størri í ár, og um vit meta um sølutølini, er ikki óhugsandi, at vit selja fyri 20 - 30 pst. meira í ár enn í fjør. Higartil hava fólk keypt til menn og synir, umframt til gávur uttanlands, og eg haldi at [...] hilnast væl í ár, og vit fara at selja væl meira enn í fjør. Vit selja sjónvarp, video, parabolir og sterioanlegg í prísum frá 2700 - 20.000 krónur. Leysliga mett eftir eftirspurninginum og søluni higartil [...] Finnbjørn Mouritsen. Selur smálutir fyri lítið og lætt Vøruhúsið selur smálutir í hópatali fyri lítið og lætt. Umframt tað eru møblar teppir og onnur vørusløg at fáa, og sum krevja eitt sindur meira av peningapunginum
unum er ein 89 ára gomul kona, og luttekur hendan í morgunfimleikinum á hvørjum morgni. Eftir morgunfimleikin er morgunmatur á skránni, síðani lestur og morgunsangur, og eftir hetta verður byrjað við tí [...] hevur á skránni. Og er hendan sera spennandi og fjølbroytt fyri pensionistarnar. Á skránni eru m.a. vitjanir til ymsik áhugaverd støð í Havnini, handaligt arbeiði, fyrilestar, drama og veitsla. Løgmaður [...] vakst dungin av kertum heilt væl. Pensionistarnir vóru ógvuliga blíðir og fyrikomandi, og spurdu teir úr hvørji bygd blaðmaðurin kom og hvaðani hann var ættaður. Hesum royndi hann at greiða frá sum frægast
mæla til skattalækkingar og hópin av yvirtøkum, ið allar kosta nógvan pening, samstundis sum bondini og rættindini, sum vit enn hava sum partur av størri samfelag verða kvett, og meðan føroyski fólkapen [...] hóast sakkunnleikin mælir frá og sigur, at flotin er ov stórur sum er. Í hesum sambandi hevur landsstýrið sett 40 mió.kr. á fíggjarlógaruppskotið. Og Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen mæla til at [...] Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen, verður sagt, at eftir mikið politiskt stríð eydnaðist farnu samgongu undir sambandsleiðslu at fáa føroyska búskapin á føtur aftur við javnvág og avlopi á landsins
Signar á Brúnni og Eyðun Elttør. ? Saman við løgtingsformanninum var skrivstovustjóri løgtingsins á fundi, og saman við løgmanni og landsstýrismonnunum vóru løgmansstjórin, aðalstýrisstjórar og fulltrúar í [...] einstaklingum, stovnum og felagsskapum, og eru hesi skriv umrødd undir viðgerðini. ? Fíggjarnevndin hevur gjøgnumgingið allar greinar og konti á fíggjarlógini, verður sagt í innganginum. Og víðari sigur nevndin [...] ni, og í innganginum til hetta drúgva álit, heili 15.500 orð, verður m.a. nevnt, at nevndin undir viðgerðini hevur havt fund við Finnboga Ísakson, løgtingsformann og Anfinn Kallsberg, løgmann, og land
sjálvstýri er náttúrlig, og hon er røtt og skilagóð. Spurningurin er, hvussu vit gera hetta. Samgongan vil fullveldiskósina her og nú, sambandið vil einki annað enn lata standa til, og javnaðarflokkurin vil [...] umsiting, og at her kann sparast nógv. Tjóðveldisflokkurin meinar, at blokkurin avlagar búskapin, og at lønsemið økist, tá blokkurin er horvin. Fólkaflokkurin eigur at siga okkum, hvussu mong og hvørji almenn [...] harðari og harvið gera kappingarførið verri. FÍGGJARLÓGARUPPSKOTIÐ 1999 er ein stór skomm fyri fullveldið Føroyar! 900 mió. í blokkinntøku, umframt aðrar veitingar frá danska statinum. Fiskiskapur og fiskaprísir
