ein ynskir at fáa hjálp til tað uttanífrá, so eru vit í Mærsk Contractors sjálvandi sinnaðir at vera við, men eg vildi trúð, at hetta er nakað, sum føroyingar megna sjálvir. Bjarne Hansen tók við sum stjóri [...] Mong halda, at tit eru alt ov lítið opnir fyri tí samfelag, sum tit arbeiða í! -Eg haldi tað er skeivt at siga, at vit í AP Møller eru ikki nóg opin. Men fyritøkan hevur tað grundsjónarmið, at tá tú livir [...] haldi eg heldur ikki verður broytt, og hví skuldi ein tað. Soleiðis er tað í forrætningsverðini. -Men tit vilja vera við í eini oljumenning við Føroyar, og tað eru teir føroyingar sum halda, at tit áttu
vansin Hann heldur at størsti vansin í broyttu skipanini er leikluturin hjá løgmanni, sum hevur havt torført við at samskifta við tingið. Tað er stóra broytingin. - Løgmaður er við nýggju stýrisskipanini [...] frá at virka sum hægsti embætismaður, til at verða samskipari av politiska arbeiðinum. - Tað merkir, at Edmund Joensen skal síggja til at arbeiðið gongur rætt fyri seg. Hann skal fáa partarnar at semjast [...] í samgonguni, sigur Anfinn V. Hansen. Áður var galdandi, at tað altíð var meirluti fyri einum uppskoti. t.v.s. at teir noyddust at tryggja sær trúskap frá tí einstaka í samgonguni. Tað er ikki neyðugt
úr, og tað er ikki smápengar. Og so fer man at hugsa, hví teir yvirhøvur tíma at koma hendavegin, í mjørkan, vindin og regnið, tað einasta, ið eg kann koma til er fríheitin, náttúran og reina umhvørvið [...] vita vit, at oljan er ikki framtíðar drívmegin til at framleiga el-orku við, og vit mugu royna, so vítt møguligt at gerast sjálvforsýnandi á øllum økjum, har vit kunnu, men tað skal tó vera máti við atlíkavæl [...] plássunum vit eiga við teimum hægstu fjøllunum her í landinum, og bygdirnar har við fjørðin verða vitjaðar av nógvum ferðafólki á hvørjum ári. Eg havi onkuntíð tosa eitt sindur við onkran av hesum ferðafólkum
fólk, royna tey sjálvsagt fyrst at fáa roynd fólk, men tey eru so fá eftir. Haraftrat kemur, at eingin nýggj koma aftrat, við tað at eingin sleppur at útbúgva seg til at arbeiða í fiskivinnuni, sigur Ingeborg [...] skipan, har tað var lætt at koma inn og fara úr, men tað harmiliga er hent, at tað er blivið so lítið hugaligt hjá fólki at átaka sær arbeiði fyri stytri tíð, tí tað er so trupult at skula inn og út úr AL [...] tað ikki loysa seg at átaka sær arbeiði. Tænastan hjá ALS er eisini ov vánalig, tíð tað hendir meira enn so, at fólk venda sær til okkara, eftir at tey hava veriðhjá ALS og har tosað við trý fólk, sum hava
dið frammanundan at 4. sendingin skuldi koma mikukvøld, segði nevniliga eisini, at eitt av tingunum hann gleddi seg at síggja komandi vikuna, var júst Góðar vibrasjónir. Tað sýnir, at tað eru fleiri, ið [...] tílíkum tónleiki. Bert syrgiligt, at tey í SvF ikki hava tað, at síggja til, í øllum førum. Ella ikki unna okkum, ið hava hendan áhuga, at síggja hesar sendingarnar. Eg haldi, at tit føra mangan ein løgnan [...] blaðnum stóð 4. sendingin til at vera mikukvøld, á sama hátt sum hinar. Líkt var also til, at hon einfalt var tikin av skránni. So er spurningur, hví? Hví í allari víðu verð? At síggja tónleik á hægsta stigi
