Nullhugsjónin er eitt heiðurligt mál hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og tann dag, hetta málið verður nátt, verða Føroyar eisini eitt lukkuligari stað at búgva.
Men ilt er at verja seg, tá illa vil til. Tað boðar ein hending gjáramorgunin frá.
Ein bilur á veg inn eftir við trimum ungdómum í stoytti saman við einum bili á veg suður eftir við einsamøllum bilførara í.
Sambært løgregluni hendi samanstoyturin á tann hátt, at vegna krapa á vegnum endaði norðurgangandi bilurin yviri í vinstru síðu, har hann stoytti saman við suðurgangandi bilinum.
Samanstoyturin førdi við sær, at norðurgangandi bilurin snaraði fleiri ferðir runt og endaði við síðuna av vegnum í høgru síðu í norðurgangandi ætt. Sentrifugalmegin gjørdi, at ferðafólkini á baksetrinum – ein 19 ára gomul genta – og á høgra frammsetri bæði vórðu slongd út gjøgnum bakrútin.
Hesi bæði – ein drongur og ein genta – fingu álvarsligar løstir av hendingini, meðan biklførarin, ið var ein ung genta, var verandi í bilinum. Løgreglan kann við vissu siga, at hon sat í bilbelti.
Hinvegin vil løgreglan ikki siga nakað um, hvørt ferðafólkini á høgra frammsetri og á baksetrinum sótu í bilbelti.
Sløktu respiratorin
Øll fýra fólkini vórðu við sjúkrabilum flutt á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.
Meðan drongurin og bilførarin í norðurgangandi bilinum og bilførarin í hinum bilinum rættiliga skjótt vorðu stabiliserað, stóð beinanvegin greitt, at 19 ára gamla gentan hvði fingið størri skaða.
Einsamalli bilførarin á veg suður eftir føldi sær eitt sindur av pínu í rygginum, og varð av trygdarorsøkum fluttur á Landssjúkrahúsið, men varð longu seinnapartin í gjár útskrivaður.
Tey trý ungfólkini á veg norður eftir, vórðu innløgd, og sambært løgregluni hava drongurin og bilførarin tað eftir umstøðunum gott. Verri stóð til hjá 19 ára gomlu gentuni.
So illa, at lívið stóð ikki at bjarga, og klokkan 19.30 í gjárkvøldið tóku foreldrini saman við læknunum avgerð um, at sløkkja fyri respiratorinum.
Harvið hevur ferðslan kravt sítt fyrsta mannalív í ár.










