góða samrøðu. Tað er ikki greitt, hvussu ukrainski forsetin svaraði uppá uppskotið um virkini. Tað er heldur ikki greitt, hvørji virki Trump serliga sær fyri sær, at USA tekur yvir. Til dømis er kjarnorkuverkið [...] kjarnorkuverkið Zaporizhia, sum er tað størsta í Evropa, hersett av Russlandi. Tað liggur í landsynningspartinum av Ukraina nærhendis býnum Enerhodar í Zaporizjzja -økinum, sum er eitt av teimum fýra økjunum, sum [...] Splidsboel frá danska stovninum Diis hevur sagt, at bæði positivu útsagnirnar hjá Trump og Zelenskyy skulu takast varliga. - Trump er sera positivur, tí hann vil hava tað at ganga framá. Zelensky er í teirri
heilagleika, ið er bundin at Guðs húsi. Templið er útvalt og halgað sum ævigur bústaður hjá navni Guðs. Eygu og hjarta Guðs skal vera har. Tað er henda fatanin av heilagleika, tign og virðing, ið er karmur um [...] trúfast tænt kirkjuni síðani. Harafturat hevur hann verið urguleikari í Kollafjarðar kirkju frá 2005 til 2020 og er nú umframt í Hósvíkar kirkju, urguleikari í Vestmanna og kirkjuni við Norðskála. Dánial Petur [...] deknatænastuna, ið hann røkti tey næstu 40 árini til 2023.” Hjá tær, Jóannes, er tænastan urguleikur við urguna. Hjá tær, Dánial Petur, er tænastan deknur við lestrarfjøl. Saman við kirkjuliðnum í Hósvík takka
Tað er ein vøkstur á 0,7 prosent, sum er javnt býttur millum kynini. Vøksturin er lakari enn undanfarin ár, og tað sæst í hesum sambandi millum annað, at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki [...] ikki er vaksið eins nógv, sum undanfarin ár, skrivar Hagstovan í dag. Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri [...] fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. Í februar vóru 29.540 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 192 starvsfólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn februar í fjør. Í februar vóru góðir 15.100 menn og
eyka útreiðslurnar hjá starvsfólkinum, sum er uttanlands, verður søkt um stuðul frá Norðurlendska ráðharraráðnum, ið er kr. 18.000,- um mánaðin. Stuðulin er ætlaður at verða brúktur til eyka útreiðslur [...] ein týðandi partur av menningini av sínum arbeiðsplássi. Hóast skipanin kallast ein umbýtisskipan, er tað ikki neyðugt at býta um við starvsfólk í øðrum Norðurlandi fyri at nýta skipanina. Allir almennir [...] tín stovnur og tínir starvsfelagar fáa gagn av tínum royndum, íblástri og vitan í nýggjum høpi. Hvat er norðurlendska umbýtisskipanin? Norðurlendska ráðharraráðið eggjar til, at vitan og royndir verða gagnnýtt
ferðast, tí tey skulu rinda fyri teir ríku turistarnar. Tað, sum er merkisvert er, at tey í Javnaðarflokkinum, sum tóku undir við samtyktini frá 24. okt 2024, eru nú ímóti hesum - enn eitt dømi um ein [...] SEV-stýrinum. Elsa Berg hevur sent høvuðsstaðin út í myrkrið - og hettar er bara byrjanin hjá sitandi býráðsmeiriluta - Gud viti, hvat tað næsta verður. Enn ein ringur dagur fyri skattgjaldaran. Annfinn Brekkstein [...] Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin hava kolldømt býráðsamtyktina frá 24 okt. 2024, sum segði, at turistar skulu rinda fyri at koyra við skattafíggjaðu Bussleiðini. Meðan t.d. arbeiðsmaðurin
arbeiðið er góðar 4 mió. kr. Í samstarvi við granskingarfíggjarar í átta londum hevur NordForsk játtað tilsamans góðar 330 milliónir norskar krónur, tað eru góðar 210 milliónir danskar krónur. Hetta er fyrstu
greiða frá ætlanum býráðsins, tá ið tað snýr seg um íbúðabygging og íbúðapolitikk yvirhøvur. Eisini har verður høvi at seta fram spurningar. Lutaíbúðafelag Um tað er gjørligt, og áhugi er fyri tí, er ætlanin [...] advokatur, at greiða frá lógarverkinum, viðtøkuskipan, rættindum, skyldum og øðrum viðkomandi. Eftir ta framløguna verður høvi at seta honum spurningar. Íbúðapolitikkur Anja Weyhe frá Tórshavnar Býráði fer [...] tí, kunnu tekna seg og arbeiða víðari við lutaíbúðatankanum. Hetta er fyri at koma longur fram á leið, so at vit nærkast málinum, ið er at koma veruliga í gongd at byggja lutaíbúðir. Vælkomin – Vónandi
stigtakanina hjá heilsuverkinum. Samstarv er leiðin fram. At flyta uppgávur yvir á aðrar geirar, uttan fyrireiking er ikki nøktandi arbeiðsháttur. Serliga rakar tað sjúklingin. [...] kravi til tey, sum hava ábyrgdina av liðugt viðgjørdu sjúklingunum. Tað verði seg Eldraøkini, ella Almannaverkið. Síðstu tíðina er Heilsuverkið farið at gera hagtøl yvir økið, og vit í VEKS eru fegin [...] liggjandi á sjúkrahúsi. Málið er greitt, at vit lofta tí tørvi vit hava at hjálpa og viðgera fólk, í egnum geira, og saman við teimum vit samstarva við. VEKS vil tó gera vart við at tað tykist sum innleggingartíðin
meira enn komin var til gáttina á lívsins heysti. Óskiljandi, er einasta orðið, ið mær kemur til hugs, men vit skilja ikki alt, og soleiðis er helst eisini best, um enn hetta kann tykjast tungt. Spentir [...] hevði umsett tær nýggjasta sang tín til føroyskt, sum annars er á norskum, og sum tú í næstum ætlaði at syngja á føroyskum eisini. Men hann er góður á norskum, væl sungin, og hetta eiga vit eftir teg, tíbetur [...] var Hava næstan hug til tín at leita Eitt prát, og hjálp og troyst frá tær. Men rødd tín tagnað, dagar dragna Undan lagnu ongin fer So er sagt, men ilt at skilja svar ei kennir nakar her Heiðurspláss í himni
Klokkan 11 er tingfundur, og fyrsta mál á skránni í dag er munnligir spurningar, sum tingfólk kunnu seta landsstýrisfólki. Tað kann ganga drúgv tíð við slíkum spurningum, og tí er skráin ikki so long. [...] taka langa tíð. Fyrsta viðgerðin er 2. viðgerð av uppskot til løgtingslóg um tinglýsingargjald, har kærumyndugleikin verður lagdur Føroya Kærustovn. Síðani er tað uppskot frá Fólkaflokkinum um at broyta lógina [...] og Miðflokkin eru ímóti uppskotinum. Síðsta 2. viðgerðin er uppskot til broyting í løgtingslóg um el og fjarhita, tað er elveitingarlógin. Tað snýr seg um framleiðslu og sølu av el og fjarhita. Her hevur