hesum í huga kann óttast fyri, hvat fer at henda. Hóast hesa sannroynd, er Landsverkfrøðingurin, sambært viðtalum, klettafastur í trúnni á at eingin vandi er á ferð. Eitt er vist, at nú kunnu fólk langt [...] eru í. Tað er heilt óforsvarligt at fremja ferðminkandi tiltøk við at gera vegin ótryggan, og soleiðis sum Hvítanesvegurin nú er asfalteraður við stórum skeivum hallum í øllum svingunum, er hann ótryggur [...] 50 km/t, og her er tað eisini at ein stórur partur av skúlaungdóminum í Hoydølum skal ferðast. Við øðrum orðum sagt, tá ferðin við vátum vegi fer upp um hesar nevndu 55 og 50 km/t, er stórur vandi fyri
um Landsins. Skrivið er uppá 4 síður, og evnið er Tanker og Forslag om Bygdaleiðir, og fyri mær virkaði innihaldið óvanliga harðligt og áleypandi. Seinni spurdi eg Ole Valle, hvat hann ætlaði við omanfyri [...] Aldurin á bussunum At tann yngsti bussurin er umleið 11 ára gamal, sum sagt verður í tykkara grein, er ikki beint, tí ein av okkara bussum er frá ultimo 1989, tvs. 8 ára gamal, ein varð keypt í 1995, og [...] Niðurstøða Vísandi til omanfyri standandi skilst, at tað er ósatt, tá sagt verður, at trygdin hjá Bygdaleiðum ikki er í lagi ella at aldurin er óvanliga høgur. Skoytast skal uppí, at tað vildi tænt okkum
Gjøgnum Internetið er Sosialurin nú vorðin heimsumfatandi. Ja, so einfalt er tað í veruleikanum. Nú ber til at lesa Sosialin, hvar í verðini tú ert staddur. Tað einasta, ið krevst, er ein telda og inte [...] av blaðnum. Ein og hvør, ið er íbundin netið, kann í dag ókeypis lesa Sosialin. Adressa okkara er: www.sosialurin.fo. Haldið Sosialin ókeypis Endamálið við nýggju skipanini er sjálvandi, at so nógv sum gjørligt [...] sum sostatt er í fremstu røð í kongaríkinum, tá tað ræður um internetútgávuna. Sosialurin er soleiðis fyrsti føroyski interaktivi fjølmiðil. Eisini ber til at leita í gomlum bløðum Eitt er at leggja tilfar
Síðunum, Net Síðurnar, sum er eitt føroyskt e-mailyvirlit. Eitt evni er eisini, ið kallast Politikkur. Her hava Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sínar heimasíður. Hvat hendir er annað tiltak á hesum [...] Hetta sigur Jens Pauli Rasmussen, sum er leiðari á fyritøkuni FarCom, ið er ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg innan internetið. Fyritøkan hevur verið betur kend sum Kunningartænasta, ið m. a. stóð [...] arbeiðinum við Gulu Síðunum og sum eisini var við til at gera Telefonbókina. ? Skipanin er bygd upp í modulum og er tí løtt at broyta, sigur Poul L. Christiansen, sum hevur útviklað skipanina saman við Niels
kvøldið fara vit at geva tykkum eina hylling á, hvat spælið snýr seg um. Tað er avgjørt eingin fortreyt at kenna nakað til bridge frammanundan - hetta skeiðið er ætlað teimum ungu og eldru, sum vilja læra spælið [...] Bridge bjóðar hugflognum, sinnalagnum og tí logiska sansinum av! Bridge er bæði samarbeiði og at hugsa sjálvstøðugt. Bridge er hugnalig samvera og spennandi kapping. Ung og gomul kunnu spæla saman og
