felagsskapinum, DIA, í samband við ættleiðingina. Hetta var ein svárur smeitur fyri hesar familjur, sum í fleiri ár høvdu verið í eini tilgongd at ættleiða, og sum antin máttu uppgeva at ættleiða ella byrja [...] á listanum til at fáa eitt barn úr Etiopia, tá Danmark brádliga steðgaði ættleiðingarsamstarvinum við Etiopia. Ikki bara mistu hesar familjur i Føroyum møguleikan at fáa eitt barn, tey høvdu glett seg [...] aftur kundi taka ár. Nú var aftur galið í vikuni, tá ið sami danski felagsskapurin DIA steðgaði heilt við allari adoption. Lat tað verða sligið fast, adoption má og skal fara rætt fram, og óreglusemi og ivamál
vaknaðu umleið klokkan 03 í nátt við ljóðinum frá ávaringarskipanum, og vit hugdu eftir telefonini. Tá sóu vit boð frá verjuni um, at vit skuldu rýma úr býnum, sigur hann við íslendska kringvarpið. Hann leggur [...] íslendskir miðlar í morgun. Íslendska kringvarpið RUV sigur í morgun, at eldgosið hesaferð byrjaði við Sundhnúks, nærindis Sundhnukagigar, sum liggur norðanfyri Grindavík og ikki langt frá fjallinum, Thorbjørn [...] morgun rennur grótbræðingin bert 450 metrar frá norðastu húsunum í Grindavík, og bræðingin heldur fram við at renna móti býnum. Harðastu jarðskjálvtarnir í morgun eru máldir til 3,5, siga íslendsku meteorologarnir
oddalið, meðan SÍ stillisliga hevur hálað seg uppá eitt annað pláss í kapping við Fleyr og ÍF. Undan kappingini í ár var ikki roknað við, at SÍ fór at gera seg galdandi. Nýggjur leikandi venjari, Christian Campos [...] fingið skipan á spælið og víst vegin, soleiðis at leikararnir leika við øktum sjálváliti. Campos sjálvur gekk á odda í álopinum og við einum sera hørðum servutrýsti, har hann staðfesti seg sum besta servaran [...] Mjølnir-SÍ 1-3 (15-25, 25-27, 25-15, 18-25) Favorittarnir til FM og í Bónus-kappingini fyri menn, Mjølnir, máttu í kvøld greitt lúta fyri einum sera vælleikandi SÍ-liði, sum vann 3-1 á útivølli í Badmintonhøllini
nólsoyingar við bili og 4 suðuroyingar við bili gjørt sama túrin, hevði samhaldsfasta roknistykkið sæð eitt sindur øðrvísi út: Tey 4 ferðandi av Kirkju høvdu skulað goldið 60,00 krónur hvør við oyggja- og [...] av heimsins ríkastu londum sótu fólk svong ella máttu taka til takkar við olmussu. Búgva í vánaligum og dýrum íbúðum. Meðan vit onnur hugnaðu okkum við alskyns góðum mati, útvaldum drekkandi løgi, dýrum [...] Fyrimunirnir við undirsjóvartunlum eru nógvir. Ein er stytta koyritíðin. Annað er ferðslutrygdin, ið liggur í færri koyrdum kilometrum, og at eisini slepst slepst í summum førum undan hæddum við vindi, regni
bilførari fekk boð um at rætta onkran feil við ljósunum á bilinum. Í gjár vóru eisini tvey ferðsluóhapp, harav annað hevði lítið upp á seg. Ein bilur hevði borið við ein parkeraðan bil, og hetta málið loystu [...] m í Havn stoyttu tveir bilar saman. Her var materielli skaðin so mikið stórur, at báðir bilarnir máttu flytast av staðnum. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá tey fingu boð um samanstoytin á Sundsvegnum
friður. Hvør í sínari skotgrøv lógu hermenninir og bíðaðu. Við eitt skar ein klár, týsk rødd ígjøgnum køldu luftina. Ein rødd, sum sang – við vaksandi megi. So líðandi løgdust fleiri røddir aftur at sanginum [...] einki arbeiði. Eg eri einsamøll. Havi mist familjuna. Fólk, eg eri góð við. Mítt land. Mítt heim.« Í friðarligu Føroyum hava vit ilt við at skilja hesa sváru støðu. Og í Russlandi verða menn og unglingar noyddir [...] mørk verða sett millum Ísrael og Palestina, sum báðir partar kunnu liva við – heldur enn kríggið, sum báðir partar nú doyggja við. *** Men ringarnir av hesum kríggjunum breiða seg. Múrar verða aftur laðaðir
hending í Russlandi«. Hann hevur tó ikki nágreinað hetta nærri. Lesandi á listasøguliga stovninum máttu flýggja í fjáltri, tá teirra 24 ára gamli samlesandi fór at skjóta. Tað er ringast skottilburður, [...] tað ikki er nøkur beinleiðis hóttan, so hava teyr hækkað tilbúgvingina fleiri staðni. Millum annað við skúlar. Tað verður gjørt fyri at fyribyrgja og fyri at vissa almenningin um, at »vit eru her«. Sambært [...] stóra goymslu av vápnum og lóðuri«. Tollaksmessudagur er lýstur sum almennur syrgidagur í Kekkia. Við lærda háskúlan hava fólk síðani í gjár lagt blómur og tendrað ljós fyri teimum deyðu. /ritzau/AFP
og við eini aðrari fíggjarnevnd, er møguliga eitt lógligt, men neyvan eitt legitimt argument, fyri nú at leypa frá eini gjørdari avtalu. Eitt er so tað mentanarpolitiska órættvísi, at Løgtingið við hesum [...] roknað við. Tað var jú soleiðis íløgan ella fíggjarkarmurin upprunaliga varð skrúvaður saman, og tað eru júst hesar fíggjarligu fortreytirnar stýrið hevur lagt verkætlanina tilrættis eftir. Við hesum verður [...] eiga vit eisini øll at gleðast um og at stuðla hesum spennandi nýbroti innan føroyskt mentanarlív. Við Varpinum fáa vit eitt framúrskarandi og fjølbroytt mentanarhús, fyri allar føroyingar. Tá farið varð
Norsku HM-favorittarnir máttu leggja rygg til eitt tepurt tap móti Fraklandi. Slovenia gjørdist nummar trý í bólkinum við sigri á Eysturríki, og Angola gjørdist nummar fýra í bólkinum við sigri á Suðurkorea
væl, og við eitt sindur av hepni kundi javnleikurin saktans komið við heim, men tað bleiv til eitt tepurt tap á útivølli móti Aserbadjan. Føroyska liðið hevði broytt leikskipan til dagsins dyst. Við trimum [...] stóran kjans í yvirtíðini, sum við eitt sindur av hepni saktans kundi farið inn. Tá dómarin bríkslaði seinastu ferð stóð 1-0 til vertirnar. Føroyar máttu aftur av vøllinum við einum eitt máls tapi, sum hevur [...] ferðina, tá ið Óluva Allansdóttir Joensen við fingrunum megnaði at føra bóltin á tvørtræið og verjan síðani fekk ruddað burtur. Føroysku leikararnir hildu fram við góða verjuspælinum í byrjanini av seinna