Føroyskir granskarar fáa dygga játtan frá NordForsk

Níggju verkætlanir við luttøku úr norðurlondum og norðuramerika fara at fáa stuðul til at granska burðardygga menning av Arktis.

Tíðindaskriv, gransking.fo:

 

Verkætlanirnar fevna um evnir sum hav, vatn, lívfrøðiligt margfeldi, yvirferðslu av ferðafólki og mineralir.

 

Føroyskir granskarar eru við í tveimum av verkætlanunum og játtanin til føroyska arbeiðið er góðar 4 mió. kr.

 

Í samstarvi við granskingarfíggjarar í átta londum hevur NordForsk játtað tilsamans góðar 330 milliónir norskar krónur, tað eru góðar 210 milliónir danskar krónur.

 

Hetta er fyrstu ferð, at NordForsk samstarvar við Kanada og USA, og ávikavist fyrstu og aðru ferð, at Grønland og Føroyar eru við sum fíggjarar í einum av útboðunum hjá NordForsk.

 

Les meira á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/foeroyskir-granskarar-faa-dygga-jattan-fra-nordforsk