Tað var Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sum setti stóra bilafestivalin á Svangaskarði á Toftum seinnapartin í gjár, og bilafestivalurin heldur fram klokkan 14 í dag. Borgarstjórin helt eina góða røðu, har hann byrjaði heilt afturi í fyrru hálvu av 1900-talinum, tá Føroyar fingu størri før, brúgvar og havnaløg. Hann helt fyri, at nógv er broytt við ferðasambandinum í Føroyum seinastu hundrað árini - frá tí, at fólk fyrr í tíðini ferðaðust eftir sjónum við báti og gingu um fjøll millum bygdir eftir varðagøtum.
- Á landi fingu vit vegir, sum bøttu munandi um ferðasambandið. Samskiftið gjørdist eisini betri so hvørt, sum postsambandið mentist, og telefonin kom. Ikki minst gjørdist trivnaðurin og livilíkindini betri, tá hvørt hús fekk ravnmagn.
Hann vísti á, at í kjalarvørrinum av ídnaðarkollveltingini í útheiminum komu seinnapartin av 1800-talinum bæði sporvognar, tok og motorakfør, og motorakførini gjørdu tað neyðugt við vegum. Føroyingar, sum høvdu verið uttanlands, byrjaðu at tosa um at gera vegir í Føroyum, og í gomlum skjølum sæst, at í 1905 viðger Føroya løgting á fyrsta sinni spurningin um at gera vegir í Føroyum.
- Í 1916 verða teir fyrstu koyrivegirnir í gomlu Nes sóknar kommunu umrøddir á løgtingi. Tá vóru bara tvey vegastrekki til akfør millum bygdir gjørd í Føroyum. Talan var um Sanatoriuvegin úr Havnini og niðan í Hoydalar og spildurnýggi vegurin millum Skopun og Sand. Fleiri andøvdu ímóti og vóru beinleiðis ímóti at gera vegir í Føroyum, men so við og við komu vegirnir.
Súni í Hjøllum vísti á, at fyrsti bilurin kom til landið í 1922. Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen innfluttu ein 1-tons Ford TT lastbil. Tað vóru Júst Sivertsen og Johannes Olsen, sum keyptu bilin.
##med2##
- Um hetta mundið høvdu mjólkarbátarnir siglt í eini 30-40 ár úr bygd í bygd eftir mjólk. So hvørt, sum vegir komu millum bygdirnar, fækkaðust plássini, sum bátarnir sigldu til. Fast vegasamband kom út á Toftir í 1938. Sum næsta atløgupláss hjá Havnini gjørdist Toftir nú ferðslumiðdepilin í Eysturoynni, og fyrsta veruliga atløgubryggjan á Toftagjógv, sum kom í 1928, gjørdist nú eitt knútapunkt.
Borgarstjórin segði, at nú vegirnir vóru komnir, komu eisini nakrir fáir bilar – eisini her í Eysturoynni. Arnhold Davidsen á Kvíggjarheyggi er dømi um ein mann í Nes kommunu, sum byrjaði tíðliga. Longu í 1943 keypti hann sín fyrsta lastbil. Sum kunnugt gjørdist tað at koyra bil hansara lívsstarv.
- Aðrir fingu sær eisini lastbil. Frá barna- og ungdómsárunum minnist eg best sjálvur lastbilarnar hjá Frank Gaardbo (har Svend Olsen í Hjøllum, Svend-gubbi, koyrdi), bilarnar hjá D. P. Højgaard (har eitt nú Frede Benjaminsen og Eskild Højgaard koyrdu), Dánjal Eli Højgaard og seinni Frits Johannesen.
Súni í Hjøllum vísti á, at ein av teimum fyrstu, sum hevði hýruvognskoyring á Toftum, var Petur Sofus (Piddi) Højgaard. Í 1959 høvdu tríggir menn hýruvognsloyvi. Teir vóru Arnhold Davidsen á Kvíggjarheyggi, Petur Martin Joensen í Saltnesi og Dánjal Eli Højgaard á Regni.
- Sum smádrongur fyrst í 1960-unum minnist eg eisini, at eitt nú Aksel, Nanna og Gunnar Olsen koyrdu hýruvognskoyring. Helst havi eg gloymt onkran, sum eg ikki komi í tankar um beint í løtuni.
