heppið, at sløkkiliðið á Skála hevði venjingar og tí vóru samlaðir. Teir komu skjótt á staðið og fingu bast eldinum, sum var byrjaður í køkinum. Enn er ikki vist hvør orsøkin var. Innbrot í Fuglafirði Mánamorgunin [...] listi fyri teimum. Ein eldsbruni á Strondum og ikki færri enn fimm innbrot í Fuglafirði skuldu kannast nærri. Leygardagurin var annars fyrimyndarliga friðarligur og sunnudagurin við. Sunnudagin brúkti løgreglan [...] afturvendandi trupulleiki í Fuglafirði við innbrotum og herverkum. Hesaferp er brotið inn í Keypsamtøkuni, á sleipistøðini, í Toystovuni, í Timburhandlinum og hjá Kato. Í øllum førum er brotið inn eftir peningi
vit ikki taka støðu til ES Og tað hevur havt sín prís: Vit eru við at glíða longur og longur burtur frá grannalondum okkara, sum øll fáa tættari og tættari samstarv við ES og EBS karmarnar. Formaðurin í [...] tað ikki vist, at allir skiparar, sum sigla í danska handilsflotanum, verða so fegnir fyri tað. Men so er at viga fyrimunir og vansar. Og eg meti, at fyrimunirnir eru størri enn vansarnir og at vit vinna [...] Samstundis eru EBS londini, Noreg og Ísland, javnsett við limalond og kunnu ótarnað flyta fisk á ES marknaðin. Vilhelm Johannesen sigur, at eyðsýniliga er tað fyrst og fremst fiskivinnan sum er komin í
Javni hevði landsstevnu og hevði í tí sambandi skipað fyri skrúðgongu av Bursatanga niðan í Grasagarð, har landsstevnan varð sett. Á odda fyri skrúðgonguni gingu ein reiðmaður og Havnar Hornorkestur. Hetta [...] landsstevnan fær eitt heiti og í ár var heitið »Nær er ein bústaður eitt heim?«. Í tí sambandinum hevði nevndin biðið Elsbu Olsen, leiðara á pensjónsdeildini á Almannastovuni og Jónu Olsen, leiðara á Dáanum [...] sjónarmiðum og tí tekur Javni tey upp til viðgerar. Minst 50 fermetrar til hvønn Tá » vanlig« fólk gera upp hvussu tey búgva, so er greitt at vit vilja hava rúm, har vit kunnu vera fyri okkum sjálvi og hetta
so, at einstøk ár stendur fiskurin inni á grunninum og tá er nógv at fáa. Men so onnur ár stendur toskurin djúpari og tá er eisini minni at fáa. Og hann heldur, at tað fer ikki at bera til at útróðrarflotin [...] fiskaður ov nógvur toskur undur Føroyum og at fiskiskapurin má minkast komandi árini. Nú eru tað húkabátarnir, m.a. útróðrarbátarnir, sum fiska tann mesta toskin og hetta er tað sama sum at siga, at útr [...] útróðrarflotin skal revsast, bara tí at hann hevur havt eitt gott ár nú. Tí líka vist er tað, at eins og vit hava havt eitt gott ár, koma nøkur vánalig ár aftur, púra náttúrliga av tí at toskurin fer longur
tonsum um árið. Fiskurin verður keyptur frá bátum og skipum og frá uppboðssøluni. Hóast tað eru somu fólk, sum eiga báði Sancy og flakavirkið, er tað ikki vist, at Sancy fer at avreiða í Vági hvørja ferð. [...] brúk verðir fyri umleið 18-20 fólk til arbeiðis. Ætlanin er at skera fløk og at selja tey fesk. Men ætlanin er eisini at skráskera og frysta fisk, t.d. verður hugsað um svartkalva. Jens Petur Brattalíð sigur [...] at lata upp. Sancy Seafood keypti virkið á Tjørn, sum Heri Hjelm á sinni bygdi til at kryvja laks í, og sum síðani varð flakavirki eitt stutt tíðarskeið undir navninum Southern Fish. Táið flakavirkið fór