(0-0) RUNAVÍK: KÍ vann 2-0, tá teir vóru í Runavík og tókust við NSÍ um, hvat av teimum báðum liðunum skal enda á fimta plássi, og hvat skal enda á sætta plássi í landskappingini 1997. At KÍ fekk tvey mál [...] umskipa nógv, og tað er sjáldan gott. Tíggju minuttir fyri leiklok kom Dagfinn Olsen fyri fyrstu ferð inn á besta NSÍ liðið. Uttanfyri sótu fleiri aðrir, sum hava framtíðina fyri sær, og tað er neyvan nógv at [...] vaksandi vindinum í 1. hálvleiki, og tá fingu teir einki mál. Tað kundu teir ikki fáa, tí sannleikin er, at teir høvdu ongan upplagdan málmøguleika. Sørin Petersen, sum 1. hálvleik var í álopinum saman við
Nólsoyar Páll er ikki nakað herskip, og tað var greitt lógarbrot, at Nólsoyar Páll varð sigldur heim úr Fraklandi í august mánaði í fjør. Hetta stendur m.a. í grundgevingunum fyri dóminum, sum Føroya rættur [...] ikki syrgdi fyri, at skipið var í góðum standi viðvíkjandi trygd og heilsuviðurskiftum. Einki fordømi er um, at eitt skip, soleiðis sum tað var við Nólsoyar Pálli, hevur loyst frá landi í Marseille, hóast [...] hesum sjónarmiði vísir dómarin aftur í viðmerkingum sínum til dómin. Vaktar- og Bjargingartænastan er ein umsitingarligur myndugleiki, sum ger eftirlits- og bjargingararbeiði og hevur bara sivilar uppgávur
tað bara heilt góður stemningur. Bønin frammalaga Tað er rættiliga umráðandi hjá hesum fólkunum, at biðið verður. Og tað er fyri øllum. Eingin ivi er heldur um, at biðið verður av heilum huga og hjarta. [...] fullur av instrumentum, og eitt stórt skilti oman fyri segði, at ríki Harrans er komið nær. Nú havi eg ongantíð hildið, at tað er so ógvuliga langt burtur, so tað tók eg ikki so tungt. Framman fyri pallinum [...] sálini um at koma fram at pallinum og fáa forbøn, kennist tað, sum hann er við at fara um eitt mark, hann neyvan sjálvur veit, er til. Tann, sum gongur við slíkum sárum í sálini, veit tað ofta ikki sjálvur
pólunum og veðurlagið er tí nakað tað sama. Her er talan um djúpt vatn og her er eisini talan um eitt harðbalt verðurlag, so verður olja funnin, verður tørvur á serstøkum skipanum, eitt nú er mest sannlíkt, at [...] til at bora í sínum teigum. Ætlanin er at bora fimm brunnar í fyrstu syftu, Amerada Hess tveir og síðani ein til hvønn av hinum operatørunum. Økið, sum er boðið út, er millum 100 og 250 kilometrar norðan [...] oyggjabólki, har umstøðurnar eru ikki sørt meinlíkar teimum í Føroyum. Talan er um Falklandsoyggjarnar í suðuratlantshavi. Tað er greitt, at eins og føroyingar fylgja við útviklinginum á Falklandsoyggjunum
Forlagið Grønhólmur í Sørvági gevur í dag út søgusavnið Losin tann Fyrsti. Tað er sørvingurin Ólavur í Beiti, sum hevur skrivað. Hetta er níggjunda bókin, hann gevur út. Tann fyrsta frá hansara hond var Ung sál [...] sum kom í 1988. Í hesum savninum, Losi tann Fyrsti, eru tríggjar søgur, og er titulsøgan um Losa, sum verður løgmaður. Hann er valdur fyri oljuflokkin. Hóast Losi situr stutt sum løgmaður, henda ting og [...] Vágatunlinum, leggur Fondsbørsin í Kvívík, umframt at hann stovnar bæði bankar, flogfelag, oljufelag og hvat hann nú kann finna uppá. Einars Prent hevur prentað og heft bókina. Bókin telur 11 síður og kostar