##med3##
Í 1967 varð Bilstøðin Auto stovnað á Toftum. Tað vóru Kristian Høgagarð, Theodor Heinesen í Nýggjagerði, Dánjal Eli Højgaard, Frits Johannesen, Hjørleif Jacobsen og Hendrik Johannesen, sum stovnaðu bilstøðina. Brøðurnir, Kristian Martin Hammer, vanliga nevndur Gissi og Klæmint Hammer, plagdu eisini at loysa av. Ikki allir hýruvognsførararnir í Nes kommunu gjørdust limir í Auto. Nakrir hildu fram at koyra fyri seg sjálvar.
- Auto byrjaði við seks bilum, men seinni kom ein bilur aftrat. Auto royndi á álvarsaman og skemtiligan hátt at lýsa fyri sær sjálvum í bløðunum. Ein lýsing rímaði við orðum og tølum og ljóðaði soleiðis: Skulu tit bil hýra - so snarið bert 7404!
Súni í Hjøllum vísti á, at Auto gavst í 1972, og hetta var samstundis sum alsamt fleiri privatbilar koma. Tó hava ávís fólk síðan við jøvnum millumbilum havt og hava framvegis hýruvogn í Nes kommunu. Onnur í kommununi hava eisini havt og hava framvegis lastbilar, bussar og maskinur til vinnuveg.
- Fyri at fáa ein mynd av, hvussu skjótt biltalið økist, kunnu vit nevna: 1969 (3000 bilar), 1974 (7000 bilar) og 1981 (12000 bilar). Í dag eru væl oman fyri 30.000 bilar skrásettir í Føroyum. So sigast má, at tað nærum eru øll yvir 18 ár, sum hava ein bil.
Í setanarrøðu síni helt borgarstjórin fyri, at bilurin er okkum øllum sera hentur á so nógvar mátar. Men, bilarnir hava ikki bara verið hentir. Teir kunnu eisini vera ein hóttan, tá vit hugsa um ferðsluvanlukkur. Í 1974, tá Tryggingarsambandið fór at kanna møguleikarnar at stovna eitt ferðsluráð í Føroyum, doyðu 13 fólk í ferðsluni. Okkurt ár í 1980-unum doyðu 14 fólk í ferðsluni.
- So syndarligur hevði standurin ongantíð verið fyrr, og tí var alneyðugt at gera ferðsluna tryggari. Tað hevur verið aðalmálið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd (RFF) og hjá myndugeikunum annars. Tryggari vegir, tryggari bilar, herd lóggáva og áhaldandi dygdargott arbeiði hjá RFF hevur bøtt munandi um støðuna. Hetta er álvarsmál, har ikki ber til at slaka. Áhaldandi má arbeiðast fyri eini so tryggari ferðslu sum møguligt.
##med4##
Og Súni í Hjøllum helt fram:
- Tað vardi meg ikki og neyvan nakran, at tá B68 eitt kalt vetrarkvøld í november í fjør vann sær rættindi aftur at spæla í fremstu deildini í fótbólti, at hetta samstundis skuldi fáa ta avleiðing, at vit í dag uppliva størsta bilatiltak nakrantíð í Føroya søgu. Tit í B68, sum eru stigtakarar, eiga eina stóra tøkk fyri hugskotið og tiltakið, sum tit gera saman við teimum ymisku bilasølunum og fyritøkunum annars.
Borgarstjórin vísti á, at samstundis, sum tiltakið setir sjóneykuna á álvarsmál og avbjóðingar innan bilar, keyp og sølu, burðardygga ferðslu og umhvørvi, so ber eisini til hjá teimum vitjandi at uppliva hugna, góða samveru - og bæði í álvara og gaman at stuðla okkara lokala fótbóltsfelag, B68.
- Við hesum fáu orðum vil eg vegna Nes kommunu ynskja øllum tveir góðar og gevandi dagar og kunngeri hervið Bilafestivalin á Svangaskarði at vera settan, vóru seinastu orðini hjá Súna í Hjøllum í setanarrøðuni á Svangaskarði seinnapartin í gjár.
##med5##
##med6##
##med7##