Bolivianin hjá Carl Jóhan Jensen ? hvør er hann?

Í "FREGNUM " í farnu viku skrivar høvuðsummælari blaðsins um eitt bolivianskt Nobel-skald, sum hann nevnir Gabriel Garcia Marquez. Ummælarin er so vísur í síni søk, at hann nevnir hetta tvær ferðir.

Um eg nú skrivi, at Gabriel Garcia Marquez er føddur í Aracataca í Kolumbia 6. mars 1928, og at hann fekk Nobel-virðislønina í bókmentum í 1982, so sigur Carl Johan Jensen, bókmentaligur úrmælingur, sum veit alt, at hetta er uppspunnið møsn, sum allar frøðibøkur og heimasíður á alnótini trútta niður í fólk.

Tá ummælarin á Fregnum sigur, at Gabriel Garcia Marquez er boliviani, so er lítið hjá okkum deyðiligu at gera. Oraklið hevur talað. Og so má columbianin vera boliviani.
Gabriel Garcia Marquez sleppur ikki at vera úr Kolumbia, har hann er føddur, og hvørs søgu hann byggir allan skaldskap sín á.
Carl Jóhan Jensen og FREGNIR hava talað ? tað má sjálvt eitt Nobel-skald smyrja seg við.