Lærið at spæla bridge!

Byrjunarskeið byrjar mikukvøldið í Havn

 

Tórshavnar Bridgeskúli bjóðar aftur í vetur øllum, ið hava hug at læra hetta vælumtókta hugna- og kappingarspælið, vælkomin í Bridgehúsið í Gundadali mikukvøldið 30. september kl. 19.00.

Hetta kvøldið fara vit at geva tykkum eina hylling á, hvat spælið snýr seg um. Tað er avgjørt eingin fortreyt at kenna nakað til bridge frammanundan - hetta skeiðið er ætlað teimum ungu og eldru, sum vilja læra spælið frá grundini. Skeiðið verður hvørt mikukvøldi frá kl. 19.00 til 22.00 allan veturin, við undantaki av nøkrum vikum um jólini.

Skeiðið kostar 150 kr. fyri luttakarar undir 18 ár og 300 kr. fyri luttakarar yvir 18 ár.


Hví spæla bridge?

Bridge bjóðar hugflognum, sinnalagnum og tí logiska sansinum av!

Bridge er bæði samarbeiði og at hugsa sjálvstøðugt.

Bridge er hugnalig samvera og spennandi kapping. Ung og gomul kunnu spæla saman og hava eitt frítíðarítriv fyri lívið!

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til: Bridgehúsið tlf. 18721,

Mortan Rasmussen, tlf. 13697, Trygva Vestergaard, tlf. 15368,

Hervør Isaksen, tlf. 13109.