maðurin, sum skal taka sær av KÍ-liðnum komandi ár, og hann er ikki heilt ókendur í Føroyum. Fyri 20 árum síðani var hann eisini venjari hjá KÍ, og tá var hann eisini venjari hjá føroyska landsliðnum. [...] knýttur at bæði Bolton Wanderers og Crystal Palace í Onglandi, og seinastu árini hevur hann hildið til í USA, har hann hevur verið samskipari av college-fótbóltinum og sjálvur eisini hevur vant eitt c [...] til Føroyar í februar, og hann ber orð fyri at vera ein harður venjari, sum krevur, at spælararnir hjá sær eru væl fyri kropsliga. Venjingin hjá KÍ byrjar eisini longu í januar, og eingin ivi man vera um
málskjúttaralistan, og málini vóru rímiliga javnt býtt. Tað byrjaði annars væl hjá heimaliðnum, sum legði seg á odda 2-0 við málum í fyrsta og fjórða minutti. Men so steðgaði alt upp, og StÍF kom næsta korterið [...] merktist, og harafturat var munurin so stórur, at tað ikki fekk nakra ávirkan. StÍF vann seg upp á 11 stig og hevur nú aftur fingið samband við oddaliðini. Tjaldrið stendur hinvegin framvegis á null, og eftir [...] Tað hevur verið framgongd at hóma hjá Tjaldrinum í seinastuni, og bæði Kyndil og VÍF hava fingið harðari mótstøðu, enn tey helst høvdu roknað við. Tí var tað eisini við eitt sindur av spenningi, at fólk
sindur, og tá seks minuttir vóru eftir, stóð 23-20 til Neistan, men KÍF fekk ikki fleiri mál, og so vann Neistin 26-20. Tað var ikki tað sama flogið yvir KÍF-spælinum, sum vit hava sæð fyrr í ár, og ongantíð [...] í ár, og teir hava millum annað fingið trý stig frá FM-favorittunum úr H71. Sunnudagin var tað Neistin, sum stóð á skránni, men her megnaði liðið úr Kollafirði ongantíð veruliga at koma ígongd, og teir [...] Co. Serliga byrjanin var sløk hjá KÍF, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 11-4 til Neistan. Tað sá ikki gott út, men so tók útiliðið time-out, og eftir tað fór at ganga eitt sindur betur
tvey mál, og hóast tað vóru tríggir minuttir eftir tá, og Uni Wardum stutt seinni fekk sína triðju útvísing og sostatt reytt kort, eydnaðist tað ikki VÍF at skora aftur, fyrr enn tað bert vóru 20 sekund eftir [...] at siga allan dystin og gav heimaliðnum trupulleikar. Hjá VÍF byrjaði Áki Olsen væl, og hann skeyt eisini tey fyrstu trý málini hjá vestmenningum. Men verjan hjá Kyndli stóð sterk, og tá so Petur Magnusson [...] spakuliga inn á Kyndil. Teir komu upp á 16-19 og 21-23 og gjørdu so eitt gott hál, tá teir minkaðu frá 25-21 til javnleik 25-25. Tá vóru fimm minuttir eftir, og veruligt lív kom í heimaáskoðararnar í fullsettu
StÍF hevur eins og mansliðið havt vind í seglunum í seinastuni, og sunnudagin bleiv tað til tvey stig afturat, tá felagsliðið hjá GÍ og Tjaldrinum mátti leggja rygg til eitt tap upp á 34-20. Tað er eitt úrslit [...] hitt eysturoyarliðið, sum meira dúvar upp á einmansavrikini og heldur ikki tykist at vera í eins góðari venjingarstøðu og oddaliðini. Eins og hjá monnunum var munurin longu í hálvleikssteðginum (18-10 til [...] ein rættiliga ójavnan dyst, og tað vóru eisini strandakvinnurnar, sum høvdu yvirvágina frá byrjan til enda. Tað var bert fyrsta góða korterið av dystinum, at liðið hjá GÍ og Tjaldrinum megnaði at fylgja