Stoyttu saman og loystu málið sínámillum

Løgreglan gjørdi ferðmátingar í gjár, bæði á Glyvursvegnum og í Eysturoyartunlinum, men her var ikki nógv at koma eftir.

 

Løgreglan ger javnan ferðmátingar kring landið, og í einum slíkum átaki á Glyvursvegi á Argjum í gjár varð ein bilførari máldur at koyra 67 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferð er 50.

 

- Hesin bilførarin fær eina bót, segði vaktleiðarin í morgun.

 

Í gjár kannaði løgreglan eisini ferðsluna í Eysturoyartunlinum, men her var einki at seta fingurin á - undantikið, at ein bilførari fekk boð um at rætta onkran feil við ljósunum á bilinum.

 

Í gjár vóru eisini tvey ferðsluóhapp, harav annað hevði lítið upp á seg. Ein bilur hevði borið við ein parkeraðan bil, og hetta málið loystu bileigararnir sínámillum.

Á Sundsvegnum í Havn stoyttu tveir bilar saman. Her var materielli skaðin so mikið stórur, at báðir bilarnir máttu flytast av staðnum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá tey fingu boð um samanstoytin á Sundsvegnum, var vegurin longu ruddaður, og bilarnir fingnir av vegnum.

 

- Hetta var tískil eitt ferðsluóhapp, sum bileigararnir fara at avgreiða sínámillum, legði vaktleiðarin aftrat.