Minningarorð um Eyðun K. Vang

Eg vil skriva nøkur orð um merkismannin Eyðun K. Vang, Kaldbak.

Eg havi kent hendan sakliga mannin í eini 52 ár, kona mín og kona Eyðun eru systrar. Serliga væl dámdi Eyðun og mær, at tosa um alt tað gamla, har runnu áhugamálini hjá okkum báðum saman.

Jú, Eyðun fekk sær konu úr Skopun, Jacobinu f. Thomsen, saman fingu tey 4 børn, Anniku, Brynleif, Jonvør og Eyðbritt, tey eru vælsignaði við fleiri abba- og ommubørnum, eisini eitt langabbabarn.

Eyðun fekk sær útbúgving sum timburmaður á ungum aldri og var hetta hansara lívsstarv. Eyðun bleiv 73 ár nú hann andaðist. Hann arbeiddi til fyri einum ári síðani, tá hann bleiv illa sjúkur.

Eyðun hevði nógv áhugamál, hann hevði so langt eg veit verið knýttur at raksturi í Kaldbakk, hann hevur gingið fjøllini saman við øllum bóndunum í Kaldbak, bæði vár- og heystgongu. Hann var sera lættur á sær, hann var millum teir, sum gingu á odda ovast í haganum, hetta dámdi honum væl, honum dámdi væl at vera úti í náttúrini. Eisini dámdi honum væl at gingið varð væl um alt tað gamla.

Eyðun og Haldur bygdi sær bát á ungum aldri, Marius, bátasmiðjurin á Sandi, bygdi bátin. Eyðun var serliga grammur, tá hann hoyrdi at grind var og til alt annað, sum eitt 10-mannafar kann brúkast til.

Eyðun royndi seg eisini sum skipara, tað var umborð á Rombus, sum Strandferðslan leigaði.

Eyðun var driftsleiðari á stóra virkinum í Kaldbak, sum æt Marinu Plast. Hetta virkið gjørdi teir sera góðar Kaldbaksbátarnar. Eg vil siga, at hetta arbeiðsplássið og arbeiðið sum formaður gjørdi Eyðun kendan kring landið. Sum leiðari kundi viðskiftafólk altíð venda sær til henda sakliga mann.

Eyðun var altíð keddur um, at Marinu Plast varð stongt, tí tað var kanska ikki neyðugt, men soleiðis er.

Tá kreppan herjaði í 90’unum og stórt arbeiðsloysi var, fór Eyðum til Týsklands at arbeiða, tað tosaði hann ofta um, sum eina uppliving í lívinum.

Veturin í ’83 fóru vit tríggir Karl, Eyðun og eg sjálvur undir at taka húsini hjá verforledrunum niður og bygdu vit eini nærum nýggj hús upp aftur. Henda veturin høvdu vit nógv saman og komu at kennast sera væl, har sá man at Eyðun visti hvat hann tosaði um sum handverkari.

Jú, tað var altíð stuttligt at koma í heimið hjá Binu og Eyðun, blíðskaðurin var í hásæti, haðani fór eingin svarur útaftur.

Eyðun var tjóveldismaður um ein háls, helst var tað bygdamaðurin Petur Reinert, læknin, sum hevði leitt hendan Kalbaksmannin inn á hendan politikk.

Jú, mangan sótu vit báðir og tosaðu um politikk, sum onkur segði henda dagin tá Eyðun fór til gravar “at tað var ikki sinni skapt í Eyðun”. So tað vóru ikki harðligar diskutiónir ímillum okkum báðar.

Tað má eg eisini siga, eg við mínum sambandsmeiningum gjørdi ongantíð okkara politisku løtu harliga, ikki tí, mín tendrin var í ordan.

Jú, Eyðun var ein av teimum stillu í landinum. Eg má siga, tá eg til jarðarferðina í Kalbak sat og lurtaði ímeðan Brynleif lýsti pápa sín, tá kláraði eg ikki at halda tárunum. Í salinum hevði Eyðun sítt fasta pláss, so saknurin er eisini stórur her.

Eitt skulu tit vita, Eyðun elskaði tykkum øll av hjarta og eg veit at tit elskaðu tykkara mann, pápa, abba og langabba treytarleyst. Jú, láturin var serligur er tagnaður, men minnini liva og Eyðun er fluttur til ein betri stað.

Góða Jacobina og børnini, svigarbørn, abba- og langabbabørn, má Harrin Jesus geva tykkum styrki í sorgini.