Tað er aftur farið at goysa í Íslandi, og hesaferð er eldgosið nærri Grindavík enn gosið, sum rakti Ísland seinast í farna ári. Í nátt komu fráboðanir um smærri jarðskjálvtar í økinum kring Grindavík, og í morgun fór aftur at goysa.
Tað skriva íslendskir miðlar í morgun.
Íslendska kringvarpið RUV sigur í morgun, at eldgosið hesaferð byrjaði við Sundhnúks, nærindis Sundhnukagigar, sum liggur norðanfyri Grindavík og ikki langt frá fjallinum, Thorbjørn.
Sagt verður úr Íslandi, at í morgun rennur grótbræðingin bert 450 metrar frá norðastu húsunum í Grindavík, og bræðingin heldur fram við at renna móti býnum.
Harðastu jarðskjálvtarnir í morgun eru máldir til 3,5, siga íslendsku meteorologarnir. Grindavík liggur einar fýra fjórðingar úr íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík.
Ein av teimum, sum er rýmdur úr Grindavík í morgun, er Hallgrimur Hjalmarsson.
- Vit vaknaðu umleið klokkan 03 í nátt við ljóðinum frá ávaringarskipanum, og vit hugdu eftir telefonini. Tá sóu vit boð frá verjuni um, at vit skuldu rýma úr býnum, sigur hann við íslendska kringvarpið.
Hann leggur aftrat, at hann føldi ristingarnar, og tí var bara at sleppa sær burtur.
Tað var í gjárkvøldið, at íbúgvarnir í Grindavík vórðu ávaraðir um vandan fyri nýggjum eldgosi, og myndugleikarnir boðaðu frá, at allir teir umleið 4000 íbúgvarnir í býnum máttu syrgja fyri at verða komnir úr býnum, áðrenn mánakvøldið kemur.
Tað er í kvøld.
Men, so hendi tað longu í nátt, at neyðugt varð enn einaferð at flyta allar íbúgvarnar í Grindavík úr býnum, sum eisini partvís hevur mist streymin, veit íslendska kringvarpið at siga.
- Tað er trupult at siga, hvussu stórt eldgosið kann gerast, men eldgosið hesaferð er nógv nærri Grindavík, sigur Benedikt Ofeigsson, sum starvast hjá meteorologiska stovninum í Íslandi.