eru fleiri støð og tiltøk hjá ungfólki at fara til og tí kunnu vit gera meir har. Í Peru ber til at ferðast langar leiðir fyri lítið og lætt, meðan tað kostar nógv at ferðast í Føroyum og úr Føroyum til [...] nógv og tey flestu hava stuttklipt hár, sigur Rosa Navarro. ? At fara í ball í Føroyum er heilt øðrvísi. Her dansa øll saman, ofta genta og genta. Í Peru er nógv meiri rørsla og rútma í dansinum, og tá ið [...] Brasilia, Kolumbia, Thailandi og Peru eru hetta skúlaárið í Føroyum, og stórur áhugi er úti um landið at hoyra tey siga frá. Rosa hevur verið á fleiri skúlum og sagt frá heimlandinum og øðrum í sambandi við tíðina
Undirvísingar- og mentamál eru ikki fremmand í hugaheimi og hondum Signars á Brúnni. Hann hevur umsitið málini fyrr í landsstýrinum, og sum útbúgvin fólkaskúlalærari hevur hann altíð havt áhuga fyri føroyskum [...] har hann umsat undirvísingar- og mentamál, og seinnu ferð frá mars 1993 til september 1994, har hann eitt nú umsat samferðslumál. Men hevur Signar umsitið undirvísingar- og mentamál áður, er tað kortini [...] ráðharraábyrgd, og tað hevur við sær, at Signar einsamallur kann gera av, hvørji stig skulu takast frá almennari síðu viðvíkjandi undirvísingar- og mentamálum. Í samgonguskjalinum eru mentan og undirvísingarmál
enninir eru eins fegnir um friðin og aðrir føroyingar - men tað hevur verið merkiliga friðarligt, tíbetur. Nú styttist av álvara til summarstevnurnar fara at byrja og tá verður í hvussu er meira at gera [...] sum var ávirkaður av rúsdrekka, megnaði ikki at halda bilin á vegnum og fór út av vegnum í Líðini. Blóðroynd varð tikin av føraranum og hann verður eftir øllum at døma skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. [...] Teir sita og klóra sær í nakkanum á teimum ymsu løgreglustovunum kring landið. Tað hevur verið so stak friðarligt í seinastuni at løgreglan nærmast hevur verið arbeiðsleys. Eysturoyggin gjørdi eitt hopp
sligið hondina av dóttrini, og tá ið ommudótturin kemur at vitja ommuna, vil hon ikki kennast við hana, tí hon eins og dótturin er dálkað. Hon er ein strang og kenslukøld omma, og tað, at dótturin hevur fingið [...] Oyrabakka og so hevur hon eisini verið við í tveimum filmum, - í "Maðurin, ið slapp at fara" hjá Katrini Ottarsdóttir og í "Barbaru" hjá Niels Malmros, har hon spældi bóndakonan í Leynum. Og nú Katrin [...] uttanlands, og koma aftur og føra seg fram. Tær hitta ein føroyskan bygdamann, sum koyrir tær runt. Gjøgnum hann koma tær út fyri nógvum upplivingum, sum búna tær. Farið varð undir upptøkurnar týsdagin og miðskeiðis
Sandoy, Suðuroy og hjá uppboðssøluni er fyri ein stóran part ?stolin³ frá Norðoyggum og megineysturoy, sum er øll Eysturoygin uttan Eiði, Gjógv, Funningur og bygdirnar í Sundalagnum frá Oyri og norðureftir [...] 658 í Føroyum og av teimum vórðu 40.681 tons seld um uppboðssølu. Tað eru 40,8%. Suðuroyggin nr. tvey Líka vist sum tað er, at nógv mesti fiskurin nú verður seldur á uppboðssølu, líka vist er tað, at av [...] havt støðuga framgongd síðani hon varð sett á stovn í 1991- og fekk sjey tons at selja. Í 1993 avreiddu føroysk skip 65.326 tons í Føroyum og av teimum blivu 4.870 tons seld um uppboðssølu Tað eru ikki