Nokk so leingi fyrst í hesum kappingarárinum var NSÍ við heilt har frammi, tá tað sá út til, at fýra lið skuldu kappast um tey trý heiðursmerkjasløgini. Men í tíðini rundan um summarsteðgin kom stígur í hjá teimum gulu og svørtu, og NSÍ kom í veruleikanum ongantíð fyri seg aftur.
Byrjanin til truplu tíðina var dysturin við Løkin í Runavík leygardagin 26. juni, tá B71 var á vitjan. Bara sjey minuttir vóru eftir av dystinum, tá tað endiliga eydnaðist heimaliðnum at leggja seg á odda, men í triðsíðsta minutti svaraði B71 aftur og fór avstað við einum stigi.
Eftir henda dystin kom summarsteðgurin, og fyrstu fimm dystirnar eftir steðgin fekk NSÍ bara trý stig, og so var liðugt við gullvónunum í Runavík. At átta av teimum 27 dystunum í ár endaðu við javnleiki, kostaði dýrt. Tað nógva av kappingini hevur NSÍ ligið á fjórða plássi, leyst av liðunum bæði omanfyri og niðanfyri.
Soltin úrtøka
B71, sum nú mátti takka fyri seg í Vodafonedeildini á hesum sinni, hevur rættiliga víst tenn í síðstuni, nú tað var greitt, at tað skuldi gerast leygardagsfótbóltur á nýggja graslíkinum í Traðardali næsta ár.
Men verður hugt aftur á alt árið, so hevur ikki nógv bit verið í sandoyingum, tí tey 11 stigini, ið fingust til høldar í landskappingini hesa ferð, er botnmet. Ongantíð áður er eitt lið flutt niður við so lítlum stigatali, síðani farið varð undir at spæla 27 dystir í landskappingini.
Soltna úrtøkan hjá B71 hevur verið tríggir sigrar ímóti ÍF, KÍ og 07 Vestur og tveir javnleikir ímóti NSÍ og 07 Vestur, umframt at liðið hevur havt 22 tap. Sostatt má B71 niður í 1. deild at kappast um uppflyting við hin niðurflytaran, 07 Vestur, og ikki minst stóra taparan í næstbestu deildini í ár, AB.
Seinasti dystur
Leygardagin var NSÍ á vitjan hjá B71, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu liðini eitt mál í part. Fyrst legði Ari Ó. Ellingsgaard gestirnar á odda í 21. minutti, men fimm minuttir seinni javnaði Bakari Bojang við skallara eftir horna.
Tað nógva av fyrra hálvleiki hevði NSÍ munin, men tá tað nærkaðist hálvleiki, royndi B71 at gera eitt sindur um seg, men uttan at fáa nakaða burturúr. Og líka til minni enn 20 minuttir vóru eftir, kláraðu sandoyingar eisini at halda fast við javnleikin.
So var eisini liðugt, tí eftir fyrst at hava skallað á stongina, var Mamuka Toronjadze fyrstur á returbóltinum og legði NSÍ á odda 2-1, áðrenn Klæmint A. Olsen tíggju minuttir fyri tíð fekk skorað til 3-1 við brotssparki.
Klæmint fekk í tólvta tíma enn ein møguleika at bjóða av í toppskjúttakappingini, tá NSÍ fimm minuttir fyri tíð aftur fekk brotsspark. Men Gerhard Lognberg, sum vardi B71-málið, hevði hesa ferð lúrt hann av og bjargaði!