Tann 24 ára gamli maðurin, sum í gjár skeyt á lærda háskúlanum Karls í Prag, drap 13 fólk og síðani seg sjálvan.
Tað upplýsir innanríkisráðharrin í Kekkia, Vit Rakusan, á tíðindafundi í dag.
Áður er upplýst, at illgerðarmaðurin, sum sjálvur var lesandi á lærda háskúlanum, drap 14.
Løgreglan leitar enn eftir einum motivi til brotsverkið.
Tey hava granska ferðingarmynstrið hjá honum á sosialum miðlum, og løgregluovastin Martin Vondrasek segði longu í gjár, at tann 24 ára gamli kann hava fingið íblástur av »eini líknandi hending í Russlandi«.
Hann hevur tó ikki nágreinað hetta nærri.
Lesandi á listasøguliga stovninum máttu flýggja í fjáltri, tá teirra 24 ára gamli samlesandi fór at skjóta.
Tað er ringast skottilburður, sum hevur verið í landinum í fleiri áratíggju.
25 vórðu særd undir skottilburðinum, harav tríggir útlendingar.
– Vit kenna samleikan hjá øllum teimum 14 deyðu, sigur Rakusan.
Løgreglan upplýsti á tíðindafundinum, at sjálvt um tað ikki er nøkur beinleiðis hóttan, so hava teyr hækkað tilbúgvingina fleiri staðni. Millum annað við skúlar.
Tað verður gjørt fyri at fyribyrgja og fyri at vissa almenningin um, at »vit eru her«.
Sambært løgregluni hevði tann 24 ára gamli »eina stóra goymslu av vápnum og lóðuri«.
Tollaksmessudagur er lýstur sum almennur syrgidagur í Kekkia.
Við lærda háskúlan hava fólk síðani í gjár lagt blómur og tendrað ljós fyri teimum deyðu.
/ritzau/AFP