó til sjóndar í farnu viku, tá ein pápi beindi fyri dóttrini, tí hon ikki vildi giftast [...] serligur heiður, at hann nú kann sýnast í Føroyum. 41 ára gamli leikstjórin Jafar Panahi hevur gjørt fleiri spælifilmar. Við filminum Sirkulin hevur hann fingið altjóða viðurkenning og harvið slóða fyri iranskum [...] færri enn 510 stutt- og spælifilmar, heldur áfram til og við mánadagin 4. februar. Norðurlond og tey fremmandu - Hvussu fáa vit minka um ræðsluna fyri teim fremmandu? Hetta er millum fremstu spurningar
rationalisma, og her verður sipað til, at hon sigur seg føra fyri fáa sannkenning til vega gjøgnum skilið (ratio). Leibniz vildi vera við, at Gud er til, tí at hugtakið um Gud er til, og Gud er fullkomin. Av hesum [...] Newton til vega eina fysikk sum svaraði til ta nýggju heimsmyndina, og hansara fatan stóð við líka til Albert Einstein kom við sínari relativitetsteori. Heimsmyndin hevði nú flutt sentrum frá Gudi til menniskjað [...] men hesum forðaði sjúkan fyri, og hann gjørdist í staðin skald. Tey politisku sjónarmiðini eru fyri tí ikki slept og koma væl og virðiliga til sjóndar í skaldsøguni. Kærleikin til Føroyar varð tíðum orðaður