Fyrrapartin legði Búskaparráðið fram sína temafrágreiðing um kommunubúskapin og eldraøkið, og tað var formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, sum legði fram.
Framløgan var í Smæruni, og her var stórur áhugi, tí hølini vóru at kalla fullsett. Her vóru umboð fyri eitt nú landsstýrið, løgting, kommunur, fakfeløg og eldrasamstørv.
Í sínari framløgu segði formaðurin í Búskaparráðnum, at ein partur av haldførisavbjóðingini liggur hjá kommununum; tí hevur ráðið nú valt at legga henda partin undir luppin.
Johnny í Grótinum segði, at tað er ein samansett uppgáva at loysa haldførisavbjóðingina - eisini innan eldraøkið, og her vísti hann á, hvørjir faktorar eru galdandi.
Hann legði dent á, at hall í hesi skipan, sum við lóg liggur hjá kommununum, eisini merkir økta skuld hjá kommununum.
Formaðurin í Búskaparráðnum vísti á, at kommunurnar í fleiri ár hava gjørt stórar íløgur, men hesar eru ikki farnar í eldrarøktina - heldur í vegir, havnir og svimjihallir, sum hann tók til.
- Haldførisavbjóðingin er stór - eisini hjá kommununum, og ymiskt er, hvussu kommunurnar eru fyri at lyfta uppgávuna, segði Johnny í Grótinum, sum ikki helt, at fíggingarleisturin av eldraøkinum er skynsamur.
##med2##
Í sínari frágreiðing, sum partvís kann lesast her á In.fo í aðrari grein í morgun, segði Johnny í Grótinum, at størri kommunalar eindir og størri kommunalir stovnar avgjørt eru lykilin til bíligari rakstur av eldrarøktini.
Hóast fundurin var væl møttur, og formaðurin í Búskaparráðnum gav høvi til mongu áhoyrararnar at spyrja, komu ikki nógvir spurningar, og her gjørdist heldur einki kjak um kommunusamanlegging.
Vit fara at venda aftur til framløgufundin í Smæruni í aðrari grein her á In.fo.
##med3##