29.540 starvsfólk í februar — 0,7 prosent vøkstur

Í februar vóru sløk tveyhundrað fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør.

Tað er ein vøkstur á 0,7 prosent, sum er javnt býttur millum kynini. Vøksturin er lakari enn undanfarin ár, og tað sæst í hesum sambandi millum annað, at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins nógv, sum undanfarin ár, skrivar Hagstovan í dag. 

 

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

 

Í februar vóru 29.540 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 192 starvsfólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn februar í fjør.

 

Í februar vóru góðir 15.100 menn og góðar 14.500 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 98 fleiri og kvinnurnar 94 fleiri. Bæði eru ein vøkstur á 0,7 prosent.

 

Í februar arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Parturin er hægri fyri menn, har tríggir av fýra arbeiða í hesum bólki. 

 

Hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg, arbeiða 44 prosent. Góð 62 prosent av kvinnum arbeiðaí hesum bólki.

 

Starvsfólk, sum arbeiða undir privatum ræði eru minkaði við 0,4 prosentum í mun til sama mánað í fjør. Hetta stavar frá eini minking av kvinnuligum starvsfólkum í bólkinum. Tær eru 100 persónar, ella 1,8 prosent, færri enn í fjør. Hinvegin vóru 200 fleiri kvinnur, ið arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði í februar í ár samanborið við í fjør. Hetta er vøkstur á 2,2 prosent.

 

Samanborið við sama mánað í fjør, komu flest starvsfólk í vinnugreinarnar "Almenn umsiting og verja" og "Heilsu- og almannaverk". Tilsamans eru 250 starvsfólk løgd afturat hesum báðum vinnugreinunum. Serliga sæst, at starvsfólkatalið í "Røktarvirksemi á bústovnum" undir "Heilsu- og almannaverk" er vaksið nógv. Tey eru næstan 6 prosent, ella 125 persónar, fleiri í februar í ár samanborið við í fjør. 

 

Umvent hevði "Heil- og smásøla; umvæling av akførum" størstu minking av starvsfólkum í tali, har tey vóru knapt 100 færri enn sama mánað í fjør. Hetta er ein minking á 2,5 prosent. 

 

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

 

Seinastu árini eru tey vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti. Hesin vøksturin er nú viknaður, sum sæst á grafinum niðanfyri. Í februar vóru góðir 70 persónar ella 3,7 prosent fleiri samanborið við februar í fjør. Til samanberingar var vøksturin 23 prosent í februar 2023 í mun til februar 2022.

 

##med2##

 

Talvur o. a. sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni