USA kann taka ræðið á ukrainskum kjarnorkuverkum.
Hetta var eitt uppskot frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, tá hann í dag tosaði í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky.
Tað sæst í eini fráboðan frá amerikanska uttanríkisráðharranum, Marco Rubio, og tjóðartrygdarráðgevanum, Mike Waltz, um uppringingina.
Samrøðan verður av teimum báðum lýst sum "fantastiskt".
- Trump forseti tosaði eisini um elveitingina og kjarnorkuverkini í Ukraina, stendur í fráboðanini.
Sambært fráboðanini segði Trump við Zelensky, at USA kundi verið "sera hjálpsamt við at reka tey virkini við síni el- og nýtsluserfrøði."
Amerikanski forsetin segði víðari, at "amerikanskur ognarrættur til tey virkini verður besta verjan fyri undirstøðukervinum".
Eftir telefonsamrøðuna í dag søgdu bæði Trump og Zelensky, at talan var um eina góða samrøðu.
Tað er ikki greitt, hvussu ukrainski forsetin svaraði uppá uppskotið um virkini.
Tað er heldur ikki greitt, hvørji virki Trump serliga sær fyri sær, at USA tekur yvir.
Til dømis er kjarnorkuverkið Zaporizhia, sum er tað størsta í Evropa, hersett av Russlandi.
Tað liggur í landsynningspartinum av Ukraina nærhendis býnum Enerhodar í Zaporizjzja -økinum, sum er eitt av teimum fýra økjunum, sum Russland hevur lýst at hava lagt seg undir krígnum.
Tiltøkini og fleiri umstríddar fólkaatkvøður hava ikki fingið altjóða viðurkenning.
Seniorgranskarin Flemming Splidsboel frá danska stovninum Diis hevur sagt, at bæði positivu útsagnirnar hjá Trump og Zelenskyy skulu takast varliga.
- Trump er sera positivur, tí hann vil hava tað at ganga framá. Zelensky er í teirri støðu, at tað er trupult hjá honum at siga annað enn, at Trump er á rættari leið. Á henda hátt eru tær fráboðanir, sum koma, truplar at fáast við, sigur hann við Ritzau.
/Ritzau/