hetta tempoið, sum her valdar. Og eg havi funnið útav, at um okkurt skal henda, so er tað so øgiliga nemt at starta okkurt. Eg haldi at tað er so stuttligt at práta við fólk her í bygdini, tí tey flestu [...] annað ár. Og eg eri komin til ta niðurstøðu, at um eg mangli okkurt, so keypi eg antin endurnýtslu klæðir ella um tað skal vera eyka lekkurt og nýtt, so keypi eg føroyskt. At liva burðardygt er eitt rák [...] børn mugu ikki keða seg og skulu helst undirhaldast alla tíðina, so tá foreldrini ikki orka meira, so tekur skermurin yvir. Nær skal barnið so sleppa út, at skerpa sínar sansir? Eg fekk eitt aha-upplivilsi
trúttað oyruni full um, at tá ið tað gongur framá, so skal tað almenna blanda seg uttanum og lata vinnuna seta karmarnar og einstaklingar skulu fáa allan vinningin. Tá ið tað gongur galið, ja so skal tað almenna [...] politikari, eg fái orðið í dag, so skal mín staðiliga áheitan og inniliga bøn vera til øll arbeiðandi fólk og løntakarar – og ikki minst til okkara ungdóm: Gerist limir og fylkist um fakfeløgini og verkafólkarørsluna [...] møguleikar hjá úrmælingum at menna síni evni. Júst hetta er jú eisini søgan um fakfelags- og verkafólkarørsluna kring allan heim. Og um tjóðskapar- og fullveldisrørsluna í Føroyum. Tá ið vit virða okkara egna
milliónir krónur meira um mánaðin enn kvinnur. Menn tjentu 520 milliónir kr. í juni 2020, og kvinnur tjentu 320 milliónir kr. Í 2014 var hesin munurin minni - 140 milliónir krónur um mánaðin, so tað gongur skeiva [...] sum kastar so nógv av sær. Lægri løntar kvinnur í frontlinjuni – fáa uml. 200 milliónir minni í løn um mánaðin Koronakreppan vísti okkum púra klárt, at í frontlinjuni, har sum hond skal takast um okkara mest [...] mest útsettu borgarar, har starvast næstan bara kvinnur. Og høvdu tær ikki verið so djarvar og arbeiðssamar, so Føroyar ikki so væl burturúr koronakreppuni, sum vit faktiskt komu. Tær vera ofta nevndar í
eftir sjónum við báti og gingu um fjøll millum bygdir eftir varðagøtum. - Á landi fingu vit vegir, sum bøttu munandi um ferðasambandið. Samskiftið gjørdist eisini betri so hvørt, sum postsambandið mentist [...] sum høvdu verið uttanlands, byrjaðu at tosa um at gera vegir í Føroyum, og í gomlum skjølum sæst, at í 1905 viðger Føroya løgting á fyrsta sinni spurningin um at gera vegir í Føroyum. - Í 1916 verða teir [...] Føroyum. Talan var um Sanatoriuvegin úr Havnini og niðan í Hoydalar og spildurnýggi vegurin millum Skopun og Sand. Fleiri andøvdu ímóti og vóru beinleiðis ímóti at gera vegir í Føroyum, men so við og við komu
oman ímóti prestgarðinum í Leirum, so er ikki hugsingur um at hava bremsur á forhjulunum, greiddi ein hvalbingur Alta Jensen frá. – Tí so blokerar tú forhjúlini, og so missir tú stýringina, og bilurin fer [...] søgdu teir var, tá kavi var. So var ikki hugsingur um, at hava bremsur á forhjúlunum, greiðir Atli Jensen frá. Hetta hevði altíð verið so, og nú fekk eg nakað at hugsa um. Hvat skuldi eg nú gera? Allir [...] at løða og fáa stemningin so, sum hann vildi hava. – Eg mátti eg siga, at hetta gongur ikki. Eg segði, at eg fór, og at eg nokk kom aftur um einar 14 dagar. Tað gjørdi eg so. Eg kom aftur. Teir hugdu upp
sum hann hevði um hendið varð gjørt ordiligt og seyðurin var einki undantak Góða gumman hvíl í friði. Góðu børn, ommu/abbabørn og langommu/langabbabørn, eg veit at tit hava bara góð minnir um tykkara foreldur [...] Skopun, giftust í 1948, tey fingu trý børn, Nannu, Jákup Andrias og Kajsten. Har eru komin bæði ommu/abbabørn og langommu/-abbabørn. Kathrina var gumma mín. Hvat minnist eg til hesa so sera stillu og fryntligu [...] mamman var av oynni, so var einasta staðið, eg vildi vera, var hjá gummuni, og eg hevði tað altíð sera gott. Eg tosaði við ein mann á keiini, sum er nakað eldri enn eg, vit tosaðu um ymiskt, har ímillum
Og so er tað ternan, sum kemur um hálvan mai – tað er ótrúligt at lesa um tann fuglin, hvussu langt hann ferðast – úr Føroyum heilt suður til Suðurafrika og longri um veturin – og so norðaftur um summarið [...] í 1951, har hann skrivar so nágreiniliga um tjaldrið, at ”fá eru tey ár, at ikki onkur yrking verður gjørd um grækarismessu – tjøldur – várkenslur”. Og tá ið eg hugsi nærri um hetta, og vit hyggja m.a [...] og tað, sum menniskju altíð hava undrast so stórliga á! Jeremias, profetur, sum livdi fyri einum 2500 árum síðan, sigur: ”Um tað so er storkurin undir himli, so veit hann tíðir sínar; og turtildúvan, svalan
tárunum. Í salinum hevði Eyðun sítt fasta pláss, so saknurin er eisini stórur her. Eitt skulu tit vita, Eyðun elskaði tykkum øll av hjarta og eg veit at tit elskaðu tykkara mann, pápa, abba og langabba t [...] skriva nøkur orð um merkismannin Eyðun K. Vang, Kaldbak. Eg havi kent hendan sakliga mannin í eini 52 ár, kona mín og kona Eyðun eru systrar. Serliga væl dámdi Eyðun og mær, at tosa um alt tað gamla, har [...] hvat hann tosaði um sum handverkari. Jú, tað var altíð stuttligt at koma í heimið hjá Binu og Eyðun, blíðskaðurin var í hásæti, haðani fór eingin svarur útaftur. Eyðun var tjóveldismaður um ein háls, helst
ikki eitt ting tú ikki kundi umrøða, so var Arne sum eitt umvandrandi leksikon og visti eina rúgvu um tað, mann umrøddi. Hann var ein persónur, sum ikki gjørdi nógv um seg, men fór stillisliga við hurðunum [...] til og tosa við alla tíð á døgninum og sum altíð hevði svar upp á tað, tú spurdi um ella leveraði tað, mann bað um. Vit fingu eitt sera gott vinalag eftir tíðina í landsstýrinum og høvdu javnan samband, og [...] vinur. Góðu Sedea, Bjarni, Svend, Elin og øll tit avvarðandi, má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara. Við hesum fátæku orðum lýsi eg frið yvir minnið um vinin og álitismannin Arna Poulsen.
og merkir «Lurtið». SHEMÁ Tit sum liva í tryggleika Í tykkara fjálgu húsum Tit sum, tá tit koma heim um kvøldið fáa heitan mat, og kenna vinarlig andlit. Umhugsið gjølla, um tað er ein maður Sum arbeiðir [...] gevið eg hesi orð Lat tey standa meitlaði inn í tykkara hjørtu Tá tit eru heima, ella tá tit eru úti á gøtuni Tá tit fara til songar og tá tit fara upp Endurtak tey fyri tykkara børnum Gævi hús tykkara annars [...] heilt inn á bein, og sum fer inn um tað; inn í mergin. Tú ert mitt í einum ómenniskjaligum veruleika, og tú traðkar á títt medmenniskja. Og sum um tað ikki var nokk, so kanst tú einki gera uttan at hyggja