fáum beskorið at lesa síni egnu minningarorð, men hugdu pávin, Nelson Mandela, Fidel Castro, Ronald Reagan og Dick Cheney eftir heimasíðuni hjá CNN í síðstu viku, kundu teir lesa har, at teir vóru allir [...] Talskvinnan hjá CNN, Edna Jophnson, sigur, at talan var um eitt mennsikjaligt mistak. Minningarorðini lógu á einari heimasíðu, sum bert starvsfólk hjá sjónvarpinum eiga at hava atgongd til, men av einari ella [...] kendu menninar, hóast teir allir eru á lívi. Men tað ráddi um at lesa skjótt, tí mistakið varð rættað 20 minuttir seinni. Tað er annars vanligt, at tær stóru tíðindastovurnar hava minningarorð liggjandi tøk
skip í vánaligum standi - umrøddur og semja var um, at tað er ynskiligt, at altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapurin ITF setir eitt eftirlitsfólk til at kanna tey arbeiðsligu og sosialu viðurskiftini umborð [...] og við kanningum umborð er NMF kunnað um, at viðurskiftini umborð í nógvum slíkum skipum ikki eru nøktandi og hetta er orsøkin til, at heitt verður á ITF um at kanna viðurskiftini nærri.
, Páll á Reynatúgvu, at fáa nærri at vita um húsini, Almannamálaráðið hevur keypt til sambýli í Sandavági, noktaði landsstýrismaðurin at tosa við blaðmannin. Grundgevingin var, at hann tosaði ikki við [...] við sínar egnu »bøðlar«. Undirritaði fekk ikki aðra frágreiðing enn hana, at um undirritaði blaðmaður fekk tað sum hann vildi, sat landsstýrismaðurin ikki har, hann situr í dag, segði Páll á Reynatúgvu. Grundina [...] Grundina til slíkt svar má undirritaði bara rokna seg fram til, og verður úrslitið, at landsstýrismaðurin er fornermaður um skriving í Sosialinum fyri árum síðani um keyp og sølu av fastari ogn millum
Muhammad hava skotið. Mikudagin avgjørdi rætturin í Virginia, at tann 17 ára gamli drongurin kann metast at vera vaksin. Hesin úrskurðurin ber í sær, at drongurin kann fáa deyðarevsing, verður hann funnin sekur [...] sekur. Deyðarevsingin fær nógva umrøðu í USA í hesum døgum, eftir at guvernørurin í statinum Illinois gjørdi av at ógilda deyðadómarnar hjá 167 fangum. Ístaðin fingu teir lívlanga fongsulsrevsing. [...] Washington. Tíggju fólk doyðu, og fýra vórðu illa løstað av skotum teirra, áðrenn tað eydnaðist løgregluni at taka teir. Sambært løgregluni í statinum Virginia skjeyt tann 17 ára gamli minst fýra av teimum tíggju
Um eg nú skrivi, at Gabriel Garcia Marquez er føddur í Aracataca í Kolumbia 6. mars 1928, og at hann fekk Nobel-virðislønina í bókmentum í 1982, so sigur Carl Johan Jensen, bókmentaligur úrmælingur, sum [...] sum veit alt, at hetta er uppspunnið møsn, sum allar frøðibøkur og heimasíður á alnótini trútta niður í fólk. Tá ummælarin á Fregnum sigur, at Gabriel Garcia Marquez er boliviani, so er lítið hjá okkum [...] okkum deyðiligu at gera. Oraklið hevur talað. Og so má columbianin vera boliviani. Gabriel Garcia Marquez sleppur ikki at vera úr Kolumbia, har hann er føddur, og hvørs søgu hann byggir allan skaldskap sín
vissaði samstundis danir um, at reaktorurin verður stongdur. Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið í Svøríki um tað umstrídda kjarnorkuverkið, og nógvir sviar eru ímóti at steingja verkið, tí í vetur [...] vetur hava sviar verið noyddir at keypa nógva og harafturat sera dýra elorku úr Danmark. Gøran Persson sigur seg vóna, at verkið kann steingjast í næstu framtíð, sum hann tekur til. Spurdur, um tað verður [...] Upprunaliga var ætlanin, at tann seinasti reaktorurin á svenska kjarnorkuverkinum Barsebæk skuldi lata aftur í ár, men so verður ikki. Tað segði svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, tá hann mánadagin
vóru teir neyvan so samdir, tá Chirac fór at tosa um Kekenia, tá teir báðir hittust mánadagin. Á fundinum gjørdi Chirac vart við, at Russland eigur at viðurkenna, at kreppan í Kekenia kann ikki loysast við [...] við hermegi. Hann segði seg vóna, at tann ætlaða fólkaatkvøðan í Kekenia verður tað fyrsta stigi í einari politiskari roynd at loysa kreppuna á friðarligan hátt. Eftir ætlanini skulu kekenar á fólkaatkvøðu
m. Í blaðnum í gjár segði formaðurin i Landsfelag Pensiónistanna, at Eldrafelagið Borgin hevði fingið at vita frá Almannamálaránum, at felagið skal lata roknskap inn til Landsfelagið. ?Tað má standa fyri [...] 2003, men felagið hevur ikki fingið svar frá okkum enn. Orsøkin er tann, at eg í sambandi við málsviðgerðina munnliga havi biðið um at fáa viðtøkurnar fyri Landsfelag Pensjónistanna, áðrenn málið verður nærri [...] viðgjørt í Almannamálaráðnum. Hesar fyriliggja ikki í løtuni, sigur hann. Sostatt vísir hann aftur, at Almannamálaráðið hevur noktað Borgini stuðul við væntandi roknskapi sum grundgeving.
m. Okkurt av bløðunum vil vera við, at hon kundi væl klárað seg á útlendska tónleikamarknaðinum við rødd síni. Íslendska Morgunblaðið heldur, sum so mong onnur, at Eivør viðhvørt minnir ikki sørt um kendu [...] Men sum allar hinar ferðirnar avnoktar Eivør, at hon vil ikki líkjast Björk. ? Eg lurti sjálv ikki nógv eftir Bjørk, sigur Eivør við Morgunblaðið. Hon sigur, at Clickhaze hellir meira til jazz og "Þljóðlegar [...] "Þljóðlegar hefðir". Eisini er hon av teirri áskoðan, at øll eiga at syngja á sínum móðurmáli.
Stutt eftir at Smyril hevði lagt frá landi úr Havn týskvøldið, gjørdi skiparin av at venda við aftur til Havnar. Orsøkin var, at ein kona var dottin í eini trappu og hevði meitt seg so illa, at skiparin ikki [...] ikki helt tað vera ráðiligt at halda fram til Suðuroyar. Konan bløddi í munninum og var í øðrviti. Tí helt skiparin, at best var um hon kom undir læknahond á sjúkrahúsinum. Konan gekk niður ígjøgnum trappurnar