tsflokkurin, SF, skuldi verða stovnaður. Og stigtakarin,Dagfinnur Danbjørg, ásannaði beinanvegin, at eingin grund var at halda fram við arbeiðinum. Tað var sum so mangan í Føroyum, at ideologi røkkur sjálvdan [...] eitt blað við stevnuskrá ætlaða floksins. Sum fyrsta punkt á skránni stóð, at: Solidaritetsflokkurin verður stovnaður við tí fyri eyga at fáa rættartryd í landinum. Dagfinnur Danbjørg vísir til, at í Gamla [...] Danbjørg, at føroyskir lærarar í eina øld hava goldið pening í ein pensiónsgrunn, sum nú, tá hann skal brúkast, er tómur. Og tað, at myndugleikar kunnu sleppa við at tøma ein grunn, uttan at tað fær fylgjur
sjálvir valt at steðga eitt sindur á, tú vit hava havt so nógvar brúktar bilar at selja. Tí hava vit heldur hugsað sum so, at betur er at hava eina góðan og sunnan handil við nýggjum bilum, enn at taka ov nógvar [...] Vørubilarnir eru niðurslitnir Leif Hovgaard sigur, at tað stendur einum og hvørjum frítt at koma til Wenzel og tekna sær eina trygging. Tað ber eisini til at tekna slíka trygging fyri brúktar bilar, sum ikki [...] frá, at talan er um eitt rættuliga víttfevnandi prosjekt, og at tað tí í fyrstu atløgu bara verður talan um at Ford fer at rinda rakstrarútreiðslurnar av Ford-bilum. Men skipanin fer beinanvegin at fevna
ógvuliga ringt at fáa politikkarar at skilja tá, at hetta kundi gerast ein inntøkukelda hjá føroyingum. Eisini var Tryggvi Johansen við, tá føroyingar av fyrstan tíð fóru út um eingjargarðarnar at kanna møg [...] handla við. Tó sigur Tryggvi Johansen, at hann hevur gott samband við gamlar kontaktir, serliga í Meðalhavslondunum, sum hann kennir frá tíðini í Italia. Tryggvi Johansen sigur, at hann, í samband við nýggja [...] Johansen. Hann sigur, at tað er heldur ikki fyrr enn nú, at møguligt hevur verið at fingið tílíkt samband í lag um hesi viðurskifti. Tí ikki fyrr enn nú hava menn ásannað, at tað er neyðugt við einum slíkum stovni
fáa heilsubót, fingu tey at vita, at hon fór neyvan at liva í meiri enn fjúrtan ár. Og tær ferðirnar eru mangar, tá hon hevur ligið lágt, og líkindini fyri, at hon skuldi koma á føtur aftur vóru smá. Fyri [...] sambandi við. Og Gunhild hevur ongantíð fjalt, hvørjari keldu hon hevur drukkið úr fyri at fáa styrki og ugga. Hon hevur so ofta vitnað um, at hon var bara ein lítil smágenta, tá hon lærdi at seta álit [...] sera góð við hana. Føðingardagin er hon stødd á Lágargarði í Havn. At Gunhild hevur nátt so høgan aldur er í sær sjálvum eitt undur. Tá hon var barn og pápin var í Danmark fyri at vita, um hon kundi fáa
ein enda - tað haldi eg, at eg tori at opinbera í dag -, men eg tordi ikki. Og í dag eri eg fegin um, at eg ikki gjørdi tað. Skaldsøgan hevur klárað seg við tí endanum, sum Jørgen-Frantz sjálvur skrivaði« [...] altso, síggi eg av øllum brøgdum: at tað ikki einans er eina søgu eg vil skriva, ikki heldur einans eina mynd eg vil geva av Føroyum, men eina djúpa lívskenslu eg vil royna at fáa fram, ja at endanum kanska [...] og Christian heldur seg minnast, at Jørgen-Frantz hetta skeið tókst við bókmentir við stórum álvara, men at tað ikki vardi so leingi. Í fríløtum helt hann fram við at skriva, men hvørki hann sjálvur ella